Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 93 - 16. mai 2006 10 Nr. 93 - 16. mai 2006 Tað er ein gamal pol­ it­iskur t­akt­ikkur at­ ræða fjølmiðlarnar t­il at­ bera fram eina ávísa hugsjón. Nógv bendir á, at­ Tjóðveldisflokkurin hevur gjørt­ hendan t­akt­ikkin t­il sín egna. Tí seinast­u dagarnir hava formaður floks­ ins og fleiri onnur framst­andandi t­jóð­ veldisfólk brúkt­ nógva orku uppá hørð álop mót­i føroysku fjølmiðlunum Løgtingslóg nummar 58 um fjølmiðlaábyrgd varð enda­ liga samtykt við 3. viðgerð í løgtinginum 4. mai í ár. Meir­ ilutin fyri lógini var rættiliga stórur. 30 atkvøður vóru fyri og 1 ímóti. Allur Tjóð­ veldisflokkurin atkvøddi fyri lógini, hóast flokkurin ikki var við til at yvirtaka málsøkið. Fjølmiðlaábyrgdarlógin er í høvuðsheitum ein verja hjá teimum, ið verða viðgjørd í fjølmiðlunum. Lógin gevur møguleika at kæra til eina fjølmiðlanevnd, um tú heldur teg vera órættvíst viðfarnan av einum fjølmiðli. Lógin um fjølmiðlaábyrgd fekk eina drúgva og rættiliga nágreiniliga viðgerð í rætt­ arnevndini. Hevði sjálvur í nevndarviðgerðini eitt ógvuliga gott og jaligt samstarv við Tjóðveldis­ flokkin umboðaðan av Finni Helmsdal. Endin var, at ein samd nevnd mælti løgtingi­ num til at samtykkja lógina hjá Jacob Vestergaard, sum kemur í gildi 1. juli í ár. Ótolni ella yvirskipað ætlan? Men tað tykist sum, at ávísir lyklapersónar floksins ikki hava stundir at bíða eftir kærumyndugleikanum. Ella velja teir við vilja at grava gamla kenda taktikkin fram at ræða fjølmiðlarnar og vóna at hetta fær teir at ganga eftir ávísum politiskum leisti. Í øllum førum hevur ikki skortað við hørðum álopum móti fjølmiðlum og fjølmiðlafólki seinastu dag­ arnar. Kringvarpið, Dimma­ lætting og Sosialurin hava øll staðið fyri álopi. Hergeir Nielsen hevur í tveimum lesarabrøvum hild­ ið uppá, at útvarpstíðindini verða stýrd úr Tinganesi. Sambært lesarabrævinum er Hergeir Nielsen eftir øll­ um at døma ónøgdur við, at útvarpið ger ov lítið við at bera fram hugsanirnar hjá Tjóðveldisflokkinum á uttanríkispolitiska økinum. Men haldi, at Hergeir Nielsen átti at prógva sítt uppáhald. Tí verður útvarp­ ið veruliga stýrt úr Tinga­ nesi, so er talan um eitt álv­ arsmál. Um hugsanir Tjóð­ veldisfloksins koma ov lítið fram í fjølmiðlunum, tað kunnu onnur meta um. Tórbjørn Jacobsen valdi í lesarabrævi herfyri at fara uppaftur longri. Hann valdi sær nakrar ávísar persónar í skotlinjuna. Her nøkur kut úr lesarabrævi hansara: “...hin lítið á leið komna, ó­lærda og smádumma mikro­ fonhaldaran Sigmar út í býin, at runnið ørindir fyri hitt før­ oyska socialdemokratíið.” “At Ingi Samuelsen ikki er kom­ in longur enn at vera apologet­ ur hjá Sambandinum og teirra samhugaðu, tað kemur ikki ó­vart á nakran.” Formaður Tjóðveldisfloks­ ins hevur heldur ikki hildið seg aftur. Hjá honum eru tað Sosialurin og Portalurin, ið eru trupulleikin. Høgni Hoy­ dal skrivar millum annað soleiðis: “Sjálvt ikki í londunum hand­ an jarntjaldið undir kalda krígnum ella í beinleiðis ein­ aræðislondum finnast dømir um ein so partapolitiskan og litaðan journalistikk, sum í Sos­ ialinum og á Portalinum.” “Eftir mínum tykki