Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 93 - 16. mai 2006 27 – og lættir um dag. Nú kunnu vit so brúka hesi fólkini á øðrum støðum í arbeiðsgongdini, sigur Heri. Av hesi orsøk er arbeiðið umborð eisini vorðið meiri effektivt. Átti at verðið krav Nýggja skiljiristin hjá Kristiani er ein slóð­brót­ andi uppfinning innan fiski­ vinnuna. Vónin er tí sjálvandi, at hon fer at verða nógv nýtt umborð á skipunum. Í løtuni er støðan hon, at tað er ikki eitt krav at føroysk skip skulu hava eina slíka í trolinum. Í Íslandi er hetta hinvegin kravt. Seinastu tíðina hevur Navigator roynt í írskum sjógvi, og har er ikki neyðugt at brúka hesa skiljiristina. Men tað verður tað uttan iva um ikki so langa tíð. – Tá vit koma norður í kantin av Munkragrunninum og í Bankarennuna – tá átti at verið eitt avgjørt krav at brúkt skiljirist, sigur Heri. Eisini nótabátar Fyri 1. stýrimannin umborð á Navigator – og helst aðrar við – er tað eitt ynski at fleiri fara at brúka ristina, og at hon verður kravd. – Vit ynskja sjálvandi at hetta verður gjørt. Orsøkin til tað er tann einfalda, at vit royna eftir svartkjafti. – Og skal eg siga fyri okkum, so hava vit bara góðar royndir av hesi ristini. Vit hava so ikki mist nakran svartkjaft. Heldur hinvegin, sigur Heri. Tað vísir seg, at er ov nógvur upsi í trolinum so hvørvur svartkjafturin ella gerst heldur styggur. – Serliga neyðugt er at brúka ristina ta tíðina, tá hann nærkast botninum, er ein noyddur at hava hana. – Eg havi eisini skilt á øðrum, m.a. monnum við nótabátum, at teir hava einki ímóti hesi ristini. Heldur øvugt, sigur Heri Henriksen. Stutt sagt Góð royndar­ úrslit Royndirnar við skiljiristini vísa, at tað ber væl til at hava rist í svartkjaftatroli. Sleppast kann av við uml. 95% av óynsktu hjáveiðuni og bert missa uml. 1% av svartkjaftinum. Trý ymisk sløg av rist­ um eru roynd – úr stáli, plastikki og Flexigrid. Hjá skipum, sum hava stutt troldekk er Flexigrid tann best egnaða, tí hon fellur saman tá hálað verður. Tvær støddir av ristum eru royndar – 3,6 x 1,6 m. og 3,6 x 2,0 m. Skiparum dáma best ta størru ristina, tí teir meta at hon sílar betur, um fiskiskapurin er heilt góður. Hallið á ristunum sum eru royndar hevur verið millum 45 og 60 stig, tá tær eru ísettar. Eingin hall­mátari varð nýttur undir royndunum, si ikki ber til at siga, hvat hallið á ristunum er undir fiski­ skapi. Í Íslandi nýttu teir 45 stiga hall, tá teir gjørdu teirra royndir, og tað vísir seg eisini at rigga har. Royndir eru gjørdar við 50 mm og 60 mm millum rimarnar, og bæði rigga væl. Tó eigur minni av toski og upsa at fara ígjøgnum eina rist, sum hevur 50 mm millum rim­ a­rnar. Í Íslandi skulu skip nýta 55 mm millum rimarnar og tað er eisini passandi hjá okkum. Ein annar fyrimunur við at nýta somu fjarstøðu millum rimarnar sum í Íslandi er, at so sleppa skip frá at hava fleiri ristir umborð ísenn, tí ofta verður fiskað bæði í íslendskum og føroyskum øki sama túr. Kelda: Fiskirannsóknarstovan Virðisløn fyri umhvørvisvinarligan reiðskap Hósdagin 11 mai fekk Kristian Zachariassen handaðan „Runner up prize“ frá World Wildlife Fund“ fyri arbeiðið, hann hevur gjørt, fyri at fáa Flexi Ristina at rigga. Handanin fór fram á fiskivinnustevnuni í Bruxelles í Belgien. Ristin skilir óynskta hjáveiðu av toski og upsa frá, tá trolað verður eftir svartkjafti. Arbeiðið er gjørt í samstarvi við P/F Vónina, Næraberg, Christian í Grótinum og felagið Nótaskip. Svartkjaftaskipini og Fiskivinnuroyndir hava fíggjað arbeiðið. FAKTA Fleiri partar hava verið við í ætlanini at menna hesa skiljiristina. Her síggjast nakrir teirra inni í einum troli, sum – i dagens anledning - er hongt upp í verksmiðjuhøllini hjá Vónini í Fuglafirði og við skiljiristini í baksýni hesi skiljiristini í langa tíð. Hósdagin í farnu fekk hann løn fyri stríð, tá n fyri arbeiðið sítt at betra um umhvørvið. Hann sendi eitt uppskot inn, og Fyri tveimum vikum síðani ringdu teir so og søgdu honum, at hann hevði gott at onkur kann brúka tað til okkurt, sigur Kristian Zachariassen, sum ssel í farnu viku Tætt samstarv Høvdu skipari og manning umborð á Christiani í Grótinum og Nærabergi, umframt arbeiðsfólkið á Vónini ikki havt so stóran áhuga í royndunum við skiljiristini, var henda ætlanin neyvan komin so væl ávegis sum hon er tað í dag. Fleiri ristir og nógvar broytingar eru gjørdar við ymiskum ristum, umframt arbeiðið at seta myndatólið á og av trolinum. Uttan gott samstarv við Vónina, svartkjaftaskipini og Fiskimálaráðið var henda ætlanin ikki vorðin veruleiki. Vónin og svartkjaftaskipini fíggjað helvtina av verkætlanini og játtanin “Varðveiting av fjølbroyttum fiskiflota” fíggjaði hina helvtina. Eitt gott íkast - Henda uppfinningin kann gerast eitt týdningarmikið íkast í arbeiðinum at endurbyggja europeiskar fiskastovnar. Hetta sigur norski havumhvørvisráðgevin, Maren Esmark í norsku deildini av WWF við blaðið Fiskaren. Óynskt hjáveiða er ein týdningarmikil hóttan móti stovninum av nógvum stovnum. Handilsligir fiskiveiðuhættir gera at milliónir av tonsum av fiski og í hundraðtúsundatali av t.d. sjófugli, havsúgdjórum og havskjaldbøkum missa lívið uttan orsøk. Undir fiskiskapi eftir svartkjafti – sum er størsti fiskiskapurin í europa – er hjáveiða av toski ein serliga stórur trupulleiki.