mikudagur 17. mai 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 94 - 17. mai 2006
Klingran í Norður
landahúsinum var á
tremur, tá almenna
orðaskiftið, ið vardi
samfullar tríggjar
tímar, um PISA-und
ankanningina var á
skránni í gjárkvøldið.
PISA
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Alt fyri eitt sást, at sera
stórur áhugi var fyri
almenna orðaskiftinum um
PISA-undankanningina,
ið Fólkafloksungdómar
skipaðu fyri í Norðurlanda
húsinum í gjárkvøldið.
Uttan fyri Norðurland
ahúsið var ikki ein tómur
parkeringsbásur at síggja,
og inni í Klingruni vóru
alt ov fá sitipláss til stóru
áhoyrarafjøldina. Millum
mongu áhoyrararnar sótu
sera nógvir lærarar, men
eisini politikarar, foreldur,
næmingar og onnur, ið hava
tilknýti til føroyska skúlan.
Orðaskiftið var skipað so
leiðis, at fyrst slapp eitt panel
at siga sína hugsan um PISA-
kanningina. Í panelinum
sótu Jógvan á Lakjuni,
landsstýrismaður, Magnus
Tausen, formaður í Føroya
Lærarafelag, Jan Mortensen,
stjóri í Vinnuhúsinum,
og Pól Jespersen, lærari
í Hoydølum. Somuleiðis
sótu tríggjar mammur at
børnum, sum hava gingið
í skúla uttan fyri Føroyar
og í Føroyum, í panelinum
og greiddu frá muninum
millum føroyska skúlan og
skúlar aðrastaðni. Mamm
urnar vóru Elin Winther
Poulsen, Dorit Hansen
og Durita Dam Jacobsen.
Síðan varð lagt upp til kjak,
har mongu áhoyrararnir
høvdu høvi at seta panelinum
spurningar.
– Tráðleysa mikrofonin
gekk heit millum áhoyr
ararnar, og spurningarnir
vóru mangir! Orðaskiftið
vardi í tríggjar tímar, og
hóast tað til tíðir var heldur
óruddiligt, kom nógv gott
fram, - so avgjørt ein góð
byrjan til eina viðgerð av
PISA-kanningini.
Landsstýrismaðurin, Jógv
an á Lakjuni, fegnaðist um
stóra áhugan fyri tiltakinum,
men hevði eingi ítøkilig boð
um, hvat kann gerast:
- Tað er stuttligt at síggja,
at so nógv eru savnað saman
í Norðurlandahúsinum at
lurta eftir orðaskiftinum.Eg
fegnist um orðaskiftið og
lurti væl eftir. Vit noyðast at
stramma upp á øllum økjum,
segði landsstýrismaðurin.
Stórt kjak um PISA í Norðurlandahúsinum
Hósdagin 18. mai
letur ein nýggjur
handil upp á
Staravegi 5 á Hálsi
í Havn. Talan er um
hvítvøruhandilin Sp/f
Skousen Húsarhald,
sum Rói Ørvarodd
eigur og rekur.
Handilin er við í
donsku hvítvøru
handilsketuni
Skousen Husholdn
ingsmaskiner A/S
Handil
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sp/f Skousen Húsarhald er
nýggjasti handilin innan
hvítvørur, køkar og húsar
haldstól. Handilin letur upp
hósdagin kl. 8.00 við nógv
um góðum tilboðum, sigur
Rói Ørvarodd, stjóri í handl
inum.
Skousen Húsarhald er
við í donsku hvítvøru hand
ilsketuni Skousen Husholdn
ingsmaskiner A/S og hava
sama vøruúrval.
Hvítvørurnar eru av flest
øllum merkjum sum t. d.
Miéle, Elektrolux, Blom
berg og Atlas. Skousen
hava einaumboð upp á Atlas
hvítvørur.
Umframt hvítvørurnar
hevur handilin eisini stórt
úrval av smáum húsar
haldsvørum sum t.d. raki
maskinum, trimmarum og
kaffimaskinum.
Eisini verður ein deild við
BIGA-køkum.
Rói sigur, at hann valdi at
fara í samstarv við Skousen
Husholdningsmaskiner, tí
tað er ein stór handilsketa við
nógvum kendum merkjum
og stórum vøruúrvali, alt til
kapp ingarførar prísir.
Vit koma at leggja dent
á stórt vøruúrval og kapp
ingarførar prísir saman við
góðari tænastu, sigur Rói
Ørvarodd.
Rói Ørvarodd er 29 ára
gamal og útbúgvin kram
barkallur. Hann lærdi hjá
Bónus-handlunum, har hann
12 tey seinastu árini hevur
arbeitt sølumaður og sum
handilsleiðari.
Skousen Husholdnings-
maskiner A/S varð stovnað
í Vojens í 1957 av Preben
Skousen. Fyritøkan er fram
vegis í somu familju, og
stjóri í dag er sonurin, Erik
Skousen.
Skousen Husholdnings
maskiner hevur í dag 65
handlar í Danmark við til
samans 340 starvsfólkum.
Fyritøkan bleiv í 2005,
sum ein av teimum fyrstu
í Danmark, sertificerað av
DFF (Dansk Franchise For
ening).
Bjørg Lamhauge, sølufólk,
og Rói Ørvarodd, stjóri í
nýggja handilinum Skousen
Húsarhald, sum letur upp
hósdagin kl. 8.00
Mynd: Jens Kristian Vang
Sp/f Skousen Húsarhald:
Nýggjur hvítvøruhandil á Hálsi
Kappingar-elementið skal inn aftur í skúlarnar, og ein eftirmeting av øllum lærarunum og næmingunum eigur at verða gjørd javnan. Vit eiga at skipa fyri eini
betri og sterkari leiðslu í skúlunum. Tað er ongantíð mennandi at hava eina monopolleiðslu, sum vit at kalla hava nú í føroysku skúlunum. Kanska tað hevði verið
gott at fingið skúlastjórar fyri eitt ávíst áramál? Enn síggi eg bøkur í fólkaskúlanun, sum eg brúkti, tá eg gekk í skúla. Tað er kanska nostalgiskt, men hevði helst ikki
viljað sæð tær. ”Læraraútbúgvingin átti at verið eftirkannað og møguliga gjørd til eina hægri útbúgving.”