Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 17. mai 2006 11 VIÐMERKINGAR Umhvørvisvikan í Tórs­havn­ ar kommunu er eitt átak, sum býráðssamgongan hev­­ur sett í verk sum lið­ur í sínum trivnaðar- og um­ hvørv­ispolitikki. Ruddingardagarnir í Tórs­ havn­ar kommunu vóru dotn­ ir niðurfyri, tí býráðið hevði ov lítlan áhuga. Tað settu vit okkum fyri at fáa aftur á beint. Hartil varð gjørt av at víðka á­­tak­ið til eitt umhvørvisátak úr ymsum sjónarhornum – alt við tí endamáli at birta upp undir hugin til at halda bygd sum óbygd øki rein. Røkt av umhvørvinum er ein týðandi partur í trivn­að­ ar­politikkinum, sum fyri ein part má gjaldast við stórum pengum og fyri ein part kann gerast fyri næstan onki. Umhvørvisdagarnar hoyra til hendan seinna flokkin, har fólk, feløg og stovnar kunnu gera sítt til, at Havnin og øll kommunan skínur. Í heila tikið fylla mál av hesum slag nógv hjá bý­ráðs­ samgonguni. Eitt er tað, sum ruddast kann oman á jørðini. Ann­ að er at halda reint í und­ir­ støðukervinum undir býi og bygdum. Kloakkirnar eru ikki tað, vit síggja mest til – og tær hava ikki verið hildnar at geva flestu atkvøðurnar – men tá tær eru ófullfíggjaðar og illa røktar er okkara um­ hvørvi hareftir. Skitið, ó­tesp­i­ ligt og rýkur illa til ampa fyri trivnaðin. Her hava vit júst stungið út í kortið at taka eitt rættiligt tak. Vit halda fram at end­ur­ nýggja kloakkirnar í bý­num, vit halda fram at beina klo­ akk­irnar gjøgnum reins­i­ brunn­ar ­burtur frá vágunum út á streymasjógv og vit fara eisini víðari at taka somu stig í t. d. Hoyvík og øðrum bý­lingum og bygdum. Hetta eru viðurskifti, sum ikki hava verið nóg høgt rað­ fest. Tí krevst eitt mun­andi tak komandi fimm árini fyri at náa mál­u­­num um alla kommun­un­a – ­og lúka krøv­ini frá ­heilsufrøðimynd ugleikunum. Fyri ca. 15 mió kr um árið til 2010 skuldi setningurin verið rokkin. Tá skuldu allar kloakkir í miðstaðarøkinum verið tryggar og ongi ó­tesp­ ilig útlát verið í náttúru, áir og sjóvarmála. Burturbeining av av­fall­i­ num oman á jørð hevur eis­i­ni fingið eina dygga dag­­føring. Brennistøðin á Hjalla var illa slitin, og fekk hon ikki eina munandi dagføring, so beyð henni ikki bøtur. Sjálvur ovnurin hevur fing­ ið eina sonevnda albøting, so brennistøðin lýkur øll krøv næstu 10 árini, og haraftrat verður eitt nýtt roykfiltur sett á støðina, so skaðiliga útlátið í umhvørvið verður sum minst. Økið uttan um brenn­i­støð­ ina verður skip­að av eins­ listum til skiljing og viðgerð av ruskinum – lívrunnum sum vanda­mikl­um. Og tann dagurin er kanska ikki so fjarur, tá kommunan fer at medvirka til, at slíkt, sum onkur koyrir burtur, kann koma til aðra nýtslu og setast til sølu í eini end­ urnýtslubúð – heldur enn at verða koyrt í ovnin. Umhvørvisvikan snýr seg, tá alt kemur til alt, um at menna tann hugburð millum manna, at vit altíð taka upp eftir okkum. Tá verður so nógv lættari hava alt reint og frískligt rundan um okkum. Havnin skal skína Í týsdags-dimmuni og - sos­ ial­inum pástendur hann, at maskinmeistaraútbúgv­ing­ in ikki er í vanda, hó­ast hann sjálvur er nógv betri vitandi. Jú sætt er.