Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 17. mai 2006  Hóast áhoyrarafjøldin hevði nógv upp á hjart­að í gjárkvøldið á almenna orð­a­skift­ inum um PISA- und­­an­kann­ingina, so setti panelið sjálvsagt eisini sín dám á orð­a­skiftið. Her er nakað av tí, panelluttakararnir hvør í sínum lagi høvdu at bera fram um úrslitið av PISA- undankanningini: PISA Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður: ”Hetta er fyrstu ferð, Føroyar hava gjørt eina altjóða kann­ ing í nøkrum sum helst. Vit hava brotið upp úr nýggj­ um, og tað er framúr. Vit av­gjørdu at fara undir at gera PISA-kanningina í fjør og hava veruliga roynt at gjørt hana so professjonelt, sum til ber. Og tí bleiv eg rættiliga skakkur, tá eg hoyrdi úrslitið. Men eg eri tó glaður fyri kanningina, tí hon skapar eitt gott kjak í før­oy­ska samfelagnum um føroyska fólkaskúlan.” ”Føroyskir ungdómar eru stak dugnaligir til alt møg­u­ ligt, men kanningin staðfest­ ir tó, at okkara fólkaskúli er alt ov vánaligur. Tí er tað sera umráðandi, at vit øll nú í felag sláa kalt vatn í blóðið og stramma nøkur ting upp. Vit havi leingi saknað eitt kjak um okkara skúla, og lat okkum nú taka tað upp konstruktivt í staðin fyri at peika. Tað nyttar heldur einki bara at siga, at vit mugu spýta meira pengar í kassan. Tann generelli hugburðurin skal broytast.” Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag: ”Eg hvakk við, tá eg hoyrdi úrslitið av PISA-kanningini. Eg helt veruliga, vit vóru á sama støði sum Danmark, men tað er so dyggiliga stað- fest, at tað eru vit ikki. Vit í Føroya Lærarafelag taka kann­­ingina í stórum álvara og halda, at øll, ið kunnu á- virka føroyska skúlan jaliga, mugu sleppa framat.” ”Nú liggja vit niðast í botn­­inum, og tað gevur ok­k­­um greið boð um, at vit mugu broyta okkurt. Tað nyttar avgjørt ikki at fara út og royna at finna ein synd­abukk. Og heldur ikki nytt­ar tað at siga, um Óli Pet­­ersen teknar á baksíðuni á Sosialinum: »Tað gongur nokk«, tí tað ger tað ikki. Stóra fjøldin, sum er savnað í Norðurlandahúsinum í kvøld, vísir okkum, at før­ oyski fólkaskúlin hevur al­ stór­an týdning, og vit í Før­ oya Lærarafelag eru klár til at hjálpa við at menna skúlan alt fyri eitt.” ”Eitt nú er eingin skipað eft­­irútbúgving fyri at økja um førleikan hjá føroysku lær­­ar­arunum, og tað átti av­ gjørt at verið eitt krav, at lær­ arar skulu eftirútbúgva seg. Sum nú er, stendur dags­ins lærari og skúli ikki í mát við tað, vit ynskja, og tað eiga vit at gera okkurt við, áðrenn allir lærararnir fella í fátt.” ”Vit skulu satsa nógv meira á­ føroyskt undirvísingartilfar. Sum nú er, duga føroysku næm­­­ing­arnir fleiri ferðir bet­ur danskt og enskt enn ­før­­oyskt.” ”Børnini, ið ikki eru so væl fyri, mugu loftast nóg tíð­liga.” ”Tað er manglandi dissipl­ in í skúlunum, men tað er tað rætt og slætt eisini í øllum før­oyska samfelagnum.” Pól Jespersen, lærari í Hoydølum: ”Eg eri ikki skelkaður av PISA-kanningini – tvørt­ ur­­­í­móti. Eg havi sæð tað sein­­astu nógvu árini í Hoy­ døl­um, at næmingarnir hjá mær eru viknaðir í stødd­ frøði, alisfrøði og evna­ frøði. Eg havi ofta fingið fleiri næmingar niðan á studentaskúlan, sum hó­ast tey hava havt hesar lær­u­ grein­irnar í tíggju ár í fólk­ skúl­a­num, rætt og slætt einki duga.” ”Einir 600 føroyskir næm­ ingar hava verið við í kann­ ingini, ið greitt vísir okkum, at vit hava ein stóran trup­ ulleika. Eg haldi, tað hevði ver­ið áhugavert at sæð, hvussu næmingarnir klára seg eftir