týsdagur 16. mai 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 93 - 16. mai 2006
29
UTTAN ÚR HEIMI
Virðið á feløgunum,
sum eru skrásett
á virðisbræva-
marknaðinum í Oslo,
er fallið óvanliga
nógv teir seinastu
dagarnar.
Kursfall
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Undan seinasta vikuskifti
vóru feløgini, sum eru skrásett
á virðisbrævamarknaðinum í
Oslo, næstan 1.900 milliardir
norskar krónur verd, men í
gjár var virðið minkað góðar
100 milliardir krónur. Tað
merkir, at eigararnir mistu
næstan líka nógv, sum allar
tær norsku kommunurnar
fáa í inntøku- og ognarskatti
í ár, skrivar Aftenposten. Tað
felagið, sum fall mest í virði,
var almenna oljufelagið
Statoil, hvørs virði minkaði
næstan 21 milliardir norskar
krónur.
Millum teirra, sum hava
mist mest, er tann kendi
vinnulívsmaðurin Kjell Inge
Røkke. Aftenposten skrivar,
at partabrøvini í fyritøkuni
Aker-Kværner fullu 6,4
prosent, sum svarar til
smáar 2,4 milliardir krónur.
Hjá skipasmiðjufelagnum
Aker Yards gekst heldur
frægari, men kortini minkaði
virðið eina góða milliard.
Holdingfelagið Aker fekk
harafturímóti ein frammaná
og minkaði góðar tvær
milliardir krónur í virði.
Teir sita ikki væl um
sátt, forsetarnir í USA
og Venesuela, og nú
hevur USA sett tiltøk
í verk.
Ósemja
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í áravís hava George W.
Bush og Hugo Chavez lagt
hvør annan undir bæði líkt
og ólíkt og hótt hvør annan.
Í gjár gjørdi Bush so álvara
av sínum hóttanum við at
seta ávís handilstøk í verk
ímóti Venesuela við teirri
grundgeving, at landið
vil ikki samstarva við
USA í bardaganum ímóti
yvirgangi.
Hugo Chavez, sum er
á vitjan í London í hesum
døgum, var skjótur at
svara.
– Tað eru ikki vit, sum
leypa á onnur lond, segði
hann í gjár og skoytti uppí,
at handilstiltøkini eru eitt
dømi um tann amerikanska
hjálandapolitikkin ímóti
teimum smáu londunum á
Jørðini.
UDA
keypir
nógva
olju úr Venesuela, men
stjórnini í Washington
hóvar ikki politikkin hjá tí
vinstrasinnaða Chavez, og
at hann hevur tætt samband
við lond sum Kuba og Iran,
sum sambært amerikanarum
styðja altjóða yvirgang.
Hugo
Chavez
vísir
øllum skuldsetingunum
aftur og vísir á, at
Venesuela hjálpir stjórnini
í Kolombia í bardaganum
við uppreistrarmenn og
rúsevnisharkalið, júst sum
USA ger.
Tann einasti
gíslarænarin, sum
bleiv tikin eftir
blóðbaðið í skúlanum
í Beslan, er nú
dømdur
Gíslatøka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Rætturin er komin til ta
niðurstøðu, at Nurpasji
Kulajev tók lut í tí vápnaða
álopinum, og at hann var
við til at drepa verjuleys
fólk. Hann tók lut í einari
yvirgangsatsókn, sum hevði
til endamáls at leggja trýst
á myndugleikarnar, segði
dómarin, tá hann feldi
dómin.
Nurpasji Kulajev er tann
einasti av gíslarænarunum,
sum er eftir á lívi eftir
hópmorðið í skúla nummar
eitt í suðurrussiska býnum
Beslan fyrst í september í
2004. Álopið kostaði næstan
400 mannalív, og millum
tey deyðu vóru 186 børn.
Russiska ákæruvaldið hevur
kravt, at Nurpasji Kulajev
skal dømast til deyða.
Fólk í Beslan hava alla
tíðina fýlst á framferðina
hjá myndugleikunum undir
gíslatøkuni, og herurin
hevur fingið skyldina av, at
atsóknin kostaði so mong
mannalív. Í gjár segði
Vladimir Putin, forseti, at
myndugleikarnir fara at
kanna alt málið til botns av
nýggjum.
Sambært russisku mynd-
ugleikunum
vóru
tað
kekenskir uppreistrarmenn,
sum lupu á skúlan í Beslan,
men nógvir russar halda, at
teir fingu hjálp til álopið.
Stutt sagt
Størri dent á ærudráp
Opium úr Afghanistan
Tjóðsangur skal ikki týðast
Bjarnir ótu apu
Í gjár byrjaði rættarmálið
ímóti einum heilum húski,
sum er ákært í sambandi
við morðið á eina unga
muslimska kvinnu í
Slagelse í Danmark í fjør.