- Maskin­meistar­ a­­útbúgvingin er sanniliga í vanda. Fyri at undirstrika hetta postulat, verður víst til skriv­liga fyrispurning­in, sum háttvirdi tinglim­ur Ann­ita á Fríðriksmørk hevði til mentamálaráðharran í ting­i­num fríggjadagin 3. mars í ár. Svarið vit fingu frá mentamálaráðharranum 20. apríl, var villeiðandi utt­ an­umtos, fyri ikki at siga direkta ósætt og bar brá av fingravaski í skundi. Átakið eydnaðist honum stak væl og almenningurin, sum so, fekk ein varhuga av, at alt var í fínasta lagi. Hann svarar m.a.: At fyri at ongin misskiljing skuldi verða, var neyðug kunning um bygnaðarbroyt­ing­ar giv­in av­varandi pørt­um í góðari tíð. Hví nevndi hann ikki í hesum sam­ bandi leidslubygnaðin, sum sam­anlagdi skúlin í fram­ tíðini kom at virka undir? Hví segði hann ikki sum var, at lógloysi valdaði á øki­num og “lógarkravda út­búgvingarráðið” samb. løg­tingslóg frá 24. apr. 2001. enn ikki var mannað, soleiðis at diktatorisku mann­agongdirnar, av hesi orsøk, ótarnaðar og út frá einum leiðslusjónarmidið kundu setast í verk? Er tað tilvita forsømilsi ella embatismannafusk? “Lóg­ar­ kravda útbúgvingarráðið” er enn tann dag í dag ikki sett, hóst felagið upp í saman fleiri ferðir í langa tíð hevur eftirlýst hesum. - So kom tað eisini uppá pláss! Áðrenn nøkur skúlaleiðsla var sett, var upplýst, at hon skuldi verða samansett so­ leiðis, at hon á ongan hátt skuldi kunna “favorisera” út­­búbvingargreinirnar á nakr­ an hátt. Av hesi orsøk fingu ávísir áhugaðir umsøkjarar at vita, at fagligt tilkníti kundi vera ein meinbogi, og at inhabilir umsøkjarar í so máta ikki blivu góðtiknir. Allíkavæl bleiv stjóri við navigatørútbúgving settur fyri samanlagda skúlan. .- Frávik í lógini ella hvat? At Mentamálaráðið undr­ast á arbeiðsháttin hjá mask­inmeistarafelagnum er kanska ikki so løgi, tí tað skuldi ikki verið neyðugt at tala at í so máta. Men lat tað vera sagt, at limir felagsins síggja tað sum sína skildu, at verja eftirkomarir okkara á hesum øki, soleiðis at teir í framtíðini, ikki slongjast sum bukka millum sengur orsaka av kleyvarskapi í umsitingini. Skulu lógar­ kravdu dygdarkrøvini fram­ vegis uppfyllast, má annað skinn takast um bak. Fyrst og fremst í Mentamálaráðnum,- soleiðis at skil aftur fast á vinnu- og miðnámsskúlum landsins, sum í stóran mun liggja í andaleypi orsaka av umsitingarligum fuski. Havi granska á hesum øki,- tó alt gott um “gransking”,- men lítil fuglur sang um at ávísar neglir, høvdu sett seg á “reiðrið” uppi við Kráku­ gjógv. . Rættleiðing til Mentamálaráðharran Eg læs greinina hjá tær í Sosialinum tann 8/5, sjálv­ sagt við áhuga, tí hetta er væl maður við stórari vitan. Men eftir at hava lisið grein­ ina lidna, fánaði eg burt­ur. Tí hvat sigur hesin mað­ ur, sum altíð skuldi sett trygdina í hásæti? Pætur mælir til tveir flog­ vallir í Føroyum, men báðir nýtast ikki at verða fult o­pe­ ra­tivir! Hesin maður hevur stórar roynd­ir, 32 ár á baki í bransjuni. Tað sum eg vil nerta við, er at vit nú eru farin at tosað um at útbyggja flog­ vøll­in í Vágunum, og er tað neyðugt her og nú. Men so verður eisini tos­ að um at leggja ein ann­an flogvøll aðarstaðni í Før­ oyum. Í byrjanini var tosað um Skorðhædd, Glyvursnes og Seltuvík. Her eru kanningar gjørd­ ar, og fleiri verða gjørdar. Tann fyrsta kanningin sold­ar Skorð­hædd frá, somuleiðis er hon sera yvingarsom fyri Glyvursnesi, men vísa Seltu­vík størsta áhuga. Eg eri hvørki førur fyri, ella ætli mær at siga hvar er best at flogvøllurin er. Vit hava akkurát fingið at vita, at helst tekur tað 5 ár at gerða kanningar. Hví kemur so Pætur Ras­ mussen og setur striku yvir allar kanningar, og sigur Glyvursnes? Sig mær, setur tú ikki trygdina í hásætið, ella hví bíðar tú ikki sum onnur til endans útfall? Eg síggi úr køks­vind­eyg­a­ num yvir á Kirkjubønes, har sær tú einki summarhálvina fyri mjørka! So út frá tí, er Glyvursnes neyðvan besta loysnin. Helst um eini 10 ár, hava vit tveir flogvallir í Før­ oyum, í Vágunum og helst í Seltuvík sambært fyrstu útsøgnini. So Pætur Rasmussen, lat­ ið okkum ikki standa eftir við tí fatan, at trygd fyri tær, er sum ein