mikudagur 17. mai 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
– Eg havi verið væl
móttikin, bæði í
flogførunum hjá
Atlantic Airways,
sum eg havi flogið
nógv við í seinastuni
- og á flogvøllinum
í Vágum, nú vit
hava skrivstovu har.
Tænastan hevur
verið góð, og eg
kann ikki siga, at
kappingarneytin á
nakran hátt hevur
”spent bein” fyri
okkum, sigur Jóhan
E. Simonsen, stjóri í
FaroeJet
Flúgving
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin
var
við
flogfarinum
Sólju
hjá
FaroeJet á fyrstu almennu
ferðini úr Vágum til Keyp-
mannahavnar mánadagin.
Saman við umboðum fyri
aðrar fjølmiðlar, eitt nú
Dimmalætting, Útvarpið,
Vinnuvitan og Norðlýsið
gistu vit á Hotel Hilton í
Kastrup í eina nátt og komu
heimaftur týsmorgunin.
Fyri at fáa eina løtu í
Keypmannahavn
mána-
dagin, avgjørdu vit at biðja
stjóran í FaroeJet, Jóhan E.
Simonsen, um felagsfund
stutt eftir komuna á Hilton.
Møguligir leigutúrar
Jóhan dylur ikki fyri, at
FaroeJet í framtíðini ætlar
sær at hava meira enn tað
eina flogfarið, og hann
sær
vakstrarmøguleikar
uttanfyri landoddarnar.
– Enn hava vit ikki leigað
flogfarið út, men vit arbeiða
við
ymiskum
avtalum,
og óhugsandi er ikki, at
vit gera onkran leigutúr,
áðrenn summarflúgvingin
byrjar, 23. juni.
FaroeJet hevur fyribils
eina fráferð úr Kastrup og
eina úr Føroyum um dagin,
og so leingi flogið verður
bert eina ferð um dagin, eru
stundir til onkran leigutúr.
– Tá ið summarflúgvingin
byrjar, og vit fara at flúgva
tvær ferðir um dagin millum
londini, verða ikki stundir
til leigutúrar, sigur hann.
Jóhan sigur, at felagið
arbeiðir við sáttmálum í
eitt nú Italiu og Fraklandi,
men annars eru øll lond
áhugavert her um okkara
leiðir.
– Fóru vit ein leigutúr
til Ialiu ella Fraklands, nú
flogfarið stendur í Kastrup,
hevði sama manning, sum
flýgur
millum
Føroyar
og Danmark, verið við á
ferðini.
Hann sigur, at flogfarið
hevur støð í Kastrup,
men manningarskifti fer
fram í Føroyum. Nakrar
av flogternunum búgva í
Danmark, men tær flestu
av
teimum
tilsamans
15-16, sum eru í starvi
hjá felagnum, búgva í
Føroyum.
– Nú flogfarið stendur í
Kastrup, eru flogternurnar
framvegis
til
arbeiðis.
Tær skulu vera stand by
til í kvøld og skulu kunna
tilkallast upp á stutta tíð,
um tað verður neyðugt.
– Ein serlig skipan er
galdandi
fyri,
hvussu
nógvan svøvn manningin
í minsta lagi skal hava um
samdøgrið, sigur Jóhan.
Lítil umsiting
Á
fundinum
nam
stjórin
eisini
við
ferðaseðlaprísirnar
og
segði, at bíligastu prísirnir
hjá teimum liggja 300
krónur undir prísunum
á bíligastu ferðunum hjá
Atlantic Airways.
– Okkara lægsti prísur
er 1995 krónur í mun
til
2295
krónur
hjá
kappingarneytanum, sigur
hann.
Jóhan vísir á, at málið
hjá FaroeJet er, at felagið
verður rikið við so lítlari
umsiting sum gjørligt fyri
á tann hátt at kunna veita
viðskiftafólki eina so góða
og bíliga tænastu sum
gjørligt.
– Vit vilja syrgja fyri, at
flúgvingin gongur, sum hon
skal, meðan vit lata onnur
taka sær av ferðaseðlasøluni.
Ferðaseðlar verða seldir
um ferðaskrivstovur og á
netinum. Okkara mál er,
at sum mest skal koma
viðskiftafólkunum
til
góðar.
Sum skilst, hevur FaroeJet
enn ikki fingið nakra
skipaða
ferðaseðlasølu
uttanfyri Føroyar, og tí
er hugsandi, at lutfalsliga
fleiri ferðafólk verða á
rutuni niður til Danmarkar
– enn heimaftur.
Hetta er so nakað, sum er
við at koma upp á pláss hjá
nýggja felagnum.
