týsdagur 16. mai 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 93 - 16. mai 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Leygardagin 13.
mai var móttøka
í Búrhandlinum í
Skopun, í sambandi
við at handilin fylti
150 ár. Búrhandilin
er vist elsti handil
í Føroyum, sum er
skráðsettur sum
firma og verður
framvegis rikin sum
kolonialhandil
Móttøka
Umleið 500 fólk vitjaðu í
Búrhandlinum í Skopun í
vikuskuftinum, har tey fingu
kaffi við onkrum góðum
afturvið og kundu hyggja at
eini myndaframsýning, ið
var sett upp í samband við
føðingardagin.
Handilin er framvegis á
somu grund í Skopun, har
hann á fyrsta sinni varð
bygdur og hevur verið í somu
familju í seks ættarlið.
Tað var 13. mai 1856 at
Johan Hendrik Poulsen, sum
tann fyrsti í Skopun, fekk
handilsloyvi og fór undir
at handla í smáum. Johan
Hendrik Poulsen var annar
av niðursetumonnunum í
Skopun saman við Mikkjal
undir Skarði.
Johan Hendrik átti bát
saman við Dímunar Jóannesi,
Sámal í Gørðum og Peturi
Hentze. Í 1856 keypti Jóhan
Hendrik bæði bát og neyst
frá hinum trimum fyri 30
rikisdálar. Við hesum keypi
legði hann partvís lunnar
undir handilsvirksemi sítt.
Kongiligi handilin, sum tá fór
í søguna, átti fleiri pakkhús.
Jóhan Hendrik keypti okkurt
av hesum húsum, flutti tað
til Skopunar og setti tað
upp aftur sum handilshús.
Seinni fekk handilin navnið
Búrhandilin.
Bygdin vaks nógv í 1870-
og 80 árunum, og útróðurin
var nógvur. Búrhandilin
hevði fiskakjallara bæði
undir handilsbygninginum
og gomlu Búrahúsunum.
Handilin tók ímóti fiski í
umleið 100 ár. Fyrst í 1960-
árunum gavst handilin at
keypa fisk frá smábátum.
Handilin hevði eisini bakarí
í fleiri ár.
Eftir Johan Hendrik tóku
synirnir Jóhan Pauli og
Klæmint yvir. Í 1908 tók
Jens Marius Poulsen við
eftir pápan, Klæmint. Hann
fekk bøtt munandi um
umstøðurnar at taka ímóti
fiski, tá havnin var liðug.
Til dømis varð nýggjur
fiskakjallari og nýtt pakkhús
bygt í 1926.
Eftir kríggið yvirtók
Kristoffer Poulsen, sonur Jens
Marius, handilin. Umleið 1949
fór hann undir at nútímansgera
fyritøkuna við t.d. ljósmotori
og kuldagoymslu á pakkhús
loftinum. Havnarlagið fekk
eisini ljós frá hesum motori,
inntil elverkið kom í 1956 -
sama árið sum handilin fylti
100 ár.
Í 1991 seldi Kristoffer
Poulsen abbasoninum, sum
ber sama navnið, handilin.
Hesin Kristoffer, sum rekur
handilin í dag, er sonur Petur
Poulsen.
Búrhandilin hevði eisini í
mong ár postavgreiðsluna
um hendi. Handilin hevur
verið ein savnandi depil í
bygdini og ein partur av
sjálvari bygdarmentanini.
Búrhandilin 150 ár:
Handlað síðan
einahandilin
varð avtikin
Kristoffer Poulsen yngri og eldri. Yngri tók við Búrhandlinum eftir abban í 1991
Kristoffer Poulsen og starvsfólkini, f.v.: Poulina Poulsen (mamma Kristoffer) Barbara Poulsen (kona Kristoffer), Petsy Nielsen, og
Joan Olsen
Siborg Poulsen, omma Kristoffer, sum sjálv hevur
avgreitt mangan kundan í Búrhandlinum
Myndaframsýningin hevði stóran áhuga hjá teimum vitjandi,
f.v.: Kristoffer Poulsen, Jens Marius Hentze, Gullbrand Tungá
og Petur Poulsen
Nógv fremmand fólk úr allari oynni komu í føðingardag hjá
Búrhandlinum, eisini Ólavur Højgaard á Argjum, sangarin í
Vestmonnum
Nógvar áhugaverdar myndir og lutir eru at sýggja hesa vikuna
í Búrhandlinum
Fólk hugnaðu sær óført undir móttøkuni