týsdagur 16. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 93 - 16. mai 2006
Tað gjørdust Elsebeth
Vang úr Kaldbak og
Anna Marsten úr
Klaksvík, ið vunnu
skóleistakappingina
sum Jamm í Klaksvík
skipaði fyri. 33
skóleistapør komu
inn til kappingina
og meir enn 500
atkvøður vóru við í
atkvøðugreiðsluni
Skóleistakapping
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Fyrst í mars mánað
útskrivaði hondarbeiðs-
og
hugflogshandilin
Jamm í Klaksvík eina
skóleistakapping. Freistin
at vera við varð sett til 15.
apríl og rættiliga skjótt vísti
áhugin fyri kappingini seg
at vera heilt stórur. Kvinnur
úr øllum landinum hava latið
inn í alt 33 pør av skóleistum
til børn og vaksin í alskyns
litum og sniðum.
Og tað er ikki bara
hugflogið, sum hevur fevnt
víða í hesi sera forvitnisligu
kappingini, sum man vera
tann fyrsta av sínum slag
í Føroyum. Hugurin hjá
føroyskum kvinnum at
binda skóleistar hevur
eftir øllum at døma heldur
onki aldursmark. Yngsti
luttakarin var nevniliga 10
ár meðan tann elsta var 93.
Gamalt og nýtt
Tá seinasta skóleistaparið
var komið inn, fingu tey øll
hvør sítt nummar og vórðu
síðani løgd fram í handlinum
til
viðskiftafólkini
at
atkvøða um. Ikki færri enn
500 atkvøðuseðlar komu
í atkvøðukassan hesar
dagarnar, og tá avtornaði,
vóru tað Elsebeth Vang úr
Kaldbak og Anna Marsten
úr
Klaksvík,
ið
áttu
vinnarapørini. Felags fyri tey
bæði er, at tey í sniði, tilfari
og litum eru ein samaneting
av gomlum og nýggjum,
men harfrá eru pørini sera
ymisk. Parið hjá Elsebeth
er bundið úr ráhvítum tógvi
eftir traditionellum sniði,
men við einum broderíi úr
sama litið og stroppi við
knappi omaná fótinum.
Hóast hugskotið í sær
sjálvum tykist einfalt, geva
detajurnar hesum parinum
nakað serliga fínligt yvir
sær.
Tað kom rættiliga óvart
á Elsebeth at hon vann við
hesum parinum, tí hon bant
tað í evstu løtu.
– Eg hoyrdi ikki um
kappingina, fyrr enn dagin
fyri freistin var úti. Men
eg helt hugskotið vera so
mikið gott, at eg setti mær
fyri, at stuðla tí, um eg á
nakran hátt náddi tað, sigur
Elsebeth, sum viðgongur, at
tað tískil bleiv heldur seint
tað kvøldið, áðrenn hon kom
í song.
Heldur ikki Anna hevði
væntað sær at vinna við
parinum, sum hon lat inn.
mest fyri at vera við og stuðla
tiltakinum. Skóleistaparið
hjá Onnu er til børn og
tøvt úr hvítari føroyskari
ull. Hesir fittu skóleistarnir
ganga nakað upp á leggin
við smáum lillalittum
silkibroderíum á síðuni og
bregdabandi at knýta.
Møguliga út sum bók
Ása Justesen og Meiken
Steinberg, stigtakarar til
kappingna, eru avbera væl
nøgdar við góðu undirtøkuna.
Orsøkin til at tær fóru í
holt við hetta tiltakið var,
at tær fegnar vildu fáa til
vega nakrar uppskriftir til
skóleistar og annars varpa
ljós á hetta serstaka føroyska
fyribrigdi.
Tær báðar hava nevniliga
varnast, at tað nærum er
ógjørligt at finna uppskriftir
til føroyskar skóleistar.
Ikki tí, tað finnast nógv
ymisk sløg av skóleistum,
men
kvinnurnar
hava
uppskriftirnar í høvdinum
og skriva tær sjáldan
niður. Sjálvt um hesar
uppskriftirnar í ávísan mun
ganga í arv, er vandi fyri,
at nógvar av teimum bara
hvørva.
Við hjálp frá teimum, ið
hava tikið lut í kappingini,
fara Ása og Meiken tí nú at
skriva uppskriftirnar niður,
so fólk fáa høvi at keypa sær
eitt eintak.
– Tað hevði eisini verið
stuttligt at givið uppskriftirnar
út í bók, saman við smáu
forvitnisligu søgunum um
skóleistarnar, sum fleiri
høvdu sent við. Eisini hevði
tað verið ótrúliga spennandi
at fingið onkran at lýst hetta
serføroyska fyribrigdi út frá
einum fólkalívsfrøðiligum
sjónarhorni, halda Meiken
og Ása, sum nú, kappingin
er liðug, fegnar vilja nýta
høvið at takka fyri góðu
undirtøkuna. Hvør næsta
kappingin verður, er ikki
heilt greitt enn, men sum
skilst hava tær báðar longu
nú okkurt forvitnisligt í
kvittanum.
Meiken Steinberg
og Ása Justesen í
Jamm fara nú í holt
við at skriva niður
uppskriftirnar til
mongu skóleistapørini,
sum tóku lut í
kappingini
Vinnarnir av skóleistakapping funnir
Tað gjørdust Elsebeth Vang úr Kaldbak og Anna Marsten úr Klaskvík sum vunnu
skóleistakappingina, sum Jamm í Klaksvík skipaði fyri
Um ikki so langa tíð verður møguleiki at ogna sær uppskriftirnar
til vinnarapørini í skóleistakappingini