týsdagur 16. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 93 - 16. mai 2006
12
Nr. 93 - 16. mai 2006
11. mai kunnger
landsstýrismaðurin
í mentamálum skelk
andi úrslit frá PISA
undankanning,
meðan uppskot til
samtyktar frá Tjóð
veldisflokkinum,
sum Heidi Petersen,
løgtingskvinna legði
fram um m. a. styrkjan
av fakliga førleikanum
í fólkaskúlanum
ikki vann frama
Føroyingar hava síðan 1. jan
uar 2002 havt fulla ábyrgd
av undirvísingarverkinum,
og vit hava sostatt átikið
okkum endaliga ábyrgd av,
at førleikarnir hjá okkara
næmingum eru so góðir, at
vit kunnu samanbera okkum
við onnur framkomin lond,
og at okkara ungdómar eru
eins væl fyri í altjóða høpi,
sum ungdómar úr øðrum
londum eru.
Sum ein uppfylging av
hesum tók Tjóðveldisflokk
urin í Mentamálaráðnum í
2003 avgerð um, at Før
oyar skuldu luttaka í altjóða
PISA kanningini av fólka
skúlanum. PISAkanningar
nar, sum OECD stílar fyri,
hava víst seg at verið eitt
gott amboð at nýta í skúl
averkinum í teimum ymsu
londunum, tá ið metast skal
um førleika og úrtøku hjá
15 ára gomlum næmingum
í 9. flokki.
Orsøkirnar fyri luttøku
vóru fleiri, men ein av
høvuðsorsøkunum var at
kanningarnar kundu stað
festa á hvørjum støði før
oyski fólkaskúlin var á í mun
til fólkaskúlarnar í øðrum
londum, og við kanningar
úrslitinum sum grundarlag,
kundu tryggja føroyskum
fólkaskúlanæmingum eins
góða og holla útbúgving,
sum næmingar í øðrum
londum fáa.
Nú úrslitini av undankann
ingini fyriliggja, ásannar
Tjóðveldisflokkurin,
at
tey eiga at takast í størsta
álvara, og heldur tað vera
bráðneyðugt at fara undir
eina gjølliga endurskoðan
av øllum fólkaskúlanum
sum skjótast. Kanningin
vísir, at fakliga støðið í
føroyska fólkaskúlanum á
ongan hátt er nøktandi, og
við hesi staðfesting verður
neyðugt at fara álvarsliga
til verka í endurskoðanini
av skúlanum.
Tjóðveldisflokkurin
heldur tíðina vera komna
til at skipa ein fólkaskúla
við støði í føroyskum við
urskiftum,
samfelagið,
mentan og samleika, og
samstundis ein fólkaskúla
við sterkum fakligum inn
ihaldi, sum ger næmingar
okkara førar fyri at stíga
fram og kappast á jøvnum
føti við næmingar úr øllum
heiminum.
Tjóðveldisflokkurin legði
3. mars í ár uppskot til
samtyktar fyri Føroya Løg
ting við áheitan á landsstýris
mannin
í
mentamálum
um at kannað, hvussu vit
í føroyska fólkaskúlanum
kundu uppraðfesta nøkur
øki, soleiðis at vit longu
á fíggjarlógini fyri 2007
kundu játtað neyðug framtøk
á fólkaskúlaøkinum innan:
• føroyskt mál og mentan,
• skapandi lærugreinir og
samstarvi millum næming
arnar,
• fjøltáttaðum
arbeiðs
hættum og tøkni, so fakligi
førleikin kann styrkjast og
liva upp til altjóða krøv,
• sernámsfrøðiligu ráðgev
ingina og undirvísingina
kring landið.
Umráðandi er, at føroyskir
fólkaskúlanæmingar fáa
gott í beinið, so hvørt sum
heimurin við nýggjari tøkni
og samskiftismiðlum, ferða
sambondum og margføldum
møguleikum gerst minni og
minni fyri hvønn dag, sum
gongur.
Hetta gerst best við hollari
upplæring og undirvísing
í máli og mentan, har stór
ur dentur skal leggjast á
landsins søgu og siðir, tí
hesi eru sjálvt grundarlagið
undir einum sjálvstøðugum
og sterkum samleika í før
oyska fólkinum.
