mikudagur 17. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
spent bein fyri okkum
eru eisini við kappingini
um at sleppa at flúgva
oljufólk.
Stjórin
sigur,
at
tá
ið Maersk Air gavst við
flúgvingini millum Føroyar
og Danmark, beyðst ein
møguleiki at skapa eina
”forrætning”, sum hann
tekur til.
– Vit hildu, at nú var tíðin
hin rætta at seta á stovn eitt
nýtt flogfelag. Tíðirnar eru
góðar, og fólk ferðast meira
og meira. Við størri útboði
og størri kapping á økinum,
ivist eg onga løtu í, at fólk
fara at ferðast uppaftur
meira, enn tey gera í dag.
Væl móttikin
Á fundinum spurdu vit
eisini Jóhan, hvussu hann
hevur verið móttikin á
flogvøllinum í Vágum og
umborð á flogførunum hjá
Atlantic Airways, nú arbeitt
hevur verið at leggja lunnar
undir nýtt flogfelag.
– Jú, eg havi verið væl
móttikin, bæði í flogførunum
hjá AA, sum eg havi flogið
nógv við í seinastuni - og á
flogvøllinum, nú vit hava
skrivstovu har. Eg havi
fingið eina góða tænastu,
og eg kann ikki siga, at
kappingarneytin á nakran
hátt hevur ”spent bein”
fyri okkum, sigur Jóhan E.
Simonsen, stjóri í FaroeJet
at enda.
– Tað, sum vit kunnu
tjena við leigutúrum,
verður ”fløtin” hjá
okkum, sigur stjórin
í FaroeJet, Jóhan E.
Simonsen Mynd:
Vilmund Jacobsen
Í flogfarinum hjá FaroeJet verður vøran seld beinleiðis av vogninum Mynd: Vilmund Jacobsen
”Sólja” er í góðveðrinum yvir Gásadali – á heimferðini tysmorgunin Mynd: Vilmund Jacobsen
Nr. 94 - 17. mai 2006