týsdagur 16. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
Annika Sølvará, setursskrivari á
Fróðskaparsetrinum og foreldur
“Tað, sum eg fryktaði,
gekk út.”
“Foreldur eiga og kunnu seta orð
á nógvar av trupulleikum, sum verða
tiknir fram í kanningini.”
“Læraraútbúgvingin skal vera ein
bachelorútbúgving”
“Mín kensla er, at føroyskir næmingar
kýta seg meira fysiskt enn intellektuelt
í frítíðini. Hvat gera teir eftir skúlatíð,
um teir ikki gera skúlating ella lesa
á bókasavninum: Íðka ítrótt, spæla
tónleik, ganga á møti, spæla teldu,
ballast? Kanska skuldu vit umhugsað
at skera nakað av hesum burtur, so tey
kunnu savnað seg um skúlan og fakliga
menning.”
“Tað ein uriaspostur at vera lærari í
dag, tí krøvini eru ómetaliga fjølbroytt
og umfatandi, meðan tilfeingið er
avmarkað. Tað merkist á fleiri lærarum, at
teir mangla motivatión, eru uppgevandi,
líkasælir ella heilt útbrendir. Nú er høvi
til at venda hesi óhugnaligu gongd.”
“Heimsins
besti
skúli
brúkar
mestu
tíðina
og
orkuna
uppá
høvuðsuppgávurnar:
fakligheit
og
sosialisering.”
Katrin D. Jakobsen, lærari og
býráðspolitikari í Havn
“Tað er fyri neyðini, at fólkaskúlin
kemur í fokus! Fólkaskúlin sigst avspegla
samfelagið. Man tað eisini standa so illa
til úti í samfelagnum?”
“Øll mugu taka ábyrgd og alt má fram
í ljósið!”
“Í allari øsingini, sum slík kanning
leggur eftir seg, mugu vit fyri alt í
verðini ikki lata Pisa seta dagsskránna
fyri tí, vit fáast við í skúlanum.”
“Yngru næmingarnir hava
alt ov stuttan skúladag.”
“Hóast læraraútbúgvingin verður
styrkt, so fær lærarin ikki betri tíð.
Hann stendur enn einsamallur við 26
næmingum.”
“Serkøn hjálp, eitt nú sálarfrøðingar,
eru ringir at fáa fatur á, tá man frá
politiskari síðu ikki hevur hildið
slíkt verið átrokandi. Eftirútbúgving
av lærarum hevur heldur ikki verið
raðfest.”
“Stóra styrkin í føroyska fólkaskúlanum
er, at vit hava hildið fast við solidarisku
skipanina. Hetta er serliga umráðandi í
so lítlum landi sum okkara.”
“Spjaldramerkið skal vera tolsemi, lív,
gleði, virkishugur, forvitni, avbjóðingar
ella vit kunnu siga, ein skúli, sum livir
upp til endamálsorðing fólkaskúlans.
Hon er bara so genial!”
Gyðja
Hjalmarsdóttir,
lærari,
skúlabókvørður og álitisfólk í Vestmanna
Skúla
“Úrslitið av PISA ikki er einki sjokk
hjá lærarum. Vit hava gjørt vart við eina
rúgvu av tingum millum ár og dag, men
tosað hevur verið fyri deyvum oyrum.”
“Uppgávurnar floyma inní skúlan. Tær
fjølgast og broytast, men føroyski lærarin
hevur í nógv ár verði við skerdan lut, tá
talan er um eftirútbúgving og tímajáttanir.
Tað kann tá ikki undra nakran, at tað má
síggjast aftur í úrslitunum hjá næmingunum
og trivnaðinum hjá lærarunum, um hugt
verður eftir trivnaðarkanningina hjá
lærarafelagnum.”
“Lætt verður tað ikki. Nøkur lyklaorð
kundu verðið: Seta sær mál, eftirmeting,
ábyrgd og virðing.”
“So er at vóna, at eisini verður hugt
at tí positiva, sum hóast alt eisini er
at hóma í niðurstøðuni av kanningini.
Tað hava vit onki hoyrt um og er tí
kanska uppá sítt pláss, at nevna tað her:
næmingarnir trívast væl í skúlanum,
sosialu relatiónirnar eru góðar, sambandið
millum lærara og næming er sum heild
gott og tað er ikki líka nógvur gangur í
tímunum, sum í Danmark (ikki nóg gott,
men álíkavæl).”
“Sum ein maður segði: Pisa ella
ikki pisa. Um eg kom í havsneyð á
Norðurhavinum, so hevði eg hvørki rópt á
finnlending, koreanara ella japanara, nei,
eg hevði rópt á ein føroying.”
Lagt til rættis: Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Annlis Bjarkhamar, lærari og fyrrverandi
mentamálaráðharri
“Tað er nakað grundleggjandi galið við
einum skúla har helvtin av næmingunum
keða seg, tí er tað nakað sum næmingarnar
ikki eiga at gera í skúlanum, so er tað at
keða seg.”
“Í
føroyska
fólkaskúlanum
er
ongar
royndarverkætlanir
innan
undirvísing, ongin gransking, onki
menningararbeiði,
næstan
ongin
eftirútbúgving av lærarum, ikki nøktandi
læraraútbúgving,
ongar
politiskar
visjónir frá politiska myndugleikanum,
ongar
eftirmetingarskipanir,
eitt
ársverk sum drepur spontanitetin og
eldhugan millum lærarar, vánaligar
hølisumstøður, ótíðarhóskandi og lítið
sigandi undirvísingartilfar, ongin greið
útmelding frá politisku flokkunum um
hvør leiðin hjá fólkaskúlanum skal verða,
onki alment kjak um skúlaskap.. Eg kundi
hildið áfram, men niðurstøðan í míni verð
er púra greið: Alt tað, sum skal til fyri at
skapa ein góðan og livandi skúla mangla
vit í Føroyum.”
“Beint nú tørvar okkum at MMR greitt
meldar út hvat tey ætla at gera.”
“Heimsins besta skúla fáa vit bara
um vit sum samfelag ásanna, hvussu
týdningarmikil skúlin í veruleikanum
er fyri alla okkara. Fortreytin fyri at
skapa ein góðan skúla er, at vit vita, hví
vit gera sum vit gera og vit alla tíðina
eftirmeta, um vit nú náa teimum málum,
sum sett eru fyri fólkaskúlan. Heimsins
besta skúla fáa vit bert, um leiðsla og
lærarar á teimum einstøku skúlunum hava
neyðugu førleikarnar, neyðuga eldhugan
og neyðuga umstøðurnar at skapa ein
góðan føroyska skúla.”
n ein skúli, ið skapar borgarar, ið hugsa kritiskt og sjálvstøðugt og tora at standa við
sítt.
n ein skúli, ið mennir bæði einstaklingin og bólkin (samfelagið)
n ein skúli, ið mennir bæði likam og heila
n ein skúli, ið skapar borgarar, ið virða náttúruna og allar mentanir heimsins
n ein skúli, ið bæði stimbrar veik og sterk
n ein skúli, ið skapar borgarar, ið gjarna vilja menna sítt samfelag
n ein skúli, ið er tolerantur og rúmar sera ymisk børn við fjølbroyttum samleikum
n ein skúli, ið hyggur meira at nútíðini og framtíðini enn fortíðini
n ein skúli, ið kennist meira sum “heim” enn stovnur
n ein skúli, har børnini hava fleiri rættindi
Firouz Gaini um heimsins besta skúla