Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 94 - 17. mai 2006 Orðaskiftið um PISA kanningarúrslitini hevur hig­ar­ til verið bæði sakligt, gevandi og mennandi. Hetta er gott og positivt, og nú ræður um at halda orð­a­ skift­inum á hesum støði. Tað, sum okkum tørvar, er júst eitt sakligt og uppbyggjandi orðaskifti, har vit opið og ærliga viðgera tey mistøk, ið eru gjørd og koma við góðum hugskotum til batar. Í fyrstu oddagrein okkara um PISA vístu vit á, í hesum máli eru fleiri aktørar: lands- og kommunalir ­mynd­ ug­leikar, lærarar, foreldur o.a. Tað eru eisini júst umboð fyri hesar aktørar, ið seinastu dagarnar hava stigið fram á almenna pallin við positivum at­finn­ ingum og við góðum hugskotum. Vit vita longu nú um nógvar av teimum trupulleik­ um og um nógv av teimum viðurskiftum, ið elva til vánaligu støðuna í fólkaskúlanum. Ein tann størsti trupulleikin er t.d. ófriður og órógv. Hetta stendst ikki bara av, at lærarar ikki megna at gera undirvísingina spennandi og viðkomandi. Hetta hevur nakað at gera við, at skúlalóg og lesiætlanir ikki seta nóg stór krøv til næmingarnar, at tilfar er ikki tókt. Men hetta óskil hevur eisini sín upp­ runa í heimunum, har børnunum heldur ikki verða sett krøv. Børnum mugu setast mørk úti sum heima. Sostatt eru í bert hesum eina dømi fleiri um ábyrgdina. Sama kann vera sagt um aðrar trup­ ul­leikar so sum heimaarbeiði, uppmøting og krøv um fakligar førleikar. Nú er at fara til verka og gera nakað við teir trup­ ul­leikar, sum vit uttan víðari kenna. Teir kunnu so at siga verða rættaðir her og nú t.v.s við hóskandi broytingum í fólkaskúlalógini fyrst í komandi ting­ setu. Her eigur ikki at verða drálað! Vit hava nú skilt, at umfatandi broytingar longu eru á veg í læraraútbúgvingini, og hetta er sera gott og vísir hetta, at avvarðandi myndugleikar hava sýnt vilja til at bøta um støðuna. Latið okkum fáa hesa broyt­in­gar á borðið, so vit fáa ein uppdateraðan lær­araskúla. Grannalond okkara hava longt um læraraútbúgvingina, og tað eiga vit eisini at gera. Hetta, at Danmark ikki fremur slíkar broytingar, eigur ikki at halda okkum aftur. Tað hevur verið róð uppundir, at vit skulu lata útlendskar serfrøðingar kanna allan skúlaskapin. Tað kann vera gott og væl, men vit hava fyri tað fyrsta ikki tíð at bíða eftir slíkum kanningum – fyri tað annað kenna vit flestu trupulleikarnar og fyri tað triðja áttu slík­ar kanninghar fyri alt tað at verið gjørdar fyri árum síðan. Hartil kemur, at vit við PISA hava eina altjóða kanning, so er at nýta hana. Verður sæð burtur frá teimum baklóku, sum undir slíkum umstøðum vanliga stíga fram og við hevjaðum fremstafingrum og við ikki sørt av skaðafrøði gera sær dælt av hesi syndarligu støðu, so hevur kjak­ið verið gott, mennandi og skuldi givið øllum av­varðandi góðan íblástur at fara til verka. DAGSINS MEINING Sosialurin Saklig Orðaskifti VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nú hevur løgmaður bið­ ið lands­stýrismenn um at kanna, hvuss u pensionistar og ungar barnafamiljur onk­urs­vegna kunnu fáa ein lætta yvir landskass an. Hetta er ein skilagóð avgerð, hóast løgmaður er rættiliga seinur á veg. Høgir oljuprísir og trup­lar umstøður hjá fleiri sam­felagsbólkum eru ikki nýggj fyribrigdi. Tí legði Miðflokkurin í farnu tingsetu ítøkilig uppskot fyri Løg­tingið, sum júst vóru ætl­ að at lætta um hjá bæði pen­ sionistum og ungum barn­a­ fam­iljum. Oljuavgjaldið Eitt uppskot, sum Mið­flokk­ ur­in saman við Sjálvs­stýr­­is­ flokkinum legði fyri ting­ið, var at minka um olj­u­av­gjald­ ið. Hetta er nú so høgt, at lands­kass ans meirinntøkur av mvg munnu skjótt fara at vera eins stórar og alt olj­u­­avgjaldið. Vit kunnu stað­­festa, at landskass in fær meiri inntøkur, enn rokn­að varð við, tá fíggj­ar­ lóg­in varð samtykt, og tí átti at verið rúm fyri hes­um lættanum uttan aðra meir­ játtan á fíggjarlógini. Men tíverri eru føroyskir sam­ gongupolitikkarar ikki enn búnir at viðgera mál, sum andstøðan leggur fram, hó­ast hesi eru fult í tráð við samgonguskjal og vanliga fólk­­­a­hugsan. Uppskotið fekk bert undirtøku frá 4 ting­monnum, Kári P. Høj­ gaard, Marjus Dam, Jen­is av Rana og Bill Justi­nus­ sen. Undanførslan hjá sam­­gong­­uni og Tjóð­­­veld­ is­­­­flokkinum var sum ikki eina ferð, at í staðin fyri at lækka oljuavgjaldið, kunnu vit heldur hækka barn­a­frá­ drátt­in. Ein kann spyrja, hvuss u skilagott tað er