miðnámsskúlan, men í Føroyum eru eingi hag­­tøl í nøkrum sum helst, og tað áttu vit avgjørt at gjørt okkurt við.” ”Eg skal ikki generalisera, men kanningin vísir eitt nú, at nógvir næmingar ikki klára at fylgja við, tí ov nógvur larm­ur er í flokshølunum. Og tað er ov vánaligt! Ein næm­ingur segði eina ferð við meg: ’Tá eg hoyri eitthvørt í flokshølinum og skilji tað fyrstu ferð, fari eg tó at ivast í, um tað veruliga er satt, tá eg hoyri tað fyri 20. ferð’.” Elin Winther Poulsen, mamm­a at børnum, sum hava gingið í fólkaskúla í Før­oyum og í Los Angeles: ”Skúlarnir í Føroyum og so skúlarnir í Los Angeles eru ymiskir. Í Los Angeles fara tey nógv fyrr í skúla. - Sum fimm ára gomul læra børnini longu at lesa og rokna í forskúlanum.” ”Eitt, vit serliga løgdu til merkis, var, at skúladagurin var nógv longri hvønn dag í L.A., og børnini høvdu nógv meira heimaarbeiði at gera. Eisini var dissiplinið nógv størri, og børnini fingu nógv størri faklig krøv frá fyrsta degi. Tey arbeiddu nógv við verkætlanum, lósu nógv og høvdu nógvar kreativar lær­ u­greinir.” ”Amerikanski skúlin er meira struktureraður enn tann føroyski. Børnini hava ongantíð nakran frítíma, og nógvar royndir eru á skránni. – Sjálvt í fyrsta flokki hava børnini eina lesiroynd, ið stað­­­festir, hvussu nógv orð børnini klára at lesa um minuttin. Á henda hátt verða børnini kekkað, men somuleiðis eisini lærararnir. Teir skulu eftir hvørja roynd lata eina frásøgn inn, og um næm­ingarnir ikki eru nóg góðir, so er lærarin tað held­ ur ikki. Allar royndirnar fáa eisini foreldrini til at fylgja betur við, hvat barn­ ið ger í skúlanum. Og flestu foreldrini eru stolt, um børn- ini klára seg væl.” ”Eg helt ofta í Los Ang­ eles, at øll krøvini stressaðu børn­ini hjá mær, men eg kundi hugsað mær eina mill­ um­­loysn av hesum í føroyska skúl­­anum, tí børnini tráa eftir at fáa nýggjar avbjóðandi upp­­gávur.” ”Men føroyski fólkaskúlin er ikki bara keðiligur. Tað var gleðiligt at sleppa at koyra børnini hjá mær í før­ oyska skúlan, tá vit fluttu heim. Tí børnini stórtrívast og hava tað sera gott sosialt. Føroysku lærararnir eru som­ u­leiðis góðir, fittir og taka sær væl av børnunum. Men tó vanta fakligu krøvini og struktururin. Børnini tykj­ ast at hugna sær ov nógv, og ov lítið verður kravt av teimum. – Tey missa hugin, tá avbjóðingarnar eru ov fáar.” ”Vit eiga ikki bara at koyra skyldina av PISA- kann­ingini á lærararnar og skúl­askipanina, men sann­ iliga eisini minnast til, at barn­agarðar og foreldur hava eina stóra ábyrgd. Bara tað at syrgja fyri, at børnini sova rætt, fáa góðan mat og hava spískaðar blýantar við í skúla, hevur stóran týdning.” Durita Dam Jacobsen, mamma at børnum, sum hava gingið í fólkaskúla í New Zealandi og í Føroyum: ”Tað var serstakliga flott at síggja hugburðin í skúlanum í New Zealandi. Børnini gledd­ ust hvønn dag um at fara í skúla. Og eg legði tíverri til merkis, at tá vit fluttu heim, hvarv skúlagleðin, og børn­ini hildu tað hinvegin vera rotið at fara í skúla og vórðu meira líkasæl. Í New Zealandi sluppu børnini í roynd og veru ikki at vera líkasæl og vórðu átalaði, um tey ikki fylgdu nóg væl við. Hvørja viku fingu vit rís og rós at vita í eini bók frá skúlanum. So sum foreldur í New Zealandi noyddust vit at vera 100% engasjeraði í skúlanum, meðan vit í Før­ oyum rætt og slætt ikki nýt­ ast.” ”Í New Zealandi byrja tey eisini sera tíðliga at fyrireika børnini til skúlan. Longu í barnagarðinum læra tey bók­stavir og tøl. Tað hevði verið