týsdagur 16. mai 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 93 - 16. mai 2006
Atlantic Navigator er
ein av trolarunum,
sum hevur roynt
nýggju skiljiristina.
Har umborð siga
teir, at royndirnar
hava verið góðar – so
góðar, at hesar áttu
at verið kravdar í
Føroyum
Skiljirist
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vónin, Fuglafjørður: – Vit
eru nógv meiri effektivari, tá
vit hava brúka hesa nýggju
skiljiristina.
– Nú kunnu vit arbeiða
munandi skjótari, men
við minni fólki, sigur
Heri Henriksen, sum er 1.
stýrimaður umborð á verk
smiðjutrolaranum Atlantic
Navigator.
Saman við øðrum monn
um, sum hava gjørt royndir
við skiljiristini, var Heri
somuleiðis við á samkomuni í
gjár, tá kunnað varð um nýggja
amboðið í fiskivinnuni.
Á fundinum varð lagt fram
um arbeiðið við at menna
hesa ristina, eins og greitt
varð frá teimum møguleikum
sum liggja í fiskiskapi við eini
tílíkari rist.
Á samkomuni var sjálv
andi eisini Kristian Zach
ariassen
Við rist og myndatóli
Sum stýrimaður umborð á
hesum nýggja og væl útgjørda
trolara okkara, hevur Heri
stóran áhuga fyri menningini
innan alt tað, sum hevur
við fiskivinnu – og serliga
svartkjaft – at gera.
Fyri tveimum árum síðani
hoyrdist, at menn vóru farnir
undir at gera royndir við eini
skiljirist umborð á Christiani
í Grótinum.
Hesar royndirnar við eini
stálrist góvu ikki tað ynskta
úrslitið, men í fjør sá út til
at teir vóru komnir á rætta
leið í hesum spennandi
arbeiðinum.
Í september mánaði í fjør
varð henda nýggja skiljiristin
roynd umborð á Nærabergi,
har eisini Christian Zachari
assen sjálvur var við í einar
tríggjar vikur.
Við sær høvdu teir eisini
eitt myndatól, sum varð fest í
trolið. Á henda hátt kundu teir
síggja, hvussu ristin virkaði og
høvdu samstundis møguleikan
at gera tær broytingarnar og
tillagingarnar, sum vóru neyð
ugar.
– Eftir hetta royndu vit í
eina heilan mánað við hesi
ristini. Og tá riggaði hon
bara væl.
– Úrslitið er so tað, sum
vit eru komnir til í dag, sigur
Heri Henriksen.
Effektivari
Í dag er støðan hon, at
Atlantic Navigator er ein
asti framleiðslutrolarin í
føroyska flotanum.
Fyri maningina umborð á
Navigator hevur hetta verið
til stóra nyttu og hevur lætt
munandi um arbeiðið á
verksmiðjuni.
Hendi tað, at teir fingu
nógvan upsa í einum háli,
var neyðugt hjá teimum at
hava fólk standandi til at
taka upsan burturúr.
– Hetta sleppa vit undan í
Skiljiristin er effektiv
Stutt sagt
Burtur
við hjá-
veiðuni
Óynskt hjáveiða av toski
og upsa í svartkjaftafiski
skapinum hevur seinnu
árini til tíðir verið ein
trupulleiki hjá skipunum,
sum fiska svartkjaft við
flótitroli.
Serliga er hjáveiðan
at fáa í føroyskum og
íslendskum øki. Longur
suðuri, m.a. vestan fyri
Írland og í altjóða sjógvi
er veiðan so at siga bara
svartkjaftur.
Samlaða veiðan av svart
kjafti í føroyskum øki
var 435.000 tons í 2004.
Føroyska veiðan í 2004
var íalt 317.000 tons.
Kanningar hjá fiski
rannsóknarstovuni vísa,
at hjáveiðan av upsa í før
oyskum øki í november-
desember er 3,2%, millum
0 og 20%. Í mai-juni var
hjáveiðan í føroyskum
øki 2,2%, millum 0,6 og
14,9%.
Aðrar kanningar í
Íslandi og Føroyum vísa,
at hjáveiðan av upsa í før
oyskum øki í miðal er um
1%. Av toski var hjáveiðan
minni. Í íslendskum øki er
hjáveiðan av upsa og toski
størri enn í føroyskum
øki.
Fyri at sleppa undan hes
ari hjáveiðuni vóru royndir
gjørdar í 2004 og 2005 við
at hava skiljirist í trolinum
fyri at skilja upsan og
toskin út úr trolinum og
fáa svartkjaftin í trolposan.
Hesar royndir hava eydnast
væl.
Við at nýta rist verður
so gott sum allur upsin
og toskurin skildur út úr
trolinum. Lítið og einki
av svartkjafti fer út saman
við.
Royndirrnar í føroyskum
og íslendskum øki við
skiljirist í svartkjaftatroli
vísa, at við rist í trolinum
kann sleppast av við 95%
av tí óynsktu hjáveiðuni
uttanat missa meira enn
uml. 1% av svartkjafti út
saman við.
Kelda: Fiskirannsóknarstovan
– Íslendingar hava krav um skiljiristir. Tað áttu føroyingar eisini at gjørt, sigur Heri Henriksen, 1. stýrimaður umborð á Atlatnic
Navigator
Kristian Zachariassen hevur arbeitt við h
World Wildlife Fund gav honum virðisløn
hevði í roynd og veru gloymt alt um tað. F
fingið “runner-up”-prísin. - Tað er altíð g
her vísir fram ristina á samkomuni í Brús
Ikki kravt – enn
Hóast allir partar eru samdir um, at skiljiristin er eitt sera
hent amboð, er hetta enn ikki eitt krav umborð á føroyskum
skipum.
Tað er neyvan nakar trupulleiki at fáa skipini at brúka
hesa ristina, tí tey sjálvi ynskja tað. Men so leingi tað ikki
er eitt lógarkrav, verða tað bara ávísir trolarar sum fara at
brúka hesa.
Hví hetta ikki enn er vorðið eitt krav hjá okkum er ein
politiskur spurningur. Í Íslandi hevur tað verið krav í fleiri ár.
Hugsandi er, at eitt slíkt krav kann ávirka samráðingar okkara
við russar – negativan veg! – tá talan er um fiskirættindi í
Barentshavinum.
Fyrispurningar úr útheimi
Tað gingu ikki nógvir dagar frá tí, at Kristian Zachariassen
hevði fingið virðisløn sína, fyrrenn telefonin byrjaði at kima
hjá Vónini í Fuglafirði.
Stutt undan framløguni fyrrapartin í gjár fekk Vónin enn
ein fyrispurning um luttøku á eini fiskivinnuframsýning í
Norðurnoregi. Eisini úr USA er áhugi fyri skiljiristini.
Lítil ivi man vera um, at henda skiljiristin fer at hava stóran
áhuga hjá reiðarum og dekkarunum kring allan heimin.
Vónin hevur fingið patent uppá hesa. Nú er so bert
spurningurin, um teir fáa møguleika at fara undir
stórframleiðslu av hesi skiljiristini.