at hækka barnafrádráttin til pen­­­sionistar, tí tað munnu vera heilt fáir - um nakar - pensionistur, sum eigur børn undir 18 ár. Men hetta metti so tann altvaldandi fíggj­ar­ nevndin undantikið Kári P. Højgaard. Eg havi uttanfyri politiska umhvørvið ongum føroyingi møtt, sum ikki held­­ur tað vera rætt at avtaka olj­u­avgjaldið. Nú løgmaður hevur biðið landss týrismenn finna fram til onkrar lættar fyri nevndu samfelagsbólk­ ar, mátti tað verið eitt gylt høvi hjá honum at gjørt nak­­að við oljuavgjaldið. Ein løtt og skjót loysn, sum sam­­stundis vildi mink­að um umsitingarút­reiðsl­ ur. Ger landss týrið tað ikki, fer Miðflokkurin enn eina ferð at royna uppskotið í Løg­ting­ inum. Stórfamiljubilar Eitt annað uppskot, sum Mið­ flokk­urin legði fram, var at minka avgjaldið á bilum til fleiri enn 5 persónar. Hetta uppskotið fekk góða mót­ tøku víða um, men ikki í Løgtinginum. Aftur hes­a­ ferð helt fíggjarnevnd­in, at best man vera at hækka barnafrádráttin. Ein løgin niðurstøða hjá fíggj­ar­nevnd­ ini, tí hetta uppskotið legði júst upp til at rudda burtur ó­javnar, sum eru millum tey, sum hava færri enn 4 børn og tey, sum hava 4 børn ella fleiri. Við at hækka barnafrádráttin hjá øll­um, vildi hesin ójavnin fram­ veg­is verið eins stórur, og so var onki vunnið hesum trupulleikanum viðvíkjandi. Her er eisini ein møguleiki hjá landss týrinum at fremja ítøkiligar batar. Vónandi eru lands­s­týrismenn so mikið at sær komnir, at teir ikki kveistra andstøðuuppskot so langt burtur, at tey ikki kunnu síggja dagsins ljós í onkrum øðrum formi. Vaksandi barnafrádráttur Undir øllum umstøðum ber til hjá landss týrinum at hækka barnafrádráttin mun­ andi. Hetta kann gerast á yms­ an hátt. Ein máti er at gera barnafrádráttin vaksandi fyri hvørt barnið, sum kemur aft­urat. Hendan skipan er gald­andi aðrastaðni, og hugs­anin er helst at økja um føðitíttleikan, sum er ein kendur trupulleiki um alla Europu. Familjupolitikkur Skjótt er at staðfesta, at tað ikki eru tey stóru nýbrotini, hendan samgongan hevur framt á familjupolitiska øki­ num. Tí fer Miðflokkurin í komandi tingsetu at leggja eina røð av familjupolitiskum upp­skotum fyri Løgtingið sam­­stundis sum vit fara at viðgera landss týrisins upp­ skot við allari vælvild, um hesi eru skilagóð. Sam­an­ lagt eru vónir fyri, at bæði pensionistar og ungar barn­a­ familjur endiliga fara at fáa onkrar batar, sum muna í ger­an­disdegnum. Strandfaraskipini fluttu fólk ókeypis nakrar dagar. Eisini hevði Strandferðslan tilboð, har mánaðarkort kundi keyp­­ast fyri hálvan prís. Teir trúgvastu kundarnir hjá strandferðsluni, teir sum frammanundan høvdu keypt mánaðarkort, vóru tó við skerdan lut og fingu ikki hesar sømdir. Hetta er ein und­arligur framferðarháttur hjá Strandferðsluni. Eg heitti á Strandferðsluna um at rætta mistakið, men teir vóru hvørki at høgga ella stinga í. Strandferðslan heldur seg hava havt útsølu, sum ein­hvør annar handil, og á útsølu eru ikki øll sum gera sama kvetti. Teir siga, at ikki er vanligt at fáa pengar aftur, hóast ein hevur keypt eina vøru dýrari enn á útsølu stutt eftir. Eg veit tó um konu í Klaksvík, sum ein fríggj­ adag keypti sær dýran kjóla. Mánadagin eftir fóru somu kjólar fyri hálvan prís á út­sølu. Hesin handilin var so mik­ið at sær komin, at hann bjóðaði konuni helmingin av peninginum aftur. Strandferðslan kann ikki skáka sær undan og kalla teirra tiltak fyri útsølu. Hugsa tær, at ein handil hev­ ur trúgvar kundar við ­onkr­ um slagi av limakorti og teir fáa at vita, at handilin nú hevur útsølu, men av tí at teir hava limakort, sleppa teir ikki at luttaka í útsøluni. Hesin handilin hevði fingið harðan dóm frá sínum trúgvu kundum. Strandferðslan hev­ ur monopolstøðu og eigur at veita somu tænastu til allar sínar kundar. Framferðin hjá Strand­ ferðsl­ uni var kloss ut í aðr­ ar mátar eisini. Heldur enn at krevja hálvt gjald um­borð á skipunum, bleiv fult gjald kravt og so mátti innkrevjarin fáa kontonr frá kundunum, so helmingurin kundi flytast aftur. Vorið sum rationel framferð. Helst eru fleiri mein­ing­ar um tiltakið hjá Strand­ferðsl- uni, men at teir loyva sær ikki at geva øllum kundum somu sømdir, eigur ikki at verða góðtikið. Eftir stendur í hvuss u er, at eg føli meg snýtt­an av Strandferðsluni. Pensionistar og barnafamiljur løgtingsmaður fyri Miðflokkin Bill Justinussen Strandferðslan snýtti kjarnukundarnar Nólsoy Bjarti Thomsen