Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 15 Stutt sagt – Fólk skulu sjálvi ráða um tey lesa bókina ella sígga filmin” sigur bispurin í Grønlandi . Søgan um føroyska bannið av The Da Vinci Code er farin um alt Evropa. Da Vinci Code Kim Simonsen kimsimonsen@hotmail.com Í seinastu viku byrjaðu útlensk bløð at hava áhuga fyri søguni, um at Havnar Bio ikki vildi vísa filmin The Da Vinci Code. Við eitt var søgan við á Deadline á DR2, við í 32 týskum bløðum, t.d. Frankfurter Allgemeine Zeitung og í øllum donskum, svenskum og norskum bløðum. Í Íslandi var søgan í íslenska sjónvarpinum og seinni hevur søgan verið í heimskenda Time Magazine og seinni eisini í Grønlandi. Fjølmiðlanir spentir Við eitt eru Føroyar á heimskortinum, tí landið hevur forbjóða heimskenda filminum um søguna hjá Dan Brown. Og ikki minst av øllum, so kom søgan, um hetta bannið, júst í tøkum tíma, tí allir fjølmiðlar kunnu ikki skriva nakað um filmin enn. Øll hava sitið og bíða eftir, at okkurt land fór at forbjóða filminum. Tí var tað bert ein spurningur um tíð, áðrenn onkur fór at ger hetta, ið Vatikanið annars hevur rópt um leingi. Søgan kom fyrst via Ritzau og Berlingske Tidende. Skal Grønland læra okkum? Beint áðren deadline kom fram, at Grønlenski bispurin Sofie Petersen er móti hesum: »Det må være helt frit for folk, hvorvidt de vil læse bogen eller se filmen. Der skal ikke lægges bånd på nogen. Men forbuddet på Færøerne afspejler efter min mening de kirkelige forhold på øen, og som sådan undrer holdningen hos biografejerne mig ikke. På Færøerne er kirken mere fundamentalistisk og skrifttro. Samtidig er der flere kirkelige trosregninger. De præger Færøerne på en helt anden måde end i Grønland. Her ville et forbud aldrig kunne lade sig gøre. I hvert fald ville det få den modsatte virkning. Der ville bare komme endnu mere interesse for bogen og filmen«, sigur hon við Grønlandsposten. Annars sigur stjórin fyri Katuaq Biograin í Nuuk Juaaka Lyberth, at »Det er naturligvis de færøske biografejeres eget valg, men som demokrat og liberalt menneske må man give folk mulighed for selv at tilegne sig viden. Jeg er aldrig formynderisk over for vores publikum. De kan selv vælge, om de vil se filmen eller ej« Time Magazine Eitt av heimsins stóru bløðum er Time Magazine, ið er ein teim veruligandi týðandi fjølmiðlum, tey hava hoyrt um føroyska ynski, um ikki at vísa filmin, hevur nevnt hetta. Tey brúka pláss uppá at vísa,hvat kann forða filminum, og nummar eitt er eitt reint bann, sum í Føroyum. Tey siga: Her eru nakir mátar, ið tey, ið eru ímóti kunna brúka: 1. Forboð í teim føroysku biografunum í Føroyum, ið er eitt danskt øki, ið ikki vilja vísa filmin um Dan Brownsa skaldsøgu, ið hevur selt um eingin onnur, ti tey eru ímóti at filmurin er gudsspottandi. Hetta er ikki fyrsti filmurin, ið verður banaður í Føroyum, filmurin hjá Monty Python ”Life of Brian” varð eisini forboðin, tí hann var so illvorin og vísti nógvar síður av hesi søk. Í skrivandi løtu hava meir enn 40 stórir fjølmiðlar skriva um hetta, í Danmark BT, Politiken, BT, og í Týsklandi er søgan eins stór, sum føroyski sigurin á Eysturíki á sinni, verður sagt í Týsklandi. Tað hevur vakt stóran ans kring allan heim, at føroyskir bio-hyggjarar ikki sleppa at síggja Tom Hanks í høvuðsleiklutinum sum Robert Langdon í Da Vinci Code Frá Grønlandi til Time Magazine: Da Vinci-bannið um alt Europa Nýggj standmynd avdúkað Melodi Grand Prix og livandi tónleikur Nýggjur prentarasáttmáli Føroya Arbeiðs- gevarafelag og Føroya Prentsmiðjufelag skrivaðu í farnu viku undir nýggjan tvey ára sáttmála við Føroya Prentarafelag, skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni. Hetta er fyrstu ferð at Føroya Arbeiðs- gevarafelag ger avtalu við Føroya Prentarafelag. Í vár gjørdist Prent- smiðjufelagið limur arbeiðsgevarafelagnum, og tí eru tað nú hesi, sum umsita samráðingarnar. . Umframt tillagingar og dagføringar av sátt- málanum inniheldur semjan eftirlønarhækking á 1% 1. mai 2006 og 1% 1. mai 2007. Prentararnir fáa nú eisini ískoyti fyri starvsaldur. Eftir 8 ára starvsaldur hækkar lønin við 0,75 kr. um tíman og eftir 12 ára starvsaldur við 2,00 kr. um tíman afturat. -nud Klokkan 16 í dag verður nýggja standmyndin uttan fyri svimjihøllina í Havn avdúkað. Tað er myndlistamaðurin, Hans Pauli Olsen, sum hevur gjrøt standmyndina, ið fær heitið, Svimjigentan. Talan er um framhald av tí arbeiði, sum er farið fram í høvuðsstaðnum nú í nøkur ár, har listarverk frá føroyskum listarfólkum verða nýtt til at fríðka um ymisk øki í býnum, samstundis sum hetta kann vera við til at menna ta skapandi listina. Á tiltakinum í dag fer varaborgarstjórin, Jógvan Arge, at flyta fram røðu, áðrenn Heðin Mortensen, borgarstjóri, avdúkar standmyndina. -mørk Leygarkvøldið letur Áarstova í sambandi við at Melodi Grand Prix verður víst í sjónvarpinum. Finnur og Høgni undirhalda aftaná. Teir báðir hava annars ítøkiligar ætlanir um at luttaka í kappingini komandi ár Leygarkvøldið verður tendrað fyri sjónvarpinum í Føroyahúsinum í Århus. Sostatt kunnu føroyskir útisetar í býnum koma saman fyri at fylgja Melodi Grand Prix kappingini, sum byrjar kl 21 hetta kvøldið. Tá sendingin er liðug verður livandi tónleikur í Áarstovu. Tað eru teir báðir Finnur Jensen og Høgni Reistrup, sum fara at spæla føroyskar og útlendskar sangir. Tað er ikki tilvildarligt, at júst hesir báðir spæla í Áarstovu júst hetta kvøldið. Føroysku útisetarnir siga seg báðar vera stórar Grand Prix-fjepparar. Áhugin fyri sangkappingini er enntá so stórur, at teir hava ítøkiligar ætlanir at luttaka í henni komandi ár. Grand Prix-sangurin er skrivaður, men hann er ikki upptikin enn, men gongst sum ætlað verður ein demo-útgáva gjørd í summar og so er at senda inn til dómsnevndina, sum skal meta, um føroyska íslettið er nóg gott til at vera við í donsku kappingini. Hendan myndin er tikin fyrr í vár, tá ið Finnur og Høgni spældu á eini fríggjadagsveitslu á Universitetinum í Århus