hevur onki ítró­ttarlið í USA betri juhu­ fó­lk á vøllinum, enn sitandi landsstýri hevur í Sosialinum og á Portalinum.” Tykist mær eitt sindur løgi, at framstandandi tinglimir Tjóðveldisfloksins við for­ manninum á odda brádliga eru farnir slíka herferð ímóti føroysku fjølmiðlunum beint eftir, at teir sjálvir hava verið við til at samtykkja eina lóg, ið heimilar teimum og øllum øðrum fullan rætt at kæra um viðurskifti, sum teir eru ónøgdir við í fjøl­ miðlunum. Vónandi er orsøkin ótolni ella bara vanligar frustrasjónir um at sita í andstøðu. Verri er, um hetta er ein miðvís ætlan at ræða fjølmiðlarnar til at gerast egnu boðberar teirra. Lifran og hóttan eru gomul vápn Tað finnast tvey gomul vápn, ið verða nógv nýtt av ymsum áhugabólkum til at royna at vinna sær framíhjárættindi í fjølmiðlunum. Annað er at lifra fyri ávísum journ­ alistum ella øllum miðla­ stovninum. Hitt er at hótta ávísar journalistar ella allan stovnin. Danski forsætisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, royndi tað fyrra av hesum vápnunum herfyri. Hann valdi sær ein ávísan bólk av journalistum, ið hann helt vera vinarligar ímóti stjórn­ ini, og bjóðaði teimum til fínan døgurða og veitslu í embætisbústaðnum, Mari­ enborg. Tíbetur vóru journ­ alistarnir so mikið at sær komnir, at teir í staðin fyri at møta til døgurðan skrivaðu um, hvussu forsætisráðharrin royndi at keypa teir. Ætlanin hjá Anders Fogh Rasmussen miseydnaðist, døgurðin varð av ongum, og í staðin kom ein keðilig søga fram um til­ takið í fjølmiðlunum. Tað hóttandi vápnið er helst tað, ið verður mest nýtt í Føroyum. Av tí, at viðurskiftini her eru so tøtt, er tað lættari at brúka hetta vápnið í Føroyum enn aðrastaðni. Um tú fært fleiri at hótta og rópa saman við tær, verður trýstið skjótt so stórt á tann einstaka, at hann bognar fyri trýstinum, gevur tær rætt í øllum og letur vera við at viðgera teg kritiskt. Hetta kann tykjast vera yvirskipaða ætlanin hjá Tjóðveldisflokkinum. Tó havi eg tað álit á fjølmiðla­ fólkunum, at tey ikki lata seg ávirka av slíkum trýsti. Men man kundi tó freist­ ast og spurt, hví ongin enn hevur viðgjørt opin­ lýstu andsøgnina millum orð og gerðir hjá til døm­ is framsøgukvinnu Tjóð­ veldisfloksins í fiskivinnu­ málum.... Tað vóru kærkomin og hugalig tíðindi vit fingu frá Jarðfeingi nú um dagarnar. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, tað italska ENI verður verandi í Føroyum. Eftir at felagið boraði turran brunn nøkur ár herfyri hevur tað ligið í kortunum, at ENI helst fór at taka seg úr Føroyum. Tað hevði verið eitt bakkast fyri oljuleitingina. Men so skuldi ikki verða. Umframt sítt seks ára loyvi hevur ENI eisini umsitið eitt níggju ára loyvi. Og har eru treytirnar,at loyvishavari eftir seks árum sigur frá, um hann ætlar sær at bora. Og hetta er júst tað, sum ENI saman við partnaranum Føroya Kolvetni, hevur gjørt av – at bora ein leitibrunn í níggju ára loyvinum innan trý ár. Henda avgerð, sum er fingin í lag í samráðingum við okkara egnu oljumyndugleikar, Jarðfeingi, er einki minni enn eitt ”scoop” fyri oljuleitingina sum heild. Tí við henni fáa vit nógv. Vit tryggja, at hesin oljurisin