býur í Kina, sum tikið verður til. Spurningur til Petur Rasmussen, leiðara hjá FaroeJet Jóannes dupult so góðar sømdir sum Edmund Heidi Petersen, løgtingskvinna Ein viðmerking til grein­ ina í Sosialinum 15. mai undir yvirskrift­ini »Jó­annes Eidesgaard skal hava somu sømdir sum Ed­mund Joensen«. Áki Bert­holsen hevur skrivað. Sum ikki einaferð fær Jó­annes Eidesgaard høvi at vaska hendur í Sos­ i­alinum við at siga, at »tað var jú undanfarna samgonga«, sum samtykti eft­ir­lønir til tingfólk, og nú gera vit tað sama fyri landsstýrisfólk og koyra eftirlønina upp á 60% frá teimum 45%. Men sum ikki einaferð er hetta akkurát helvtin av sannleikanum í tí, sum er farið fram, tað sum er samtykt gevur lands­stýr­is­ monn­um akk­u­rát dupult so nógva eftirløn pr. ár sum løgtingsfólkunum, tí løgtingsfólk skulu vera vald inn á Føroya Løg­ ting í 16 ár fyri at fáa fulla eftirløn, og lands­ stýr­isfólk skulu vera sett sum landsstýrisfólk í 8 ár fyri at fáa fulla eftirløn. So løgtingsfólk upp­ tjena 1/16 av full­ari eft­ir­løn pr. ár og lands­ stýr­isfólk 2/16 av full­ ari eftirløn pr. ár. So yv­irskriftin átti kanska at heldur at verið »Jóannes dupult so góðar sømdir sum Edmund«. heidi.petersen@skulin.fo Vága Floghavn verður útbygd og nútímansgjørd Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sam­bands­ flokkin Eg havi við stórum áhuga fylgt við viðgerðini av flog­vallarspurning­i­num í bløðunum, útvarpi og sjón­varpi, hesa seinastu tíðina. Nógv áhugavert og skil­a­ gott er sagt og skrivað um eina komandi floghavn í Før­oyum, og eg fegnist um, at Bjarni Djurholm, lands­stýrismaður, nú sig­ ur, at øll øki skulu vera kann­að, og tað merkir, at Skorðhæddin, sum var skot­ in út í rúmdina, nú aftur er kom­in inn í “luftrúmið” hjá landsstýrismanninum, men eg sakni viðgerðin av at útbyggja Vága flog­ havn. Flogvøllurin í Vágum Vit eru ikki í nakrari krepp­ ustøðu hvat viðvíkur flog­ vølli, tí vit hava flogvøllin í Vágum í dag, sum við góðum vilja er nýtiligur til tey flogfør sum røkja flogrutuna til og úr Før­ oyum í dag, men tíðin og komandi flogfør krevja, at verandi flogvallarbreyt verður longd, eins og neyð­ ugt verður at útbyggja og nú­tímansgera verandi ter­ m­­inal. Tað var við hesum ver­ u­leika í huga, at vit settu í samgonguskjalið, at Vága Floghavn verð­ur út­ bygd og nútímansgjørd. Sam­­gongan vil fremja út­ byggingina, so flogfeløgini kunnu hava betri rammur at virka und­ir og harvið kunnu bjóða kundum sínum økta kapping, ið viðførir betri og bíligari tænastur. Bjarni Djurholm Her farið eg at heita á lands­stýrismannin, um at vinn­umálaráðið nú gerð sítt arbeitt í samband við útbyggingina av flog­ vøllinum í Vágum lið­ugt, so løgmaður kann fáa avgreitt tey formligu ting­ ini við donsku myndug- leikarnar. Tí tann økti aktiviteturin á flogvøllinum, bæði tá talan er um flogfør, ferð­ a­fólk, frakt og virksemi innan oljuvinnuna, krevja útbygging av floghavnini í Vágum, í dag heldur enn í morgin. So Bjarni, brúka kreft­ ir­­nar til at av­greiða spurn­ ing­in um útbyggingina av flog­­havn­ini í Vág­um, sjálvt um tað viðførir, at neyðugar kann­ingar av, hvar ein komandi flog­ vøllur skal byggjast, koma í aðru rekkju. Parkerings­ viðurskiftini Ein onnur neyðug út­bygg­ ing, sum ikki bein­leiðis er tengd at sjálv­ari floghavn­ ini, eru park­eringsvið­­ur­ skiftini við flogvøllin, men her stendur tað upp til landsstýrismannin í vinn­umálum, at fáa hetta gjørt, og verandi støða krev­ur eina skjóta loysn. varaborgarstjóri Jógvan Arge Vestmanna hin 10.5-2006 Hjalmar N. Poulsen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Gerhard Lognberg