týsdagur 16. mai 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
7
Framførslan í
listaverkætlanini
“Re-thinking Nordic
Colonialism” um
ættleiðing hevði
sínar sterku løtur,
men gjørdist
samanumtikið
ikki nógv meir enn
postkolonialisma fyri
nýbyrjarar
Hjálandaveldi
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Eitt av nógv umrøddu
innsløgunum í listaverk–
ætlanini “Re-thinking
Nordic Colonialism” í
Norðurlandahúsinum um
vikuskiftið var framførslan
“(Dis)ComfortAN(d)Al
ieNation: The X-Raced
Mut(at)ed Speak” hjá
teimum báðum Jane Jin
Kaisen og Tobias Hübinette.
Framførslan setur sær fyri
at lýsa vesturlendskan
ættleiðingarídna
sum
eitt slag av modernaðum
trælahaldi við røtum í
koloniala arvinum.
Sterkar løtur
Framførslan er sett saman
av sjónbandaupptøkum,
upplestri, teksti og drama.
Meðan Hübinette lesur
upp
langar
søguligar
frágreiðingar um ættleiðing
av koreanskum børnum til
vesturheimin, fara tekstir og
myndir eftir einum stórum
lørifti, samstundis sum
Kaisen dramatiserar tað
sum fer fram. Boðskapurin
er einfaldur: Ættleiddu
børnini
hava
liðið
óbótaligan sálarligan skaða
í einum leiki, sum bert
hevur havt til endamáls at
nøkta sjálvsøkna tørvin hjá
barnleysum vesturlendskum
pørum.
Partar av framførsluni
virka sera sterkt. Meðan
monotona uppramsanin hjá
Hübinette av endaleysum
køldum fakta og tølum gerst
meir og meir kensluleys,
stríðist “ættleidda barnið”
á gólvinum við svárastu
kvølir. Fyrst verður hennara
samleiki skræddur frá henni
og roynir hon ørkymlað at
lata seg í eitt danskt flagg
í staðin. Heldur ikki her
kennir hon seg heima, og
má spakulig lata flaggið
glíða niður á gólvið, har
tað liggur sum ein tómur
meingsleysur hamur.
Næstu løtu er hon í
ferð við at vinda hvítt
klisturband runt og runt
um høvdið, inntil hon til
endan er bæði dul, blind
og stumm. Samleikaloysið
og fremmandagerðin er
fullkomin og eftir stendur
kvinnan einsamøll, “horvin”
aftanfyri hvíta klisturbandið
við áskriftini “Thank You”.
Ivasom ørindi
Meðan framførslan sum
frásøgn sum nevnt virkaði
sterkt í løtum, var tað
nakað ivasamt, hvørji
hennara ørindi í grundini
vóru. Ella hevði eg bara
væntað meir enn bara enn
eitt íkast til gamla koloniala
skuldarkenslu. Í øllum
førum var tað trupult at fáa
eyga á, í hvønn mun einfaldi
og ákærandi boðskapurin
bjóðaði seg fram sum ein
roynd at “endur-hugsa”
norðurlendskt hjálandaveldi.
Til tað var lýsingin av
ættleiðing ov primitiv eftir
mínum tykki – eitt slag
av postkolonialism fyri
nýbyrjarar, ið megnaði lítið
meir enn at seta orð á ein
trupulleika.
Havandi í huga, hvussu
stórfingin og fjøltáttað
samlaða verkætlanini er,
tóktist tað løgið, at hendan
framførslan ikki hevði
hægri ambitiónir. Ikki minst
um vit seta verkætlanina í
mun til aðrar tættir innan
postkoloniala
kjakið.
Seinastu mongu árini hava
flest øll øki innan hetta kjak
roynt at hevja seg upp um
gamlar kolonialar stereotypir
og klisjéir fyri so at siga at
skapa eitt nýtt “triðja rúm”,
har tað ber til at samskifta
út frá øðrum treytum. Innan
aðrar listagreinar hevur
hesin tráður leingi givið
postkoloniala kjakinum
ein framhyggjandi dám
og luttakararnum eina
kenslu av at koma víðari.
Tíverri tótiskt tað ikki, sum
framførslan um ættleiðing
hevði fingið eyga á hendan
tráðin.
»Harmonikusamanstoytur«
í Tórshavn
Í morgun klokkan fimm
minuttir í átta var ein
veruligur »harmoniku
samanstoytur« í Óluvu-
gøtu í Hoyvík. Ein røð av
bilum stóð og bíðaði eftir
at sleppa út á Sundsvegin,
men brádliga kom ein
bilur við nógvari ferð og
rendi inn í aftasta bilin í
røðini. Stoyturin var so
harður, at heili fýra bilar
vórðu trýstir saman eins
og ein harmonika.
Vakthavandi
á
løgreglustøðini í Havn
sigur við Sosialin, at
eingin fólkaskaði stóðst
av
óhappinum,
men
bilarnir fingu stóran
skaða – serliga bilurin,
ið av fyrstan tíð rendi
inn í bíðirøðina.
- horsdal
Lesið
internet
Sosialin !
Lesið
Sosialin
Postkolonialisma fyri nýbyrjarar
Frá framførsluni “(Dis)ComfortAN(d)AlieNation” um ættleiðing sum eitt slag av modernaðum trælahaldi
Myndir: Álvur Haraldsen