mikudagur 17. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 94 - 17. mai 2006
VIÐMERKINGAR
- Hevði ein ministari
verið avdúkaður fyri
at hava logið beinleið
is fyri almenningi
num í útlandinum,
so hevði hann fingið
sekkin. Fyri Høgna
Hoydal fekk tað
ongar avleiðingar
at hava logið upp
á floksfelaga sín
Tórbjørn Jacobsen,
skrivar Jústinus Eid
esgaard, sum finst
hvassliga at Høgna
Hoydal fyri hansara
viðferð av fjølmiðl
um. Hann greiðir m.
a. frá eini hending, tá
Høgni Hoydal vildi
steðga eini útgávu av
Sosialinum
KRONIKK
Eftir Jústinus Leivsson
Eidesgaard, rithøvundur
Formaður Tjóðveldisfloks
ins, Høgni Hoydal, hevur nú
um dagarnar ein fyrispurn
ing til stjóra og nevnd í
Føroya Tele í samband
við søluna av Sosialinum.
Hetta hevur Høgni allan
rættin til og eg eri ikki heilt
ósamdur við honum. Størri
opinleiki kundu gott verið
um hesa sølu, og tað er ikki
serliga hóskandi, at sjálvasti
okkara løgmaður Jóannes
Eidesgaard, skyldmaðurin,
systkinnabarnið, stendur á
odd a fyri hesari sølu, og er
avmyndaður á forsíðuni á
Sosialinum saman við Jan
Müller, blaðstjóra, har boðað
verður frá at teir skiljast sum
vinir. Heilt erligt, tað minkar
eitt sindur um tignina hjá
løgmanni at hann er so tætt
knýttur at press uni. Vit vita
heldur ikki hvør leikluturin
hjá Kristjan Magnuss en
hevur verið í søluni, hann
og stjórin fyri Føroya Tele,
Andras Róin eru svágrar. Eg
sigi ikki, at nakað skeivt er
farið fram, men tað gjørdi
einki, sum Javnaðarflokkur
in hevði lýst hesi viðurskifti
so greidliga, at ongin illgruni
var til steðar. Tað er tann
sum er ógegnigur, ið hevur
skyldu at boða frá hesum
sambært okkara fyrisitingar
lóg.
Javnaðarflokkurin
kundi fingið onkran annan
partísoldat longri niðri á
stiganum at avgreitt hendan
handil, heldur enn sjálvasti
løgmaður.
Høgni er ands tøðupolitikk
ari í løtuni, burturgloymdur,
og tað er hansara skylda at
skapa ruðul, so fólk aftur
kunnu fáa eyga á hann og
hansara flokk, einki øvugt
orð um hann brúkar hetta
málið. Tað er nú einaferð
politikkur.
Tað sum fær meg at tríva
í pennin er viðferðin Høgni
Hoydal gevur mínum fyrrver
andi starvsfeløgum, báðum
blaðstjórunum Jan Müller og
Eiriki Lindenskov og harvið
eisini allari blaðmanningini
á Sosialinum seinastu árini.
Høgni skrivar:
“Ongin kann lasta Jan Müller,
Eiriki Lindenskov og øðrum,
at teir dríva partapolitiska pro
paganga, sum teir altíð hava
gjørt.”
Hetta eru grovar ákærur og
samstundis er hetta ein ákæra
um at Sosialurin ikki hevur
roynt sítt ítarsta frá at vera
eitt vanligt floksblað til at
gerast eitt óheft tíðindablað.
Og tað er júst her eg kenni
meg raktan og partvíst eisini
særdan.
Eg havi brúkt átta ár av
mínum lívi at gera mín part
fyri at broyta Sosialin frá ein
um vanligum flokksblaði til
eitt óheft tíðindablað. Vit
eru nógv sum hava tikið tøk,
og ábyrgdarblaðstjórin Jan
Müller hevur gingið á odd a.
Seinastu mongu árini hevur
Eirikur Lindenskov eisini
verið blaðstjóri og hansara
partur liggur avgjørt ikki
eftir. Hann hevur verið ein
eldsál til at broyta Sosialin
til eitt óheft tíðindablað.
