týsdagur 16. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 93 - 16. mai 2006
Nr. 93 - 16. mai 2006
11
VIÐMERKINGAR
- At blaðfólkið á Sos-
ialinum rennur part-
apolitisk ørindi fyri
Javnaðarflokkin, er
beinleiðis lygn, og tað
veit Høgni Hoydal
væl, hóast hann íðin
endurtekur hesa
somu lygn aftur og
aftur.
- Eg kann bara svara
fyri meg sjálvan, og
eg haldi, at hetta er
so ósakligt ímóti okk-
um, sum hvønn dag
gera okkara besta á
Sosialinum, at eg havi
ikki orð fyri tí, skriv-
ar Áki Bertholdsen,
blaðmaður í viðmerk-
ing til Høgna Hoy-
dal, formann Tjóð-
veldisfloksins
Hesa seinastu tíðina hevur
alt Føroya Fólk verið vitni
til eina herferð, ímóti Sos
ialinum og okkum, sum
arbeiða her – eini herferð,
sum er so ósakligt, at tað
man neyvan kenna sín líka í
almenna orðaskiftium í Før
oyum.
Felags fyri hesa herferðina
er, at tað eru tjóðveldisfólk
og fólk við ávísum tilknýti
til flokkin, sum føra pennin,
ikki minst floksformaðurin
sjálvur, Høgni Hoydal.
Eg hevði ongantíð ætl
að mær at svarað aftur.
Helt kanska, at talan var
bara um tey vanligu frustr
atiónsherðindi, sum koma
undan kavi ymsastaðni við
hvørt og sum pláss eigur at
vera fyri, men sum dovna
burturaftur, tá ið øðin er
avhasað aftur.
Men tað slepst ikki undan
at svara aftur, tí tað verður
týðiligari og týðiligari, at í
hesum føri er ikki talan um
vanligar frustratiónir. Tvørt
urímóti er talan um eina væl
skipaða herferð, sum hevur
til endamáls at oyðileggja
umdømi hjá okkum, sum
arbeiða á Sosialinum.
Í hesi herferðini er tann
reyði tráðurin, at Sosialurin
aftur og aftur verður skuld
settur fyri at renna parta
politisk ørindi fyri Javnað
arflokkin.
Nú eru tað ógvuliga
avmarkað, hvat ið teir
báðir blaðstjórarnir á Sos
ialinum, Jan Müller og
Eirikur Lindenskov, skriva
í blaðnum, tí teir taka sær
mest av øðrum uppgávum.
Sostatt kunnu hesi álop
ikki skiljast øðrvísi enn ein
skuldseting ímóti blaðfólk
unum á Sosialinum fyri at
vera skutilssveinar hjá Javn
aðarflokkinum.
At blaðfólkið á Sosialinum
rennur partapolitisk ørindi
fyri Javnaðarflokkin, er bein
leiðis lygn, og tað veit Høgni
Hoydal væl, hóast hann íðin
endurtekur hesa somu lygn
aftur og aftur.
Eg kann bara svara fyri
meg sjálvan, og eg haldi,
at hetta er so ósakligt ímóti
okkum, sum hvønn dag gera
okkara besta á Sosialinum,
at eg havi ikki orð fyri tí.
Men hetta vísir eisini mur
una í Høgna Hoydal, sum
er høvuðsmaður aftan fyri
hesa útspilling og teimum,
hann hevur fingið at hjálpa
sær, bæði í tingmanningini
hjá Tjóðveldisflokkinum og
uttanfyri.
Og hetta vísir eisini,
hvussu langt hann er til reið
ar at fara fyri og hvussu djúpt
hann er til reiðar at lata seg
søkka fyri at røkka tí máli,
hann hevur sett sær fyri.
Eg brýggi meg ikki
um, hvørki beinleiðis ella
óbeinleiðis, at vera kallaður
stutilssveinur hjá Javnaðar
flokkinum í mínum arbeiði
sum blaðmaður á Sosiali
num.
Eg havi arbeitt á Sosiali
num í yvir 10 ár. Enn hevur
ongin, hvørki á blaðnum ella
í Javnaðarflokkinum, nakr
antíð spurt meg, hvar eg
hoyri heima politiskt.
