Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Mia Larsen, ættað úr Kvívík, búsitandi í Havn, andaðist á Lands­sjúkrahúsinum sunnudagin 14. mai, 87 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Sigmundi Arge Gregoriussen fer úr kapellinum í dag kl. 16.30. Jarðarferðin verður í morgin 17. mai kl. 14 Vesturkirkjuni. Kistan við Mariannu Magnussen í Trongis­ vági fer úr Landssjúkra­ hús­kapellinum týs­ kvøldið kl. 18 til Smyril. Jarðar­ferðin verður úr Tvøroyarar Kirkju mikudagin kl. 13. Andlát og jarðarferðir Dagurin í morgin 17. mai. Bruno, deyður ár 1045. Biskupur í Würtzburg, sum saman við mongum øðrum komst av døgum á eini ferð í Ungarn. Navnið merkir hin brúni. Leygarkvøldið 20. mai verður skipað fyri stór­ari gospelkonsert í ítróttar­ høll­ini í Runavík, har eitt blandað úrval av nøkrum av tí besta innan føroyskan gospeltónleik í løtuni kann hoyrast og upplivast. Á konsertini syngja og spæla Direct Level, Árni & Marner, Ungdómskórið á Glyvrum og Heini Lützen, so ikki kann sigast annað, enn at her er tónleikur gyti allar aldursbólkar. Talan er sitið/standi kon­ sert, sum merkir, at fólk bæði sita við borð og fáa sær okkurt leskiligt til keyps, meðan konsertin er, ella tey kunnu standa frammi við pallin, um hugurin heldur er til tað. Skipað verður fyri klædna­ goymslu, so fólk kunnu sleppa av við yvirklæðini, áðrenn farið verður inn til sjálva konsertina. Atgongumerkini til kon­ sertina kosta 150 krónur og fáast til keyps við dyrnar ella í forsølu í Kiosk Vár í Runavík og Klaksvík, hjá Haraldsen í Fuglafirði og í Statoil-støðunum í Salt­angará, Klaksvík, á Strondum, í Skálabotni, Leir­vík og Tórshavn. Konsertin byrjar klokkan 20 og er væntandi liðug umleið klokkan 23. Gospelkonsert í Runavík Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Hans Petur Djurhuus Tórshavn Fyrrverandi skipasýnismaður, ættaður av Nesi, Vági, andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 15. mai, 92 ára gamal. Bønarhald verður í kapellinum 17. mai kl. 18.00. Jarðarferðin verður úr Ebenezer hósdagin 18. mai kl. 14.00. Vegna tey avvarðandi Karin, Lis og Eyðvør Tey, ið vilja minnast Petur, kunnu lata eina peningagávu til Zarepta, konta í peningastovnunum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at góða mamma, vermamma, omma, langomma og fastur okkara Josefina Højsted Funningur andaðist 15. mai, 100 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Funnings kirkju hósdagin kl. 14.00. Sálmabókin verur nýtt. Familjunnar vegna Børnini Tey, ið ynskja at minnast Josefinu, kunnu lata Funnings kirkju eina peningagávu, konta í Føroya Sparikassa. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Signhild Magnussen doyði og varð jarðað. Tøkk til tykkum, sum lótu kransar, blómur og peningagávur til Fámjins kirkju. Tøkk til Jónsvein Bech, prest, fyri troystarrík orð. Tøkk fyri hjálpsemi og umsorgan, tá vit komu úr Danmark, til øll, sum hjálptu til við jarðarferðina og til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Børnini Tøkk Øllum tykkum, sum sýndu samkenslu, tá Hans Laureng doyði og varð jarðaður, takka vit hjartaliga. Takk fyri blómur og heilsanir. Familjan Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma, dóttir, verdóttir og systir Elma Erningsdóttir Djurhuus Nes - Vági andaðist og varð jarðað. Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Kristnastovu. Ein serstøk tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi, G3 á Landssjúkrahúsinum og tey á Hotel Tórshavn, ta tíð vit vóru har. Familjunnar vegna Hans, Tóra og Eydna