týsdagur 16. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
24
Ikki færri enn fýra
brunnar verða boraðir
á landgrunninum
komandi árini.
Avgerðin hjá ENI
at blíva verandi í
Føroyum kann fáa
stóran týdning
Oljuleiting
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Avgerðin hjá italska olju
risanum ENI, eitt av heims
ins størstu oljufeløgum sam
an við Føroya Kolvetni at
fara undir boring í sínum
9 ára loyvi innan fyri trý ár
er einki minni enn ein lítil
kollvelting fyri føroyska
oljuleiting. Tí við hesi
avgerð verður kontinuitetur,
framhald í leitingini fleiri
ár fram, og tað er bæði gott
fyri vinnuliga virksemið og
fyri leitingina sjálva. Hetta
heldur landsstýrismaðurin í
oljumálum, Bjarni Djurholm,
nú tey bæði oljufeløgini hava
gjørt av ikki at lata aftur til
myndugleikarnar sítt 9 ára
loyvi men tvørturímóti at
gera tað virkið.
Tá ENI og Føroya Kol
vetni ár 2000 fingu tillutað
tvey loyvi, vóru hesi eitt 6
ára loyvi og eitt 9 ára loyvi.
Feløgini boraðu ein brunn í 6
ára loyvinum nøkur ár herfyri.
Hann var turrur. Tí hevur verið
mett, at feløgini kanska fóru
at lata 9 ára loyvið, sum liggur
tætt upp at tí turra brunninum
aftur. Nú freistin fyri at kunna
varðveita 9 ára loyvið gekk út,
hava feløgini so tvørturímóti
valt at binda seg til at bora ein
brunn innan 2009. Feløgini
meta møguleikan at finna olju
ella gass vera so mikið góðan,
at tey hava boðið sær at bora
ein brunn. Fyri føroysku olju
myndugleikarnar er tað sera
kærkomið, at ENI verður
verandi her. Eitt skifti ljóðaði,
at stóri italski oljugiganturin
fór úr Føroyum.
Her er annars talan um eitt
sera spennandi øki, sum ENI
nú skal menna til boring, á tí
sonevnda Corona Rygginum.
À hesi jarðfrøðiligu leið eru
longu gjørd fleiri stór olju
fund, eitt nú fyri norðan
Rosebank/Lochnagar
oljufeltið við Chevron og
Cambo/Lindisfarne olju
feltið við Amerada Hess.
Eisini er oljufeltið Suilven í
grannalagnum. Øll hesi trý
fundini verða helst bygd út
til framleiðslu komandi árini.
Aftrat hesum kemur at fleiri
brunnar verða boraðir í ár og
komandi árini í Anne Marie
umhvørvinum. Graham
Steward, stjóri í Føroya Kol
vetni sigur, at talan er um eitt
sera áhugavert og lovandi
øki. Við hesum brunninum
hevur felagið tríggjar brunn
ar á skránni komandi árini,
umframt Anne Marie, eisini
Brugduna og Freya, sum
liggur norðan fyri Clairfeltið
á bretskum øki. Aftrat hesum
hevur Føroya Kolvetni eisini
eitt áhugavert øki sunnan
fyri Føroyar, nevnt Rannvá.
Trý 9 ára loyvi virkin
Herfyri gjørdu hini fel
øgini, sum høvdu 9 ára
loyvi av, at fara undir at
bora tveir brunnar í hesum
loyvum. Hetta heldur lands
stýrimaðurin vera eina sera
positiva gongd og heldur fyri,
at tey fólk, sum frá fyrstan tíð
hava fyrireikað leitiumførini
á landgrunninum, hava verið
sera framskyggin og dugnalig.
Landsstýrismaðurin, sum
hevur undirskrivað nýggju
avtaluna, heldur eisini, at
okkara fólk í Jarðfeingi hava
gjørt eitt framúr gott arbeiði.
