týsdagur 16. mai 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
25
Marknaðarrák
Í farnu viku lækkaðu
partabrøv nógv. Norrøna
vísitalið lækkaði 5,5%.
Størsta fallinum stóðu
oljufyritøkurnar Statoil
og Norsk Hydro fyri, við
eini lækking á ávíkavist
10% og 11%. Á danska
keypsskálanum lækkaði
Vestas 9,3%, meðan onnur
sterk feløg sum Danske Bank
og GN Store eisini fingu av
at vita. Síðan ársskiftið eru
partabrøvini í norðurlondum
hóast seinastu lækkingina
hækkaði
heili
7%.
Støðugt hækkandi olju- og
rávøruprísir hava í seinastuni
økt óttan fyri, at trýstið á
prísvøkstin fer at økjast.
Størri prísvøkstur vil føra
til hægri rentu, sum aftur vil
tyngja um kapitalkostnaðin
hjá virkjum. At partabrøv
lækka aftaná eina sera
skjóta hækking er vanligt.
Íleggjarar nýta soleiðis
høvi til at staðfesta nakað
av vinningi. Grundleggjandi
er tó einki broytt í búskapar
viðurskiftunum og bjørtu
langtíðarútlitini hjá parta
brævaíleggjarum eru óbroytt.
Lækkingin seinastu dagarnar
er eitt gott høvi til at ogna
sær partabrøv bíligari.
Lánsbrøv standa
enn í stað
Lánsbrævarenturnar hava
aftur verið friðarligar hesa
farnu vikuna. Danska 10-
ára rentan hevur sveiggjað
millum 4,05%-4,15%. Vit
hava í 3 vikur væntað, hon
fór at lækka eitt sindur. Nú
eru greiðari tekin um, at ein
lækking endiliga nærkast.
Stjórnin bjartskygd
um Volvo
Volvo hevði eitt tiltak fyri
íleggjarunum 10. mai, og
har kom fram, at stjórnin
nú er væl bjartskygdari um
gongdina í 2006 og 2007,
enn hon var áður. Orsøkirnar
eru fleiri. Millum annað er
eftirspurningurin í Evropa
og USA hægri enn væntað,
søluprísirnir eru hægri, og
sparingar verða framdar fyrr
enn væntað.
Hesa vikuna
Seinastu vikuna hevur ótti
fyri prísvøkstri fingið takið á
fíggjarmarknaðunum. Hetta
fer væntandi framvegis at verða
umráðandi hesa vikuna. Tøl
fyri amerikanska prísvøksturin
vera á breddanum, umframt
oljuprísurin og dollarakurs
urin.
Partabrøv lækkaði nógv í farnu viku
Vika 20 2006
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Í næstum verður
frágreiðing latin
landsstýrinum
um útbygging av
flogvøllinum í Vágum
og uppskot um, hvussu
haldast skal fram við at
kanna møguleikarnar
fyri alternativum
flogvølli.
Flogvøllir
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Bjarni Djurholm, vinnumála
ráðharri sigur, at tað liggur í
kortunum, tá Vinnumálaráðið
í næstum fer at mæla løgmanni
til at taka upp samskifti við
forsætisráðharran um flog
vøllin í Vágum, at man eisini
fer at vísa á, hvat skal gerast
frameftir tvs. uppá longri sikt.
Tann parturin, sum fevnir um
útbygging av verandi flogvølli
verður vantandi avgreitt í
landsstýrinum í juni mánað.
Næsti parturin at taka upp
verður so spurningurin um ein
alternativan flogvøll.
Nú tað hevur verið frammi
oftani, at tørvur er á einum
alternativum flogvølli í
Føroyum spurdu vit Bjarna
Djurholm, landsstýrismann,
hvør hansara egna meting er
í hesum máli.
– Taka vit Hetland, so
eru har fýra flogvøllir, og
tað er helst ásannandi teirra
veðurviðurskiftum. Og við
tí gongd í Føroyum, har
vit hava sett okkum fyri at
vera millum fremstu lond í
2015, er tað ikki meira enn
sjálvsagt, at vit eisini kanna
alternativar flogvøllir.
Landsstýrið hevur fingið
eina fyribils frágreiðing,
sum sigur, at tað er møgu
ligt at gera flogvøll á Glyv
ursnesi uppá 1800 metrar.
Tað sama í Søltuvík, meðan
man er ivasamur um Skorð
hæddina. Men henda kann
ingin er ikki endalig og fær
landsstýrismaðurin
eina
av komandi vikunum eina
niðurstøðu um hesi viður
skiftini. – Eg kann bert siga,
at allir møguleikar eru opnir.
Bjarni Djurholm ger
greitt, at eitt nú vágafólk,
sum kanska síggja flogvøllin
í Vágum hóttan, tá tosað
verður um nýggjan flogvøll,
hava onga orsøk til at bera
ótta. –Vit síggja fyri okkum,
at økist flúgvingin í Føroyum
og vit innan fyri eitt 10 ára
skeið ella longuri hava brúk
fyri einum øðrum flogvølli,
so hava vit ikki brúk fyri
einum men fyri báðum flog
vøllum. Her eru tað ikki minst
veðurviðurskiftini, sum spæla
inn, og tí skal hædd verða tikin
fyri teimum, tá vit fara undir
at tosa um ein alternativan
flogvøll.
Vinnumálaráðið er annars
í gongd við at gera avtalu við
ES um, at vit gerast partur
av ECAA avtaluni, sum
merkir, at flúgving til og
úr Føroyum verður at meta
javnt við flúgving í Europa,
og tað merkir, at útlendsk
feløg kunnu flúgva til Før
oyar uttan nakað serstakt
loyvi. Tey skulu bara lúka
tær flogteknisku treytirnar,
sum eru. Tað merkir so eis
ini, at eitt nú Atlantsflog
kann flúgva frítt í Europa.
Tað fer at seta stór krøv til
Atlantsflog men so sanniliga
eisini geva Atlantsflog og
somuleiðis nýggja felagnum
FaroeJet møguleikar.
Mynd av Bjarna
Bjarni Djurholm heldur
framtíðin fer at seta krøv til tveir
flogvøllir
Bjarni Djurholm:
– Mugu hyggja eftir
alternativum flogvølli
Í samband við at fløgan
Maria Guttesen: LIVE
kemur út týsdagin 16. mei,
verður skipað fyri útgávu
konsert við Mariu Guttesen
í Miðlahúsinum í Vágsbotni
í Havn. Seinasta hálva árið
hevur Maria havt fleiri
konsertir í Danmark við
nýggjum tónleikatilfarið. Í
mars mánað hevði hon tvær
upptøkukonsertir í Salon í
Århus, og tað eru løg av
hesum framførslum, ið nú
verða útgivnar á fløgu, ið
rætt og slætt kallast Maria
Guttsen: LIVE.
Maria Guttesen er ein
av evnaríkastu føroysku
tónleikarkvinnum yvirhøv
ur, og tí kann áhoyrarin
vænta sær eina áhugaverda,
og til tíðir, spontana kon
sert.
Konsertin verður í Miðla
húsinum týskvøldið 16.
mei klokkan 20.00
Útgávukonsert við
Mariu Guttesen
í Miðlahúsinum
Maria Guttesen