Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. mai 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 93 - 16. mai 2006 28 Nr. 93 - 16. mai 2006 At felagið størsta part­ in av árinum í fjør var einsamalt á markn­ aðinum, hevði sína ávirkan. Men hóast einsamalt, so megnaði Atlantic Airways at økja munandi um flogferðsluna til og úr Føroyum FlogFerðsla Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um hugaligan lesna, sum nevnd og stjórn hjá Atlantic Airways fyrr í mánaðinum lóti landsstýris­ manninum í fíggjarmálum. Roknskapurin hjá føroyska flogfelagnum sýnir hesa ferð besta úrslitið í søgu felagsins, og við alsamt styrktu fíggjarstøðuni, metti nevndin tað nú eisini vera ráðiligt at luta út 10 mió kr. í vinningsbýti. Útlandið tryggjar stabilitet Við einum umsetningi, sum í fjør táttaði upp ímóti 400 mió kr., hevur Atlantic Airways so dyggiliga ment seg til ein av risunum innan føroyskt vinnulív. Málið hjá leiðsluni hevur í fleiri ár verið, at alsamt størri partur av inntøkunum hjá felagnum skulu koma úr útlandinum, soleiðis at kon­ juktursveiggj á føroyska marknaðinum ikki raka ov meint. Og hetta er eisini eitt arbeiði, sum nú tykist bera ávøkst. Soleiðis var útflutnings­ lutfallið í 2005 komið upp á 36%. Ella við øðrum orðum, so stavaðu 36% av inntøkunum frá aktiv­ itet uttanlands og frá við­ skiftafólki, sum eru búsit­ andi uttanlands. Í absolutt­ um tølum svarar hetta til, at útlendis inntøkurnar hjá Atlantic Airways í fjør vóru knappar 137 mió kr. Og arbeitt verður framhaldandi við at økja um hendan partin av inntøkugrundarlagnum. Og hóast nýggjur kapp­ ingarneyti júst er farin undir flúgving á rutuni millum Vágar og Keypmanna­ havn, so tykist leiðslan framhaldandi at rokna við vøkstri. Soleiðis verður í ársfrá­ greiðingini mett, at samlaða talið av flogtímum í 2006 fer at vaksa við 30%, og at starvsfólkatalið verður víðkað, soleiðis at hetta tel­ ur 200 fólk, tá mest er at gera. Vilja hava betri umstøður Umframt at røða um egið virksemið, hava leiðsla og nevnd í felagnum eisini nakrar hampuliga hvassar viðmerkingar til karmarnar, sum Atlantic Airways hevur at virka undir. Eitt nú verður staðfest, at tá felagið við á leið 15 mió kr. í avgjøldum rind­ ar meginpartin av rakstr­ arútreiðslunum hjá flog­ vøllinum, so er tað ikki nøktandi, at ynskið um betri umstøður til ferða­ og starvsfólk ikki verður ging­ ið á møti. Eisini verður staðfest, at bæði felagið og myndug­ leikar annars eiga at fyrireika seg væl, nú Føroyar gerast partur av loftfersðlupakkan­ um hjá ES. Ein politisk avgerð, sum fer at hava javnbjóðis kapping í øllum europeiskum loftrúmi við sær. Hetta saman við eini ein­ skiljingarætlan, sum nú tyk­ ist vera komin á glið, og eini møguligari leingjan av flogvøllinum ber við sær, at nevnd og leiðsla fram­ haldandi meta, at stórar avbjóðingar liggja fyri framman. Stórt hall í flakavinnuni Sambært upplýsingum, sum Útvarpið hevur fingið, var samlaða hallið hjá føroysku flakavirkjunum millum 10 og 15 mió kr. í fjør. Hetta er ein munandi betran í mun til 2004, tá samlaða úrslitið var negativt við 40 mió kr., men nøktandi er tað ikki á nakran hátt kortini. Tilsamans eru 23 flak­ avirki limir í Føroya Ráfiskakeyparafelag, og er tað hesi, sum eru grundarlagið undir roknskapargreiningini. Útvarpið staðfesti, at sambært teimum upplýs­ ingum, sum tey høvdu fingið, vóru tað serliga Fiskavirking og Kósin, sum ávirkaðu úrslitið skeiva vegin, meðan smærru virkini høvdu meira nøktandi úrslit. Samlaði útflutning­ urin av fiskavørum var í fjør 3,3 mia kr. Tá útflutningsvirðið var størst ­ tað var í 2002 ­ var hetta um 4 mia krónur. -mørk Vilja hava Ph.D.- ritgerð um flótitrol Saman við trolvirkinum, Vónini, søkir Fiskirann­ sóknarstovan nú eftir ein­ um Ph.D.­kandidati til nýggja verkætlan innan flótitrol. Í lýsingini verður sagt, at talan er um 3­ ára verkætlan, og at tann setti skal verja eina Ph.D.­ritgerð um evnið, áðrenn starvsskeiðið er lokið. Í verkætlanini er ætl­ anin at leggja dent á, hvussu sjógvur streymar í flótitroum, og hvussu fiskur ber seg at í somu trolum. Umsøkjarar til Ph.D.­ lestrarstarvið skulu hava prógv sum M.Sc. í verkfrøði, lívfrøði ella hóskandi fakøki. Tó eru tey, ið eru ávegis at gera M.Sc.­ritgerð, eisini væl­ komin at søkja. Dentur verður lagdur á nøktandi støddfrøðiligt støði. -mørk Metvøkstur hjá Atlantic Hóast Atlantic Airways ikki longur er einsamalt á marknaðinum, so verður eisini roknað við vøkstri í 2006. Ikki minst, tí felagið seinnu árini er vorðið alsamt sterkari í kappingini á europeiska marknaðinum Atlantic Airways Høvuðs- og lyklatøl 2005 2004 2003 2002 (tkr.) Umsetningur 379.586 234.365 199.068 189.953 Flúgvikostnaður 262.840 143.908 123.405 118.442 Starvsfólkakostnaður 57.539 41.551 34.928 31.263 Avskrivingar 34.159 28.201 24.933 23.601 Úrsit áðrenn fíggjarpostar 25.048 20.705 15.801 16.647 Úrslit árenn skatt 23.622 17.714 12.163 12.057 Ársúrslit 20.734 14.171 9.731 9.758 Støðisogn 176.334 132.820 137.443 159.575 Ogn í umferð 88.168 71.783 53.406 77.970 Eginogn 136.880 126.146 113.975 105.244 Skuld 111.098 64.820 66.780 124.639 Fíggjarjavnvág 264.502 204.603 190.848 237.544 Ognaravkast 10% 8% 7% 7% Eginpeningsavkast 14% 11% 11% 11% Soliditetur 62% 60% 44% 44% Gjaldførislutfall 230% 248% 236% 145% Ferðafólkatal 247.667 146.944 115.390 101.428 Flúgvitímar 8.891 5.682 4.551 4.258 Starvsfólkatal 152 111 96 87 Útflutningslutfall 36% 31% ikki upplýst ikki upplýst