verður verandi í Føroyum við síni ekspertisu, skrivstovu og sínum fólkum. Vit tryggja, at vit fáa ein leitibrunn aftrat á landgrunninum og kanska ikki minst, hvat mong helst ikki geva sær fær um enn, so kann hesin brunnurin draga onnur oljufeløg inn í Føroyaøkið. Tað er nevniliga væl hugsandi, at ENI sum fyristøðufelag og við heilum 75% av skyldunum í hesum loyvi, ynskir at fáa onnur feløg við at fordeila váðan. Tá nú ENI hevur gjørt av at vera verandi í Føroyum og bora ein dýran og váðiligan brunn í einum øki, sum ikki liggur so langt vekk frá ”Gullhorninum”, har leitingin ikki gav so góð úrslit, má tað væl vera tí, at serfrøðingarnir hjá felagnum meta, at her er nakað at fara eftir. Tað er so eisini ein sannroynd, at Anne Marie brunnurin, sum hesin komandi brunnur verður kallaður, liggur ikki so langt frá fleiri sera áhugaverdum oljufundum í bretskum øki, Rosebank, Cambo og Suilven. Hugsandi er tí, at fleiri oljufeløg, sum hava verið her áður, og sum neyvt fylgja gongdini á nýggju oljuleiðunum við markið, eisini fara at hava eitt gott eygað til komandi brunnin hjá ENI og tískil vilja blíva partur av honum. Hendir tað, so merkir avgerðin hjá ENI í veruleikanum, at vit kunnu fáa uppaftur fleiri oljufeløg inn á landgrunnin. Tí er avgerðin hjá ENI og Føroya Kolvetni so týdningarmikil fyri leitingina á Føroyaøkinum sum heild. Og hvørji feløg kundi so talan verið um! Her kunnu sum dømi nevnast, ExxonMobile, Maersk Oil og Total. Ikki minst hetta seinasta felagið, Total er áhugavert, tí tað telur í veruleikanum trý oljufeløg, sum vórðu løgd saman í eitt. Og øll hesi feløgini, Total, Fina og ELF vórðu virkin á Føroyaøkinum í síni tíð. Samanleggingin gjørdi so, at tey ”mistu” áhugan ella gjørdu aðrar raðfestingar. Tey sita í hvussu er inni við nógvari vitan og royndum frá landgrunninum, og tí vildi tað verið ein ”funnin fressur”, og upplagt, um tey samanløgd aftur vendu áhuganum henda vegin. Tað hevði so styrkt um leitingina samanlagt. Og í hesum sambandi er eisini vert at hava í huganum tey loyvini, sum vórðu lutað út í 2. útbjoðing. Hesi liggja uppat brunnum, ið skulu borast komandi árini og fáa vit eitt positivt úrslit, er ikki óhugsandi, at áhugin hjá øðrum feløgum, ið ikki eru við í dag, at keypa seg inn í hesi loyvini, fer at økjast. Eitt nú situr Statoil við tveimum loyvum einsamalt. Og Geysir og Atlantic Petroleum sita somuleiðis við tveimum loyvum, har dyrnar helst standar opnar fyri nýggjum partnarum. Samanumtikið talar nógv fyri eini sera positivari gongd í oljuleitingini við Føroyar. DAGSINS MEINING Sosialurin Gott íkast til oljuleiting VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Skeiv yvirskrivt­ Sum tann gløggi lesarin hevur varnast, so var skeiv yvirskrift til greinina hjá Høgna Hoydal í blaðnum í gjár. Rætta yvirskrivtin skuldi vera »Hvør hevur á­byrgd­ ina av partapolitiska Sosialinum og Portalinum« og var greinin ein almennur fyrispurningur til stjóra og nevnd hjá Føroya Tele. Vit biðja lesarar og greinskrivara halda okkum til góðar. blaðstj. Álop á fjølmiðlafólk ­ t­akt­ikkur ella ót­olni? Løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin joHN joHANNESSEN