Myndugleikarnir rokna
morðið sum eitt sokallað
ærudráp. Ákæruvaldið
vil vera við, at tað var
beiggi kvinnuna, sum
myrdi hana, tí hon hevði
gift seg við einum øðrum
manni enn honum, sum
skyldfólkini høvdu ætlað
henni. Beiggin hevur játtað
seg sekan. Ákæruvaldið
vil eisini vera við, at alt
húskið legði morðið til
rættis ella medvirkaði til
tað, og tí eru øll ákærd.
Undir kanningunum er
komið fram, at kvinnan og
maður hennara vendu sær
til løgregluna stutt undan
morðinum, tí tey kendu
seg hótt, men at løgreglan
gjørdi einki við málið.
Men soleiðis verður tað
ikki í framtíðini, sigur
Kurt Kragh, sum er
kriminalinspektørur hjá
ferðaliðnum.
Hann
væntar,
at
løgreglan
og
aðrir
myndugleikar fara at
leggja størri dent á slík
mál í framtíðini. Sjálvur
væntar hann ikki, at
tilburðurin við teimum
ungu hjúnunum er tann
seinasti av sínum slagi.
Myndugleikarnir í Tadj-
ikistan kæra seg um, at
afghanar dyrka opium
sum ongantíð fyrr, og
nú vilja teir hava altjóða
samfelagið at gera okkurt
við gongdina.
Tadjikiski
forsetin,
Rakhmonov, segði á
einari altjóða ráðstevnu í
gjár, at opiumdyrkingin í
Afghanistan er trýfaldað
tey seinastu árini, og at
hvørki teir afghonsku
myndugleikarnir ella teir
útlendsku hermenninir í
landinum hava megnað
at tálma gongdini.
– Tað er neyðugt at veita
bøndrunum stuðul, so teir
kunnu dyrka okkurt annað
enn opium, segði tadjikiski
forsetin á ráðstevnuni.
Amerikanarar hava leingið
kært seg um, at bøndurnir
í Afghanistan halda fram
við at dyrka opium, og
allar royndir at fáa teir at
leggja um til okkurt annað
eru miseydnaðar.
Í morgin er tjóðardagur
Noregs, og í tí sambandi
hava røddir verið frammi
um at týða tjóðsangin “Ja,
vi elsker dette landet”
til fremmand mál, so
innflytararnir
kunnu
syngja við á hátíðarhaldum
í morgin.
Men
Framburðs-
flokkurin, sum sambært
meiningakanningum
er landsins størsti í
løtuni, heldur tað vera
púra burturvið at týða
tjóðsangin. Flokkurinm
sigur, at tað hevði verið eitt
afturstig fyri royndirnar
at fáa tey fremmandu at
læra seg norskt. Kunnu
tey, sum nýliga eru komin,
ikki syngja tjóðsangin
á norskum, kunnu tey
murra lagið, sigur Per-
Willy Amundsen, sum
er framsøgumaður hjá
Framburðsflokkinum í
innflytaramálum.
Blaðstjórinm á minni-
lutablaðnum “Utrop”,
Majoran Vivekanathan,
heldur
harafturímóti,
at uppskotið at týða
tjóðsangin er frálíkt, tí
tað hevði givið ta røttu
myndina av Noregi sum
einum fleirmentaðum
samfelag, sigur hann við
blaðið Vårt Land.
Eitt av teimum fremm-
andu málunum, sum
hevur verið upp á tal, er
urdu, og so hevði “Ja, vi
elsker dette landet! itið
“Haan ji, hume is mulkh
se mohabbat hai”.
Tað er rættiliga sjáldsamt,
at bjarnir gera seg inn á
onnur djór í djóragørðum,
men sunnudagin løgdu
tríggjar bjarnir á eina
apu í einum djóragarði
í Eindhoven í Niður-
londum.
Leiðslan í Beekse
Bergen-djóragarðinum
sigur við tíðindastovuna
AP, at bjarnirnar róku
apuna upp í ein krók, og
tá hon royndi at sleppa
til rýmingar upp eftir
rimunum, løgdu tær
á hana. Starvsfólkini
ropyndu at fáa bjarnirnar
at sleppa apuni, men til
fánýtis. Bjarnirnar tóku
apuna við sær og ótu
hana.
Krevja hann
dømdan til deyða
Í hesum kirkjugarðinum liggja børnini, sum doyðu í
gíslatøkuni, jarðað.
Bush revsar Chavez
Bush hevur mist tolið við Chavez og hevur sett handilstiltøk í
verk ímóti Venesuela.
Dýrir dagar hjá Røkke