Nútímansgerð
av
lærugreinum og arbeiðshætt
ir eiga at vera verkevni, sum
støðugt skal arbeiðast við
í føroyska fólkaskúlanum.
Málið eigur greitt at vera at
styrkja um fakliga førleikan,
so hann lýkur altjóða krøv
og harvið ger okkum betur
brynjaði til kappingina á
altjóða pallinum.
Løgtingið helt ikki, at
so átrokandi neyðugt var
at gera uppraðfestingar
í
fólkaskúlanum
og
20. apríl var uppskot
ið felt við 18 atkvøðum
ímóti og 10 atkvøðum
fyri. Nú niðurstøðan frá
undankanningini í fólka
skúlanum fyriliggur, er tað
mín vón, at eisini Føroya
Løgting dugir at síggja álv
aran í málinum, og vil vera
við til at taka ábyrgd.
Altjóða kappingin gerst
ikki umvegis annað land,
men einans beinleiðis, og tí
muga vit vilja, tora og hava
dirvi í felag at seta okkum
mál og taka avgerðir, so
at eisini okkara ungdómar
í framtíðini kunnu teljast
millum heimsins fremstu.
Tí verður neyðugt at vit
øll í felag fara til verka
at lyfta uppgávuna, og tað
eigur at gerast nú.
Næmingar,
foreld
ur, skúlastýrið, lærarar,
kommunur,
lærarafelag,
fyrisiting, læraraútbúgv
ingin, landsstýrismaðurin
í mentamálum, politisku
flokkarnir og allar góðar
kreftir í føroyska samfelag
num, sum kunnu vera við,
skulu samfelt vilja og tora
at taka ábyrgd av føroyska
fólkaskúlanum.
Løgtingið vrakaði uppraðfestingar í skúlanum
løgtingskvinna
Heidi
Petersen
Tað tabu, sum leingi
hevur verið um okkara
niðursmokkaðu skúla
skipan, er endiliga
brotið. Pisakanningin
má gerast startskotið til
endurreising
Í juni 2001, tá eg starvaðist
á Fregnum, hoyrdi eg so
nógvar søgur um óskil á Lær
araskúlanum, at eg setti mær
fyri at kanna tað nærri.
Eg tosaði við nógvar
næmingar, og tað, teir
søgdu, var einki minni enn
skelkandi.
Formaðurin, næstformað
urin og skrivarin í Ráði
teirra lesandi á skúlanum
vóru so djarvir, at teir stóðu
fram í blaðnum. Tveir teirra
lærdu til pedagog og ein til
lærara. Men tað, teir høvdu
at siga, var fyri mesta partin
tað sama.
Ta yvirskipaðu uppliving
ina hjá einum næmingi á
skúlanum, lýsti ein teirra
soleiðis:
“Hvørt ár koma nýggir
næmingar inn á skúlan.
Teir eru fullir av eldhuga.
Vilja læra nakað nýtt og
eru sinnaðir at arbeiða.
Men sum fyrsta árið á skúl
anum líður, sovnar tann
upprunaligi eldhugin burt
ur. Alt steðgar upp og køv
ist. Skúlin, sum skuldi birt
upp undir áhugan, køvir
hann í staðin.”
Og úrslitið gjørdist sam
bært næminginum hetta:
”Tá næmingarnir hava
verið nóg leingi á skúlan
um, er allur eldhugi burtur
hjá mongum. Hugsanin er,
at tú bara skalt vera inn
skrivaður á skúlanum í fýra
ár. Tá tey eru farin, fært
tú prógv. Og tað er líka
mikið, um tú hevur lagt
nógv ella lítið arbeiði í tína
útbúgving.”
Næmingarnir greiddu eis
ini frá, at tað so at siga ikki
var nøkur leiðsla á skúlan
um yvirhøvur. Teir fingu
eina kenslu av, at eingin
hevði ábyrgdina av nøkrum.
Og tann kenslan styrktist
av, at stjórin ein stóran part
av tíðini als ikki var til
staðar. Hvørki á skúlanum
– ella í landinum...
