mikudagur 17. mai 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 89 - 9. mai 2006
Frá hósdegi til leygardag er umhvørvismarknaður í gongugøtuni.
Har verður mangt og hvat, m.a. nógv góð tiltøk fyri børn.
Meyla og Knøttur skemta og
syngja hósdagin, fríggjadagin
frá kl. 16.30-17.00 og leygar-
dagin frá kl. 13.30-14.00.
Margarinfabrikkin hevur ein bás við
undirhaldandi og upplýsandi tilfari, har
børn sleppa at skilja burturkast.
Verkstaður fyri børn, har tey
sleppa at gera listarverk úr
burturkasti.
Til teirra, ið vilja sleppa at
sita og práta og hugna sær,
hava vit vistfrøðiligar vaflur,
kaffi, køkur og saft.
Vistfrøðilig nútíð – bjørt framtíð
Í miðbýnum 18. til 20. mai
Á tíðindafundi í
høvuðsskrivstovuni
hjá Føroya
Sparikassa
kunngjørdi Marner
Jacobsen, stjóri í
Sparikassanum, at
bankin hevur keypt
25% av fyritøkuni
Ejendomsvækst A/S
BANKI
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
– Hetta er ein týðandi
liður í vakstrar- og
váðaspjaðingaætlanini
hjá Føroya Sparikassa,
segði Marner Jacobsen í
morgun.
– Við hesum keypinum
føra vit nakrar av teimum
ætlanunum, sum vit hava
sett okkum út í lívið.
Keypið varð fullført 15
mai. Føroya Sparikassi
keypir 25% og hevur ein
optión uppá 10% afturat.
Heimliga
kappingin hørð
Føroya
Sparikassi
staðfestir, at kappingin
í Føroyum er sera hørð,
og tað er tí torført at økja
um marknaðarpartin og
inntøkurnar í Føroyum.
Føroya Banki hevur framt
nógvar rationaliseringar,
og teir eru nøgdir við
teirra marknaðarpart í
Føroyum.
– Okkara mál er nú
at koma út á ein størri
marknað. Danmark hevur
ein stóran marknað, og
tí undrar tað meg, at
føroyingar ikki troyta
hann meira, sigur Marner
Jacobsen.
– Øll tosa um EFTA og
ES, men tað er upplagt, at
vit keypa okkum inn í tann
danska marknaðin.
Málið
hjá
Føroya
Sparikassa er, at í 2006
skulu meira enn helvtin
av inntøkum bankans
verða uttanlands. Í 2005
komu 1/3 av inntøkum
bankans frá uttan fyri
Føroyar.
Við
hesum
keypinum og væntaða
yvirskotsvøkstrinum
hjá Eik Bank, sum er
dótturbanki hjá Føroya
Sparikassi, vænta teir, at
málið verður rokkið í ár.
Fastognarvirksemi
Ejendomsvækst
A/S
bjóðar
ráðgeving
til
íløgur í fastogn. Felagið
arbeiðir í nógvum londum.
Fastognarvirksemið, sum
felagið fæst við, vinnur
meira og meira fram
í Evropa. Handlar og
fyritøkur hava ikki longur so
stóran áhuga í at eiga stórar
bygningar. Tær vilja heldur
leiga seg inn. Arbeiðs-
og sølumarknaðurin er í
støðugari menning, og tí er
neyðugt, at fyritøkurnar eru
fleksiblar og dynamiskar.
Tí velja tær ofta at leiga
høli heldur enn at keypa.
Ejendomsvækst
A/
S leggur dent á at fáa
sterkar leigarar og langar
leiguavtalur. Tað verður
ikki hugsað so nógv
um eina virðisøkin av
fastognini, men íløgan skal
geva eitt yvirskot yvir eitt
ávíst áramál.
Yvirskotsfelag
Felagið fekk eitt ársúrslit
uppá 90 milliónir í 2005, og
væntandi verður yvirskotið
enn størri í 2006.
– Hetta er eitt felag í
vøkstri, og tað passar væl
til okkara filosofi. Vit
vænta okkum nógv gott
burturúr samstarvinum,
sigur Marner Jacobsen.
Sparikassin keypt 25 prosent
av Ejendomsvækst
Marner Jacobsen, stjóri í Føroya Sparikassa, hevur staðið á odda fyri arbeiðinum at keypa partabrøvini í Ejendomsvækst