mikudagur 17. mai 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 9. mai 2006
5
– Tubbakslógin kann
vera torfør at umsita,
tí orðingarna eru
heldur ógreiðar,,
heldur varafútin
Tubbakslógin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Tubbakslógin kann vera
torfør at umsita.
Tað
ásannar
Finn
Ougaard, varafúti.
Sum tað sæst í aðrari grein
í blaðnum, hevur Almanna-
og
heilsumálaráðið
biðið fútan ansa eftir, at
tubbakslógin verður hildin.
Tað, sum ráðið serliga
hugsar um, er ásetingin um,
at tubbak má ikki vera á
sølufremjandi staði í einum
handli ella eini kiosk.
Og hetta kann verða
ein trupulleiki, tí tað kann
vera torført at meta um,
hvat er eitt sølufremjandi
stað og hvat er ikki, heldur
varafútin.
– Tað er altíð torført at
umsita eina lóg, sum ikki
er heilt greitt orðað og tað
hevði verið ynskiligt at
lógin var greidligari orðað,
leggur hann afturat.
Hann sigur, at fyri at
fáa greiði á, hvussu lógin
skal tulkast, skal fyrst ein
praksis byggjast upp á
økinum og tað kunnu bara
dómstólarnir gera.
Ananrs hevur Fútin fleiri
ivamál í sambandi við
tubbakslógina.
Eftir lógini er tað ikki
lógligt at selja tubbak
í automatum og fútin
hevur
spurt
Almanna-
og heilsumálaráðið um
ætlanin er at tað skal vera
fullkomiliga bannað at selja
sigarettir í automatum og
sostatt eisini úr automatum,
sum eru á støðum, har
almenningurin ikki hevur
atgongd.
Almanna-
og
heilsumálaráðið
hevur
svarað fútanum aftur, at
tað er ikki loyvt at selja
sigarettir úr automatum
yvirhøvur, heldur ikki úr
automatum á støðum, har
almenningurin ikki hevur
atgongd.
Hava ikki eftirlit
Annars staðfestir varafútin,
at uppgávan hjá løgregluni
er ikki at hava eftirlit við
um ein lóg verður hildin.
–
Uppgávan
hjá
løgregluni er at traðka
til, tá ið illgruni er um
lógarbrot, tí tá kemur
løgreglan upp í og ger eitt
mál burturúr tí.
Hann sigur, at fyri at
løgreglan skal gera nakað
í hesum føri, skal tað til,
at onkur meldar eina kiosk
ella ein handil fyri at bróta
tubbakslógina.
Ella skal løgreglan sjálv
koma fram á illgrunaverd
viðurskifti.
Men tað er ikki nakað,
sum
løgreglan
hevur
serligt eftirlit við.
Tubbakslógin er eitt
heilsufremjandi
tiltak
og tí skuldi tað verið
heilsumyndugleikarnir,
sum hildu eyguni við um
fólkaheilsan er í vanda.
Honum vitandi hevur
løgreglan
ikki
reist
nakað mál um brot á
tubbakslógina.
Nógvar kioskir og
nógvir handlar halda
ikki tubbakslógina
og Almanna-og
heilsumálaráðið
hevur biðið fútan
ansa eftir, at lógin
verður hildin
Tubbakssøla
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nógvir handlar og nógvar
kioskir bróta lógina um sølu
av tubbakki.
Tað staðfestir Almanna-
og heilsumálaráðið.
Ráðið hevur tískil biðið
fútan ansa eftir, at lógin
verður hildin.
Tað, sum Ráðið serliga
hugsar um, er at tað
stendur í lógini sum sigur,
at tubbaksvørur mugu
ikki liggja á sølufremjandi
støðum í handlum og
kioskum.
– Hóast hetta stendur í
lógini, eru tað í nógvum
handlum
og
nógvum
kioskum, at tubbak liggur
á serstakliga sølufremjandi
støðum, eitt nú beint við
kassan, staðfestir Almanna-
og heilsumálaráðið.
Ráðið hevur tí heitt á fútan
um at fáa hesi viðurskifti í
rættlag, so at lógin verður
hildin.
Tá
ið
Løgtingið
hevði
orðaskiftið
um
fólkaheilsuætlanina, vóru
tað somuleiðis tingmenn
ið nevndu, at kioskir og
handlar eisini selja sigarettir
í leysum.
Tað er heldur ikki loyvt!
Senda kanska
eina áminning
Hans
Pauli
Strøm,
landsstýrismaður í almanna-
og heilsumálaráðnum, sigur,
at hetta er eisini eitt mál, sum
ráðið fer at taka upp.
Hvussu farið verður fram
hereftir, fer nú verða umrøtt
í ráðnum.
Hann heldur, at ein gongd
leið kundi verið at sent
kioskum og handlum eitt skriv
og mint tey á ásetingarnar í
tubbakslógini.
Eitt nú heldur hann, at
tað kundi verið ein máti at
mint handlar og kioskir á,
at tubbak skal ikki liggja á
sølufremjandi støðum, at tað
er ikki loyvt at selja í leysum
og at tað er ikki loyvt at selja
til ungdómar undir 18 ár.
Tað er heldur ikki loyvt at
selja tubbak í automatum, tí
so kunnu ungdómar undir 18
ár keypa sigarettir haðani.
Landsstýrismaðurin
sigur, at upprunaliga hevði
Landsstýrið sett í lógina, at
tubbaksvørur skuldu ikki
liggja á sjónligum staði í
sølubúðunum.
Men trivnaðarnevndin hjá
Løgtinginum linkaði hesa
áseting og setti í lógina,
at tað skuldi ikki liggja á
sølufremjandi staði og tað
samtykti Løgtingið.
Hans Pauli Strøm ásannar,
at hetta ger lógina torførari
at umsita, tí tað kann altíð
vera eitt ivamál um, hvat eitt
sølufremjandi stað er.
Men hann heldur kortini,
at ongin ivi er um, at
tað er ólógligt at hava
tubbaksvørur við kassan,
beint fyri eygunum á
viðskiftafólkinum.
Í øllum førum er hetta
nú eitt mál, sum Almanna-
og heilsumálaráðið fer at
taka upp fyri at fáa hesi
viðurskifti í rættlag.
Hóast tað stendur í lógini, at sigarettir mugu ikki vera á sølufremjandi staði, eru tað nógvir handlar og nógvar kioskir, sum hava
tær standandi á serstakliga sølufremjandi staði, sigur Almanna- og heilsumálaráðið, sum nú vil hava fútan at ansa eftir, at lógin
verður hildin
Handlar halda ikki tubbakslógina
Tubbakslógin
Tá ið Hans Pauli Strøm
legði uppskotið fyri
Løgtingið, stóð í lógini,
at:
Tubbaksvørur mugu ikki
liggja á sjónligum støðum,
har almenningurin hevur
atgongd, eitt nú í kioskum,
handlum, matstovum og
skeinkistøðum.
Loyvt
er
ikki
at
selja tubbaksvørur í
sjálvtøkum.
Men ein meiriluti í
Løgtinginum broytti hetta
og gjørdi tað linari. Tað,
sum Løgtingið samtykti,
var:
Har, sum søla av
tubbaksvørum fer fram,
eiga hesar ikki at liggja
á sølufremjandi støðum í
sølubúðunum.
FAKTA
Tubbakslógin ring at halda