Í fleiri lærugreinum var
støðið júst tað sama sum
tað er á miðnámsskúlunum.
At ganga á læraraskúlan,
søgdu næmingarnir, kendist
ofta sum at ganga umaftur í
miðnámsskúla. Ja, stundum
kendist tað sum at ganga
umaftur í fólkaskúla...
Tann lógarkravda skyld
an at møta upp til undir
vísingina bleiv als ikki vird,
og næmingarnir høvdu
enntá upplivað, at lærarar,
orsaka av vánaligari tilrætt
islegging, ikki møttu upp til
próvtøku.
Næmingarnir fóru so langt
at teir í fyrsta lagi kravdu,
at leiðslan á skúlanum varð
skift út, og í øðrum lagi
at myndugleikarnir gjørdu
sær greitt, hvat endamálið
var við hesum skúla, sum
var endaður í reinum kaos.
Heilur flokkur stuðlar
Táverandi rektari á skúla
num hevði onga viðmerking,
tá eg legði hetta fram fyri
hann. Men tveir dagar
seinni sópaði hann í einum
lesarabrævið allar ákærur av
borðinum, legði ábyrgdina
fyri mistrivnaðin á næmingar
nar sjálvar, og rættvísgjørdi
sín egna leiklut við at vísa til
ógvuliga flákrandi hugsanir
um pedagogiska filosofi.
Hann
skrivaði
eisini
at tað, sum hevði staðið
í Fregnum "fær í hvussu
er fólk, ið ikki vita betur,
at halda, at øll lesandi á
læraraskúlanum standa sam
an um tað, sum teir siga.
Tað passar ikki".
Hetta
arroganta
svar
fekk rættiliga øði í nógvar
næmingar, og tí gjørdi ein
heilur flokkur av pedagog
næmingum av alment at
geva teimum, sum høvdu
sett ákærurnar fram, sín
fulla stuðul.
Larmandi tøgn
Men eingin annar stuðlaði
næmingunum!
Vaksnir næmingar seta
ikki so álvarsamar ákærur
fram til stuttleika. Hetta
var einki minni enn eitt
neyðarróp. Men kortini
hendi einki. Myndugleikar
nir lótu ikki við seg koma,
og almennu fjølmiðlarnir
tóku ikki málið upp. Nøkur
lesarabrøv seinni seyraði
neyðarrópið hjá hesum
djørvu næmingum niður í
tann sandin av hugsjónar
og dirvisloysi, sum okkara
almenna skúlaverk hevur
staðið á í mong ár.
Tann sandin, sum eisini er
fullur av ringu samvitskuni
hjá teimum túsundtals før
oyingum, sum í mong ár
hava vitað hvussu støðan er
innan okkara skúlaskipan,
og sum hava tosað um tað
sínámillum, men sum ikki
hava torað at tala eitt orð
um tað alment.
Frálík pisakanning
Henda fýra ára gamla søg
an er eitt dømi um tað óhug
naliga tabu, sum hevur verið
kring alt skúlakjak í Føroy
um í mong ár. Sjálvt ikki
tá røddirnar vóru so harðar
sum her, tordi nakar at svara.
Og tíansheldur gera nakað.
Hevði pisakanningin for
talt okkum, at okkara fólk
askúli er vánaligur, men at
onkur annar fólkaskúli er
verri, hevði hennara lagna
helst verið tann sama.
Hon hevði verði køvd í
undanførslum og tosi um
pedagogikk, form, trivnað
osv.
Men hetta úrslitið kann
ikki burturforklárast. Her
er yvirhøvur eingin ivi; den
er gruelig gal! Niðurstøðan
er so greið, at eingin und
anførsla er før fyri at káva
útyvir hana.
Tíbetur!
Tí við einum so greiðum
úrslitið, er nógv lættari at
fara til verka. Øll vita, at
vend má koma í. Øll vita
eisini, at eitt so vánaligt
úrslit ikki kann kastast nøkr
um einstøkum parti fyri.
Bæði myndugleikar, skúl
aleiðslur, læraraskúli, lær
arar og – kanska serliga
– foreldur, kenna sína
skyldu.