Leigutúrar er ”fløti”
Vit spurdu eisini stjóran
í FaroeJet, hvussu stóran
marknaðarpart, felagið skal
hava fyri, at raksturin skal
hanga saman.
– Vit klára okkum við
minni enn 30% av tí
loftvegis flutningi, sum
væntandi verður millum
Føroyar og Danmark í ár.
Í góðum hýri sigur Jóhan,
at verða øll setrini umborð
á Sólju seld á hvørjari ferð,
so er tað fínt!
– Fáir leigutúrar eru
tiknir við í rakstarætlanina,
og tí kunnu vit siga, at tað,
sum væntandi kemur aftrat
regluliga
flutninginum
millum
Føroyar
og
Danmark, verður ”fløtin”
hjá okkum, sum hann tekur
til.
Meira órógv...
Í flogfarinum hjá FaroeJet
er eins og í fleiri øðrum
flogførum
eingin
røð
nummar 13, og hetta er ikki
av tilvild, men av pátrúgv
um, at 13 er eitt óeydnistal.
– Tað er nú einaferð
soleiðis, at summi eru full
í pátrúgv, men eg haldi, at
slíkt skapar meira forvirring
enn nakað annað.
Jóhan sigur, at tá ið
flogfarið kom, var eingin
røð nummar 13, og hetta
hava teir einki gjørt við.
– Tað verður sum tað er,
sigur hann.
Sólja, sum fyribils er
leasað í fimm ár, er av
sama slagi sum nýggjasta
flogfarið í ”flotanum” hjá
Atlantic Airways.
– Alt leðurið er nýtt, og
tað er teppið á dúrkinum
eisini. Flogfarið varð málað
seinasta leygardag.
Ikki so høgt
Jóhan sigur, at tað er ikki
bara sum at siga tað at fara
á flog við einum flogfari,
sum skal flyta ferðafólk.
– Vit hava fingið einar
40 flytikassar við ymiskum
dokumentatiónum, og tað
krevur sítt at fáa øll tey
formellu viðurskiftini upp á
pláss upp á so stutta tíð.
Hann vísir á, at í løtuni
kann Sólja ikki flúgva í
teirri hædd, sum er mest
økonomisk, og tí verður
bensinnýtslan hesar fyrstu
dagarnar nakað størri enn
vanligt.
– Tað er soleiðis, at eitt
serligt loyvi skal til fyri at
flúgva uppi í 30.000 fóta
hædd. Av øllum, sum vit
skuldu fáa upp á pláss,
áðrenn farið varð á flog,
er hetta ikki avgreitt enn.
Vit arbeiða nú við hesum,
og hetta kemur væntandi
upp á pláss ein av fyrstu
døgunum. So, er tað eisini
í lagi, sigur Jóhan.
Farmur prioriteraður
Á fundinum á Hotel Hilton
tosaði stjórin eisini um,
hvussu farmurin, sum Sólja
flytir, verður skipaður.
– Vit taka farmin í stórum
álvara. Talan er um trý sløg
av farmi, 1) Farmur, sum
kemur við, um pláss er, 2)
Prioriteringsfarmur og 3)
Super prioriteringsfarmur.
Jóhan sigur, at seinast
nevndi skal við flogfarinum
– líka mikið, um tað er fult
frammanundan.
– Kemur slíkur farmur,
bjóða vit heldur onkrum
ferðandi at fara úr aftur
flogfarinum við ókeypis
uppihaldi á hotelli við
lummapeningi til eitt nú
tivoli, sigur hann.
Ferðafólk, sum keypa teir
dýraru ferðaseðlarnar við
FaroeJet, kunnu hava upp í
15 kilo hondviðføri við sær
í flogfarið, men neyðugt
er sjálvsagt, at viðførið tá
gongur inn í skápini ella
undir setrini.
– Hetta gera vit sum
eina tænastu til tey, ið vilja
sleppa undan at bíða eftir,
at viðførið kemur inn úr
flogfarinum og á bondini,
sigur hann.
Veksandi sóljuteigur
Jóhan fekk eisini spurningin,
hvussu FaroeJet fer at síggja
út um fimm ár.
– Ja, tað er sjálvsagt ilt at
siga í dag, men tá hava vit í
øllum førum meira enn eitt
flogfar. Vit fara at hyggja
at øllum møguleikum, sum
kunnu geva pening, og vit
Stjórin í FaroeJet, Jóhan E. Simonsen:
– Atlantsflog hevur á ongan hátt
Hurðin er opin. FaroeJet
er ein veruleiki og bjóðar
Atlantic Airways av í
kappingini um ferðafólkini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 94 - 17. mai 2006