Ongin hevur heldur nakr
antíð álagt mær at skriva,
so at tað er til fyrimuns fyri
Javnaðarflokkin og ongin
hevur nakrantíð lagt trýst á
meg fyri at geva Javnaðar
flokkinum betri sømdir enn
øðrum.
Politiskt hevur blaðfólkið
á Sosialinum allar ælabogans
litir. Men so skal leggjast aft
urat, at akkurát hetta hevur
so lítlan áhuga á Sosialinum,
at spurningurin um, hvat ið
hvør velur hevur ongantíð
verið tikin upp á tungu,
tað eg veit. Men vit vita,
at vit hava havt blaðfólk,
sum hava verið uppstillað
fyri Fólkaflokkin og vit
hava blaðfólk, sum hava
verið uppstillað fyri Tjóð
veldisflokkin. Vit hava blað
fólk, sum hava bekent seg
til Sambandsflokkin og hvar
restin hoyrir heima veit eg
ikki men ivaleyst er eisini
okkurt javnaðarfólk uppi í.
Tí er tað beinleiðis ein
grov niðurgerðing av okk
um øllum, sum arbeiða á
Sosialinum, tá ið Høgni
Hoydal og hansara politisku
pennaførarar ferð eftir ferð
leggja leggjast á okkum og
alment skuldseta okkum at
renna politisk ørindi fyri
Javnaðarflokkin.
Ongi vápn ov skitin
Sjálvandi hava øll loyvi til at
hava eina meining um Sos
ialin og sjálvandi hava øll
loyvi at finnast at ymsum,
sum stendur í Sosialinum.
Konstruktivur kritikkur
er altíð vælkomin, tí hann
kunnu vit brúka til at gera
okkara arbeiði betri.
Men tað, sum vit nú eru
vitni til, er nógv meiri enn
tað. Hetta røkkur langt
útum vanliga ónøgd um
okkurt, sum hevur staðið í
blaðnum.
Tað, sum talan er um í
hesum føri, er at Tjóðveldis
flokkurin er farin undir eina
miðvísa og væl skipaða nið
urgerðing og útspilling av
okkum á Sosialinum
Eg kann ikki prógva tað,
men eg ivist onga løtu í tí.
Nú skal eg ikki skera øll
yvir ein kamb, tí sanniliga
eru tey eisini mong í Tjóð
veldisflokkinum, sum hava
format til at lyfta seg upp um
hetta støðið.
Eg haldi meg minnast
Høgna Hoydal nakað síðani
standa á tingsins røðarapalli,
har hann skelvandi á máli
num av harmi, vardi Tjóð
veldisflokkin eftir at hann
helt, at hann hevði fingið
órættvísa viðferð frá ting
limum úr samgonguni.
Tá vísti hann á eina gamla
sannroynd, sum sigur, at at
fortelur tú eina lygn nóg ofta,
so trúgva fólk tí til síðst.
Minnist meg rætt, vísti
hann á, at áhaldandi lygnir
og útspillingar vóru metod
urnar, sum vóru vanligar at
brúka í summum londum
og av summum fólkum, tá
saklig argument ikki rukku
til. Hann segði, at endamálið
er heilt einfalt at oyðileggja
umdømið hjá teimum, sum
ætlanin er at raka, tí fært tú
oyðilagt teirra góða navn og
heiður, og fært tú sátt iva um
teirra trúvirði, er longu so
nógv vunnið.
Um Høgni Hoydal sipaði
til støðuna í Týsklandi fyri
sjeyti árum síðani, ella til
McCarthyforfylgingarnar í
USA fyri fimmti árum síð
ani, veit eg ikki.
Men tað skerst ikki burtur,
at hetta er ein taktikkur, sum
Høgni Hoydal hevur tikið
við læru av, tí hetta er akku
rát somu metodur, hann nú
brúkar ímóti okkum, sum
arbeiða á Sosialinum.
Har eru ongi vápn ov
skitin og ongin kann siga
nakran ringan fyri at geva
partamanni hansara, Tór
birni Jacobsen, rætt, tí ið
hann í eini blaðgrein herfyri
hevði hug at gera Høgna
Hoydal til heimsmeistara í
manipulatión.