Tí eru fortreytirnar nú so
góðar sum ongantíð áður
at savna fólk um at fáa
ta skútuna á rættkjøl, sum
hevur tikið sjógv í nógv
Harrans ár.
Frálík pisakanning!
Frálík pisakanning!
sjúrður
skaale
Summarið nærkast, og vit
foreldur vilja sjálvandi
hava summarfrí saman við
okkara børnum. Nú skulu
vit rættiliga hugna okk
um saman. Trupulleikin
er, at nógvir barnagarðar
og nógvar vøggustovur
stongja í summarfrítíðini.
Arbeiðsgevarin og sam
starvsfelagar vilja, at man
skal leggja feriuna tilrættis.
Jú, tað er onki problem. Eg
skal hava frí í viku 29, 30
og 31, tí tá er stovnurin, har
míni børn eru, stongdur. Ja
men tað vilja vit eisini, siga
fleiri starvsfelagar, tí tá er
stovnurin, har míni børn eru,
eisini stongdur. So standa vit
har. Øll vilja hava frí sam
stundis.
Kommunan bjóðar tó
annað ansingarpláss hesar
vikurnar. Hetta er á einum
fremmandum stovni, har
foreldur og børn ikki kunnu
vera vís í, at ein vaksin frá tí
vøggustovu ella barnagarði,
har børnini ganga, fylgir
við. Tá koma okkara børn
á ein fremmandan stovn,
har starvsfólk, sum barnið
kanska ikki hevur møtt fyrr,
skal ansa eftir barninum
allan dagin. Tað eru nøkur
foreldur, sum taka av til
boðnum frá kommununi,
onnur býta feriuna sundur,
har mamman er heima helvt
ina og pápin hina helvtina,
soleiðis at børnini hava frí
í 4 til 6 vikur. Eru hesar
loysnirnar tær bestu at
bjóða børnunum? Hetta skal
als ikki skiljast sum nakar
kritikkur til tey, sum ansa
eftir børnunum. Hetta er
bara ein fyrispurningur. Fái
meg illa at trúgva, at hetta
er tað besta, kommunan
hevur at bjoða teimum
yngstu borgarunum í sam
felagnum.
Kommunan skal spara, er
grundgevingin eg havi hoyrt.
Tað kundi verið áhugavert at
kanna, hvussu nógvan pening
kommunan sparir við at
stongja stovnarnar. Eg meini
ikki, at tað er rætt at stongja
ein so týdningarmiklan part
av samfelagnum, í tríggjar
vikur hvørt ár. Fáa vit nóg
nógv fyri pengarnar ella
gjalda vit ov lítið? Ikki tí,
eg meini sjálv at gjaldið er
nóg høgt longu nú, men eg
vil heldur gjalda meira og
fáa tað besta, heldur enn at
gjalda ov lítið, og ikki fáa
tann kvalitetin, eg ynski fyri
míni børn.
At summi børn onga
summarfrítíð hava, uttan so
at ansingarstovnurin stongir,
er onnur grundgeving, eg
ofta havi hoyrt. Tað er sjálv
andi ikki gott, men er tað
tá ikki betur, at tey børnini
eru á stovni, har tey fáa ta
umsorgan, teimum vantar
heima? Tað munnu tó ikki
vera nógv børn, sum ikki
fáa frí um summarið. Tað
munnu heldur ikki vera
nógv foreldur, sum ikki
vilja halda summarfrí saman
við børnunum. Tað er sera
óheppið, at tað gongur út yvir
tey foreldur, sum heldur enn
gjarna vilja hava frí saman
við børnunum, men kanska
ikki hava møguleikan júst í
viku 29, 30 og 31.
Tað kundi verið áhugavert
at fingið eitt alment kjak
um hetta evni. Tað tykist
sum um øll eru nøgd og
væl foreint við hesa skipan.
Góðu foreldur og onnur, sum
hava nakað uppá hjarta. Sigið
hvat tit meina um hetta. Tað
kann ikki vera rætt, at onki
kann gerast!
Gitte n.
Fjallsbak
Barnaansing contra
summarfrí og arbeiði