Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 23 nú skriva vit kapittul tvey upp – frá berum upp á minni enn fimm mánaðir uttan øll tey fólk, sum eiga sín lut í hesi verkætlan. – Fyrst og fremst stigtakararnir, sum við áræði og royndum settu gongd á. Harnæst íleggjararnir, sum við sínum framskygni og vágafýsni settu sín sparipening í felagið. At enda – men ikki minst – starvsfólkið, sum uttan nakað hóvasták hevur lagt alla sína tíð og alla sína orku í at fáa felagið á føtur. Stjórin í FaroeJet vísir á, at eingin kennir framtíðina, men kortini ivast hann onga løtu í, at felagið er komið fyri at vera. – Um bert onkur av okkara mongu ætlanum og hugskotum verða veruleiki, verður Sólja bert ein av mongum í einum veksandi sóljuteigi, sigur Jóhan E. Simonsen. Tað var Jógvan Simonsen, pápi Jóhan, sum fekk hugskotið at seta á stovn nýtt flogfelag. Hetta var um sama mundi, sum Maersk Air gavst at flúgva til Føroya. Hugskotið hjá Jógvani fall í góða jørð hjá Hans Meinhardi á Høgabóli, flogskipara og Mouritsi Joensen, tekniska leiðara, og hesir fingu eisini Una Danielsen á Flogfelag Føroya við sær. Tá ið hesir høvdu arbeitt við ætlanini í eina tíð, løgdust nýggjar og yngri kreftir aftrat, eitt nú Knút Lutzen, Mourits Joensen, yngri og Jóhan E. Simonsen. Stjórin í FaroeJet ásannar, at tað hevur havt stóran týdning fyri felagið, at fólk við drúgvum royndum innan flúgving í Føroyum hava verið við frá fyrsta degi. Tey allar flestu av starvsfólkunum hjá FaroeJet, helst eini 23 av 25, hava fyrr ella seinni verið í starvi hjá Atlantic Airways. Jóhan sigur, at FaroeJet hevur ikki yvirbjóðað Atlantic Airways í peningi fyri lønir. Tað er ikki á hvørjum degi, at tú sleppur at verða við til at uppbyggja eitt felag frá botni. Eg trúgvi, at hetta hevur havt sín týdning fyri, at fólk vilja arbeiða hjá okkum, sigur hann. Stjórin ásannar, at Atlantic Airways hevur havt stóran týdning fyri føroyska flúgving, har felagið eftirhondini hevur drúgvar royndir og væl útbúgvið fólk. – Vit kunnu siga, at Atlantic Airways hevur skrivað fyrsta kapittul innan føroyska flogsøgu – og nú eru vit farnir undir at skriva kapittil tvey, sum hann tekur til. Sosialurin fer at venda aftur til FaroeJet í blaðnum í morgin. Ein partur av manningini á Sólju hvílir seg á Hilton eftir fyrstu almennu flogferðina úr Føroyum Mynd: Vilmund Jacobsen