Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 93 - 16. mai 2006 Birgir Kruse, lærari og ritsjóri á Føroya Skúlabókagrunni. Gjørdi skúlasendingarnar “Skúlagáttin” í Útvarpi Føroya. “Mentamálaráðið hevur duga væl at bera hesi skakandi tíðindi á ein hátt, so vit øll kenna ábyrgd og taka málið inn at okkum.” “Vit hava við stórum stavum fingið staðfest, at mergurin er um at renna úr tjóðini.” “Skúlaskapur sveiggjar sum eitt pendul millum totalan autoritet og laissez faire. Alt bendir á, at vit í ov stóran mun hava dvalt ov leingi við hetta seinna.” “Árliga verða 300 krónur brúktar til tilfar til hvønn næmingin. Tað er EIN BÓK um árið og flytur eingi mørk. “Orkan at gera frálærutilfar skal samstundis nøkta eftirspurningin í øllum fakum.” “Tankin um, at bara lærarar kunnu stýra skúlanum má endurskoðast so skúlin í nógv størri mun gerast ein mentanardepil á staðnum.” “Í útsjónd skal skúlin gerast annað enn hin eyðkendi, fongsulslíknandi bygningurin, sum er so eyðkenur í hvørjari bygd.” “Frálæran er ov miðsøkjandi. Tað stoytir frá sær allar teir næmingar, sum fakliga peiggja í ymsar ættir. Í staðin fyri, at hetta varð ein litrík styrki, er tað ein ónda ringrás. Saman við happing, er hetta er hin dyggasti smeitur, skúlin kann verða fyri.” Í heimsins besta skúla verður lesi- og upplivingarhugurin stimbraður í hvørjum fermetri. Bókasavnið er rúmligt og dagført, eisini við filmum og biografrúmi. Teldurnar virka. Elstu næmingarnir á miðlabreytini skulu hava dagligt lokalútvarp og tey sum hava húsarhaldsbreyt skulu reka eina kantinu, so alt gevur meining og ikki bara er eitt innantómt fak á einum skema, sum bara ringiklokkan stýrir. Firouz Gaini, Mannfrøðingur og ungdómsgranskari “Vit eiga beinanvegin at fara undir at skapa ein tíðarhóskandi føroyskan skúla, ið verður stýrdur av eini leiðslu, ið hevur neyðugu fakligu barlastina og praktisku royndirnar. Skúlin skal hóska til tað føroyska samfelagið, men eisini skapa góðar heimsborgarar, ið kunnu samskifta og samstarva við aðrar tjóðir.” PISA kjak Í mong ár hava vit vita, at eitt hitt mest átrokandi, tá um ræður føroyska fólkaskúlan, er eitt veruligt skúlakjak, har vit siga okkara hugsan um, hvat vit vænta av skúlanum, hvørji mál vit eiga at seta okkum og ikki minst, hvussu faklig vitan og sosialar førleikar ávikavist skulu raðfestast. Vit hava prátað við sjey fólk, sum út frá hvør sínum støði, siga sína hugsan um úrslitið av Pisa- undankanningini, og hvussu tey ímynda sær heimsins bestaskúla. Jørn Astrup Hansen, formaður í Búskaparráðnum og fyrrverandi stjóri í Føroya Banka “Eg eri ikki skelkaður av úrslitinum.” “Skúli og bókligur lærdómur verður ikki raðfest nakað í Føroyum. At duga at skriva og lesa gevur ikki somu tign og virðing, sum at standa á einum skipsdekki og fiska. Í Føroyum verða stórar ævisøgur skrivaðar um skiparar, men nær hava vit seinast sæð eina bók um lívið hjá einum lærara?” “Mær tykist, at vit av og á gera tað óneyðuga torført fyri okkum sjálvi. Um vit ímynda okkum, at lærarar, sum eru væl skikkaðir og kvalifiseraðir eru ein mangulvøra, hví halda vit so áfram við at krevja ein skúla á hvørjum tanga? Nú hava vit um ikki annað bæði vegir og tunlar, so tað ber til at koma vegin fram.” “Og kravið um, at alt undirvísingartilfar skal vera á føroyskum, er eitt tvíeggjað svørð. Sjálvsagt eru føroyskar skúlabøkur góðar fyri førleikan í føroyskum. Men tað er krevjandi fyri eitt lítið máløki at útgeva egnar skúlabøkur. Um tilfeingið var óavmarkað, kundu vit sjálvsagt gera, hvat sum helst. Men tilfeingið er ikki óavmarkað.” “Í heimsins besta skúla eru tað ikki helvtin av næmingunum, sum keða seg. Og tað er ikki ein skúli, har tað ikki loysir seg at brúka meira enn ein tíma um vikuna til heimaarbeiði. Sjálvt tríggir tímar av heimaarbeiði ljóðar í mínum oyrum sum eitt beskeðið avrik. Vit mugu hava størri virðing fyri skúlanum, men so skal hann eisini gera seg uppibornan til virðing.”   “Tað skal vera meira prestiga við at vera lærari. So leingi sum tað er natúrligt at ein trolbassi forvinnur tað dupulta av einum lærara, eru vit ikki komin á mál.” “Hetta er eitt kollektivt álvarsmál.”