eitt gott hugskot at sam­ skipað føroyska skúlan og barn­agarðin betur, so børnini eitt nú tvey tey seinastu árini í barnagarðinum læra, hvussu ein skikkar sær í skúl­ anum.” ”Eitt, sum var sera gott í New Zealandi, var, at børnini vóru javnan til royndir. Og løgdu somuleiðis fram fyri øllum flokkinum eina ferð um vikuna. Soleiðis lærdu tey at standa framman fyri eini fjøld og vóru eftir stuttari tíð heldur ikki smæðin longur. Foreldrini fingu somuleiðis alt fyri eitt at vita, hvussu børnini kláraðu seg til roynd­irnar. Á henda hátt fingu vit sum foreldur størri áhuga og megnaðu betur at hjálpa børnunum. Børnini blivu somuleiðis lønt, tá tey gjørdu eitt gott avrik og fingu smá heiðursbrøv heim við fyri góð úrslit. Á henda hátt var tað spennandi at duga væl og stremba eftir heiðursbrøvunum.” ”Í Føroyum fær tað ongar av­leiðingar, um tú ikki klár­ ar teg nóg væl, og um ein næmingur er serliga dugn­ aligur, verður hann heldur stemplaður sum »nørdur«. Í New Zealandi vóru flestu flokkarnir býttir upp í tríggj­ ar bólkar – alt eftir hvørjum støði næmingurin var á. Og í hvørjum flokki vóru 24 næmingar við einum lær­ ara.” Dorit Hansen, mamma at børnum í føroyska fólka­ skúlanum: ”Eg eri veruliga glað fyri, at míni børn hava tað so gott og hugna sær í føroyska fólka­skúlanum og hevði ong­antíð ynskt, at ein varð slig­in á sama hátt, sum ein varð, tá eg gekk í skúla sum barn. Men tó eru nøkur ting, vit avgjørt eiga at bøta um í føroyska fólkaskúlanum.” ”Eg eri irriterað inn á nógv, sum skúlin, lærararnir og læraraskúlin ger, men eg haldi tó, at vit sum foreldur sjálv hava skyldina, tí vit gera einki við umstøðurnar, men finna okkum heldur bara í teimum. – Vit hava ábyrgdina” ”Sum foreldur í Klaksvík kann eg velja millum eina rúgvu av barnagørðum – eg havi eitt val og kann hava ávirkan á, hvat barnið hjá mær sleppur at uppliva í barn­ a­garðinum. Men so skjótt barn­ið fer í skúla, missi eg á­virkanina og havi einki at velja ímillum. Føroyski fólk­­askúlin eigur at síggja foreldur sum resursur heldur enn mótspælarar.” ”Børnini fáa alt ov fáar av­bjóðingar í skúlanum og fara tískil heldur í frítíðini á eitt nú fótbóltsvøllin at leita eftir avbjóðingum.” Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum: ”PISA-undankanningin gev­ur okkum eitt harmiligt úrs­lit, men somuleiðis eitt greitt úrslit, ið eigur at fáa okkum víðari. Vit eiga ikki at finna ein syndabukk, men heldur skulu vit øll draga línuna í felag og broyta hugburð á flest øllum økjum. Eisini eiga vit at leggja dent á at seta næmingunum størri faklig krøv, so at førleikin aftur er í hásæti í skúlunum”. Kappingar-elementið skal inn aftur í skúlarnar, og ein eftirmeting av øllum lær­ arunum og næmingunum eig­ur at verða gjørd javnan. Vit eiga at skipa fyri eini betri og sterkari leiðslu í skúl­unum. Tað er ongantíð menn­andi at hava eina mon­ o­p­olleiðslu, sum vit at kalla hava nú í føroysku skúlunum. Kanska tað hevði verið gott at fingið skúlastjórar fyri eitt ávíst áramál? Enn síggi eg bøkur í fólk­ a­skúlanun, sum eg brúkti, tá eg gekk í skúla. Tað er kanska nostalgiskt, men hevði helst ikki viljað sæð tær. ”Læraraútbúgvingin átti at verið eftirkannað og møg­ u­liga gjørd til eina hægri út­búgving.” ”At enda sakni eg somu­ leiðis samstarv millum skúl­ an og heimið. Vit mugu øll seta størri krøv til hvønn ein­stakan – eitt nú hevði tað verið gott við vikuseðlum mill­um skúlan og heimið, so vit øll í felag kunnu fyrireika okkum betur” Panelið hevði orðið