Nú Jarðfeingi hevur gjørt
avtalu við hesi bæði olju
feløgini liggur ein rættiliga
greið og spennandi leitiætlan
fyri framman. Í summar bora
8 oljufeløg við Statoil á odda
Brugdubrunnin. Ì 2007 bora
3 oljufeløg við BP á odda
Williambrunnin, og í 2008
ella 2009 bora tvey oljufeløg
við ENI á odda Anne Marie
brunnin. Aftrat hesum hava
røddir verið frammi um,
at Chevron møguliga fer
at standa fyri eini boring í
2007 ella 2008. Hetta merkir
samanlagt, at vit kunnu fáa 4
leitibrunnar boraðar komandi
4 árini.
Broytingartíðir
Landsstýrismaðurin
í
oljumálum er sera fegin um
hesa gongd: -Tær komandi
boringarnar tey næstu tvey til
trý árini fara at siga okkum
púra greitt, hvønn veg tað fer
at bera her í Føroyum. Tvs. at
tá vit skrúva tíðina trý ár fram
vita vit við rímuligari vissu, um
Føroyar vera eitt oljuland ella
ein gassframleiðari ella ikki.
So vit liva í eini spennandi tíð.
Vit tosa um broytingartíðir,
tá einahandilin varð avtikin,
um tíðina fyrst í síðstu øld,
tá politisku flokkarnir tóku
seg upp, og vit tosa um tíðina
eftir seinna heimsbardaga,
tá tað eisini vóru politiskar
rembingar í Føroyum sum enn
eina týðandi broytingartíð.
Men vit liva sanniliga eisini
í eini broytingartíð nú, so
eg trúgvi, at tá søgan verður
skrivað um ein mansaldur, fer
hon at siga, at fyrsti parturin
í hesi øldini var ein veldug
broytingartíð í Føroyum. Um
trý ár síggja vit, hvønn veg tað
ber og sjálvur vænti eg, at tað
verður positivt.
Føroyar strategiskan
týdning
Landsstýrismaðurin hevur
annars fest seg í tann áhuga
og týdning, sum olja og gass
hevur í heiminum í dag og
heldur fyri, at Føroyar í
framtíðini sum olju- og
gassframleiðari eisini kunnu
fáa sín strategiska týdning.
– Kolvetni hevur samanlagt
veldugan strategiskan áhuga
hjá londunum nær okkum,
her ikki minst hjá bretum,
sum á hernaðarøkinum
eru eitt heimsveldi. So
teir hava sjálvsagt áhuga
í møguligum gassi úr før
oysku undirgrundini. Tað
styrkir so okkara møgu
leikar at vera partur av eini
framtíðar strategi, sum kann
koma okkum til góða. Men
vit mugu ansa eftir ikki
at kanna okkum skinnið,
fyrr enn bjørnin er skotin.
Hesaferð hava vit tó valt at
vera varin og ikki at vera alt
ov bjartskygd, hóast eg haldi
útlitini eru kanska líka góð
samanlagt sum í 2001.
-og danskt tyrlufelag
liggur eisini framvið
at fáa fótin fastan á
landgrunninum
Oljusáttmálar
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú nærkast løtuni, tá Statoil
setir borin í Brugduna á land
grunninum, verða sáttmálar
gjørdir um veitingar. Tveir
av teimum stóru sáttmálun
um eru flutningurin av olju
arbeiðarum millum boripall
og Vágar og síðani millum
Vágar og Stavanger. Statoil
fer í næstum at gera av, hvør
skal fáa hesa uppgávuna.
Sum skilst eru nøkur tilboð
komin inn, harímillum frá
báðum teimum føroysku flog
feløgunum. Eisini eitt danskt
tyrlufelag skal hava boðið seg
fram. Pætur Rasmussen hjá
Faroe Jet sigur, at teir hava
eisini latið tilboð inn. –Vit
hava lagt nógv arbeiði í at
fyrireika okkum til komandi
virksemi hjá felagnum.
Myndugleikarnir eru nøgdir
við hetta arbeiði, og tað er
greitt, at siga teir gott fyri, at
vit kunnu reka vanliga rutu
flúgving, so eru vit eisini
góðkendir til leiguflúgving,
eitt nú við oljufólki millum
Stavanger og Føroyar. Uppá
fyrispurning um teir hava
flogfar tøkt til slíka uppgávu
sigur Pætur Rasmussen, at
talan verður um at flyta eitt
avmarkað tal av fólki millum
Stavanger og Vágar og til tess
má eitt minni flogfar til. Teir
hava sum er tilboð frá fleiri
operatørum, sum vilja flúgva
fyri felagið.