Hvørja ferð, hetta páhaldið
um at Sosialinum rennur
ørindi fyri Javnaðarflokkin,
skal prógvast, hevur Høgni
Hoydal eini merkilig evni at
pilka akkurát tey bløðini burt
urúr rúgvuni, har innihaldið
tænir hansara áhugamálum
best. Øll hini bløðini verða
lætt og elegant lopin upp og
ikki tikin upp á tunguna.
Her setir hann ikki sær
sjálvum somu krøv til sak
ligheit, sum hann setir øðr
um, tá ið tey finnast at Tjóð
veldisflokkinum.
Og so vitleysur er Høgni
Hoydal í síni royndum at
spilla umdømið hjá okkum
á Sosialinum, at hann enntá
ikki fýrir fyri at gera gjøldur
burturúr úr fólki, sum hava
krabbamein og at niðurgera
læknar, sum ávara ímóti
Krabbameini. Tað hevur
Høgni Hoydal gjørt svart á
hvítum í lesarabrævi í bløð
unum.
Har segði Høgni Hoydal,
at ístaðin fyri at skriva um
ymisk politisk mál, sum
vóru uppi í tíðini, skriv
aði Sosialurin, at tað var
»vandamikið at taka sól«.
Hann skrivaði tað í gásar
eygum fyri líkasum at und
irstrika sína vanvirðing. So
hevði tað ongan týdning
fyri hann, at her var talan
um eitt fólk, sum hevði havt
húðkrabba og sum Krabba
meinsfelagið hevði heitt á
um at bera søguna víðari
sum eina ávaring til onnur.
Hann legði heldur ikki í,
at í sama blaði ávaraðu tveir
serlæknar í krabbameini fólk
ímóti at sóla sær og ofta ella
at brúka solarium ov nógv, tí
tað økti munandi um vandan
fyri at fáa húðkrabba.
Leggjast kann afturat, at
nú hevur Føroya Felag ímóti
Krabbameini gjørt av at
varpa ljós á húðkrabbamein
av álvara, tí hetta slagið av
krabbameini er tað, sum
økist mest í Føroyum.
Á Sosialinum kunnu vit
bert siga, at kunnu vit vera
við til at varpa ljós á vandan,
gera vit tað fegin, men ikki
mátti tað sømt seg hjá Høgna
Hoydal at lítisvirt arbeiðið
hjá Krabbameinsfeagnum
og at gjørt gjøldur burturúr
søguni hjá einum, sum hevði
havt krabbamein.
Hetta er bara eitt dømi.
Men hetta vísir bara, at hjá
Høgna Hoydal eru ongi vápn
ov skitin í royndunum eftir at
spilla okkum á Sosialinum,
út.
Eftir mínum tykki ger øll
hendan herferðin Høgna
Hoydal til tann mest prim
itiva og eirindaleysa pol
itiska leiðaran í Føroyum
nakrantíð, tí at vísa slíka
vanvirðing fyri sínum med
menniskjum er tíbetur púra
ókent í føroyskum politikki
higartil.
Høgni ikki heilt
forfjónaður
Ongin er lítaleysur, heldur
ikki vit á Sosialinum og tað
er onki at ivast í, at tekur tú
blað fyri blað, so kann tað
politiskt hella hendavegin
ella hinvegin.
Øll vita, at á føroysku
fjølmiðlunum eru vit so illa
mannað, at tað fær ikki verið
øðrvísi. Og tað veit Høgni
Hoydal eisini. Tá ið sjálvt
almenna Kringvarpið, við
hvørjum einasta húsarhaldi
í Føroyum sum betalara,
gremur seg um, at tey eru so
illa mannað, at tey fáa ikki
røkt sítt arbeiði so væl sum
ynskilgt, hvat skulu vit so á
bløðunum gera, sum einans
kunnu dúva upp á at gera
bløðini so fræg, at at fólk
á gøtuni hava hug at keypa
okkara blað?
Tekur tú Sosialin yvir eitt
longri tíðarskeið, er tað mítt
páhald, at politiska javnvágin
á heilt góðari leið.
Eg havi ikki talt hvørja
einastu grein, men fært tú
á teldusavnið hjá okkum og
skrivar “Høgni Hoydal” í
leitirútin, koma heilar 1.922
greinar á skermin.