Atlantic bjóðar
seg fram
Eisini Atlantsflog er við í
útbjóðingini eins og felagið
hevur verið tí undanfarnu
árini. Magni Arge, stjóri sig
ur við blaðið Vinnuvitan, at
Atlantsflog sjálvandi er við,
men hann heldur tað vera
skeivt at gera viðmerkingar í
núverandi støðu. Vinnuvitan
veit eisini at siga frá at danska
felagið DanCopter bjóðar seg
fram at flyta fólk í samandi
við komandi boring, men
hetta sigur Magni Arge seg
einki kenna til. Hann sigur við
blaðið, at tað verður ein torfør
kabala at fáa at ganga upp, tá
ið tað snýr seg um flúgving
til og frá pallunum. –Tað er
nógv leitivirksemi allastaðni
og tað verður undir øllum
umstøðum torført at fáa dýran
flogútbúnað til taks til eitt so
lutfalsliga stutt leitiumfar.
Hann vísir á, at Atlantic vil
fegið hava sín part av føroysku
oljuvinnuni og hevur felagið
eisini brúkt nógva orku uppá
tað higartil.
Føroyskar tyrlur hava sum
er verið partur av search og
rescue arbeiðinum í sam
bandi við aðrar boringar
á landgrunninum. Tað er
tí við drúgvum royndum í
rygginum, at føroyska flog
felagið Atlantic Airways
bjóðar seg fram til at flyta
oljufólk millum boripall og
Vágar og millum Vágar og
Stavanger í summar. Før
oysk oljulóggáva sigur, at
har føroysk feløg eru kapp
ingarfør við útlendsk, skulu
føroysku feløgini fáa slíkar
arbeiðsuppgávur. Tað fáa vit
so nærri at vita í næstum, tá
Statoil sum fyristøðufelag
fer at gera av, hvør fær
tveir av teimum heilt stóru
sáttmálunum í sambandi
við komandi oljuboring í
summar. Borurin verður sett
ur í um ólavsøkumundið og
verður arbeitt í einar tríggjar
mánaðir.
Danskt tyrlufelag við
Sambart blaðnum Vinnuvitan
bjóðar danska tyrlufelagið,
DanCopter seg eisini fram
til at flyta oljufólk millum
boripall og Vágar í summar.
Blaðið skrivar, at felagið
metir Føroyar verða eitt sera
áhugavert øki, sum hóskar væl
til førleikarnar hjá DanCopter.
Stjórin í felagnum, Susanne
H. Lastein váttar fyri Vinnu
vitan, at felagið hevur boð
ið seg fram til eitt av feløg
unum, ið skal luttaka í roynd
arboringunum. Hon vil tó
ikki fara meira út í smálutir.
Uppá fyrispurning hví danska
tyrlufelagið sær Føroyar sum
eitt av sínum arbeiðsøkjum
sigur stjórin við blaðið, at
offshorevirksemið við Føroyar
hevur teirra áhuga, eisini tí tey
frammanundan hava góðar
royndir og førleikar við slík
ari tyrluflúgving. Tey hava so
eisini bæði flogskipararar og
onnur starvsfólk sum hava
royndir í Føroyum. DanCopter
er bert fýra ára gamalt og
hevur fingið fótin fastan innan
flutning í offshorevinnuni
í Norðsjónum við sínum
høvuðssæti
í
Esbjerg.
Danski tyrlustjórin sigur við
Vinnuvitan, at hon metir
virksemið við Føroyar fer at
økjast sum frálíður. Felagið
arbeiðir í dag eisini í norskum
og hálendskum øki.
Anne Marie økið liggur tætt upp at fleiri týðandi oljufundum í
bretskum øki. Kort Føroya Kolvetni
Full ferð á oljuleiting við Føroyar
Bæði føroysku flogfeløgini við í
kapping um oljusáttmálar