Hetta eru greinar, har vit
hava viðtal við Høgna Hoy
dal, ella greinar, sum hann
hevur skrivað sjálvur og
sjálvandi greinar, har hann
er umrøddur.
Eg meini so við, at heilt
forfjónaður er hann ikki í
Sosialinum.
Leitar tú eftir “Jóannes
Eidesgaard”, koma 1.675
greinar á skermin, hóast
hann hevur verið fleiri ár
longri í politikki enn Høgni
hevur.
Eg veit væl, at hetta er ikki
nakað prógv, men ein týðilig
ábending er tað kortini.
Hvar er fyrimunurin
Hesi fólkini, sum eru við
í hesi herferðini ímóti Sos
ialinum føra javnan fram,
at Javnaðarflokkurin hevur
havt so ómetaliga stóran fyr
imun av at eiga Sosialin.
Hví er Javnaðarflokkurin
so ikki nógv størsti flokkur í
landinum? Hví hevur Javnað
arflokkurin sitið í andstøðu í
heili átta av hesum seinastu
10 árunum, vissi hann hevur
havt so stóran fyrimun av at
eiga Sosialin?
Hví er tað so ikki ein javn
aðarmaður, sum er valdur á
fólkting, men Høgni Hoydal
og Anfinn Kallsberg?
Men tá ið Høgni Hoydal
fer eftir ferð hevur eitt gott
valúrslit, er tað sjálvandi tí
at hann dugir væl at selja
sín boðskap. Men í poli
tikki gongur upp og niður
og trúgva skulu tit mær,
at so skjótt tað aftur fer at
ganga hinvegin hjá Tjóðveld
isflokkinum, skal tað nokk
vera Sosialurin, sum fær
skyldina.....
Hvat er endamálið
Spurningurin er so, hvat
endamálið er við hesi, eftir
mínum tykki, vanvirðisligu
og vitleysu herferðini hjá
Høgna Hoydal ímóti okkum
á Sosialinum.
Nú er tað ongin loyna, at
hóast Tjóðveldisflokkurin
biðjur um fólksins álit at
stýra øllum landi, hava teir
enn ongantíð megnað at stýrt
eini lítlari fyritøku, tí fleiri
ferðir hava teir roynt at fáa
eitt floksblað at ganga, men
tað er farið á heysin hvørja
ferðr.
Sostatt hevur Tjóðveld
isflokkurin í dag onki mál
gagn.
Kann veruliga endamálið
hjá Høgna Hoydal vera
at leggja so stórt trýst á
fjølmiðlarnar, at teir ótil
vitað koma geva Høgna
betri sømdir enn øðrum og
at Høgni Hoydal soleiðis
óbeinleiðis sleppur at stýra
tíðindaflutninginum í Før
oyum, hóast hann onki floks
blað hevur sjálvur??
Er tað endamálið veruliga
at leggja so stórt trýst á fjøl
miðlarnar, at teir ikki tora
at standa ímóti, men bakka
og leggja seg meiri og minni
flatar fyri Høgna Hoydal
av berum ótta fyri tí næsta
álopinum? Er hetta so, er tað
helst tað nærmasta vit hava
verið politiskari islamismu í
Føroyum, tí eisini hjá funda
mentalistiskum islamismum
er tað ein vælkendur tak
tikkur at leggja so stórt
trýst á, at ongin torir at
standa ímóti. (Hetta verður
sagt uttan á annan hátt at
samanbera Høgna Hoydal
við fundamentalistiskar
islamistar
annars, men
kanska sær onkur nøkur fel
agseyðkenni hóast tað er á
hvør sínum støði?)
Ella er Høgni Hoydal
rætt og slætt ræðslusligin
fyri teirri ómetaligu fíggj
arligu yvirvágini sum
Javnaðarflokkurin fær, nú
hann hevur selt Sosialin
og fingið fleiri milliónur
á bankabókina afturímóti
Tjóðveldisflokkinum, sum
altíð hevur skravað botnin
fíggjarliga?
Undir øllum umstøðum
kundi Høgni Hoydal víst
størri format enn púra fyri
litarleyst at traðka okkum,
sum arbeiða á Sosialinum
niður á vegnum.
Hvat fær Høgni Hoydal burturúr
at svína blaðfólkið á Sosialinum til?
blaðmaður á
Sosialinum
áki
bertholdsen