Alt hetta veit Høgni og
hann veit eisini, at hann
leggur eftir einum liggjandi
manni, tá ið hann sparkar út
við, at Sosialurin verður rik
in partapolitiskt. Hann veit,
at blaðstjórarnir fáa illa vart
seg á sannførandi hátt og
heldur ikki hini á blaðnum.
Jan Müller er eitt ótrúliga
lætt offur hjá Høgna Hoydal.
Høgni veit og øll vita, at
Javnaðarflokkurin útnevndi
Jan Müller til blaðstjóra í
áttatiárunum. Tað Javnað
arflokkurin ikki visti var, at
Jan hevði heilt aðrar visiónir
við blaðnum, enn eitt vanligt
floksblað. Seinastu tvey
ártíggjuni hevur hann ført
hesar visiónir út í lívið og í
dag er blaðið óheft.
Eirikur Lindenskov er eis
ini eitt ógvuliga lætt offur
hjá Høgna Hoydal. Eirikur er
fødd ur inn í Javnaðarflokkin.
Pápi hansara Jákup Lin
denskov hevur í mong
ár tænt flokkinum bæði
sum løgtingslimur, fólka
tingslimur og landsstýrismað
ur. Eirikur var sum ungur
virkin í flokkinum og hann
fær ikki tagt sítt tilknýti til
flokkin burtur. Harvið er ikki
sagt, at hann sum blaðstjóri
rekur javnaðarpropaganda.
Tað ger hann ikki, tað veit
eg.
Høgni Hoydal er ikki
nakað dummur hundur, tað
svingar væl í ovastu hædd
og hann veit, at hvørgin av
blaðstjórunum fáa vart seg
nakað av týdningi, antin
fyri at hava verið í tænastu
hjá Javnaðarflokkinum ella
at hava arvað ideologist til
knýti til flokkin, eitt band,
sum kann verða seigt at rista
av sær.
Eg havi síðan eg kom á
Sosialin fingið litið mangar
álitisuppgávur upp í hendi,
og tey flestu árini havi eg
havt eitt avgerandi orð at
siga um hvørjar greinar
vit hava valt at selja blaðið
við á forsíðuni. Jan Müller
hevur havt álit á míni fak
ligu hvitan sum útbúgvin
journalistur. Eg havi sitið á
100 tals redaktiónsfundum á
Sosialinum, og eg veit ikki
um eitt einasta dømi, har
vit hava valt greinar frá ella
til, tí hesar hava tænt einum
politiskum flokki meira
enn gott er. Jan er umframt
at vera blaðstjóri, útbúgvin
journalistur og hann hevur
altíð lagt doyðin at gera
arbeiðið greitt eftir teimum
fakligu grundreglunum sum
mynda journalistikk. Tað
er komið fyri, at vit hava
tikið upp greinar hjá journ
alistum og kanska koyrt
tær í skrellispannina, um
politiska siktið hjá journ
alistinum er komið fram
um journalistiska siktið
og tá hevur onkur orrustan
verið. Tað er tann einasta
fráveljingin eg veit um.
Ein journalistur hevur tvær
meginreglur at ganga eftir,
hann skal vera so objektivur
sum gjørligt og so sakligur í
merkingini erligur sum gjør
ligt.
Tað hevur verið beinleiðis
ein vansi hjá Javnaðarflokk
inum at átt Sosialin undir
leiðslu Jan Müllers. Eg veit
ikki hvuss u nógv dømi eg
havi um, at eg havi valt
greinar har javnaðarmenn
eru aktørar frá og tikið
greinar har tjóðveldis ella
fólkaflokksmenn eru aktør
ar, júst fyri at prógva, at
vit eru óheftir. Eg havi
valt góðar søgur frá og tik
ið vánaligar fram, fyri at
javnvágin skal haldast, og
svikið lesaran og journal
istik grundprinsippir, fyri at
gera paranoid tjóðveldisfólk
nøgd og tey eru ikki nøgd
allíkavæl. Hetta frával hev
ur slett ikki altíð verið tikið
eftir journalistiskum grund
reglum, nógv meira fyri at
prógva, at vit eru óheftir, ikki
eitt flokksblað, eitt blað, sum
hýsir øllum sjónarmiðum.
Eg eri rættuliga vísur í,
at Dimma hevur havt júst
sama trupulleika við Sam
bands flokkinum, sum søgu
liga hevur verið knýttur at
blaðnum, tó ikki sum eigari.
Tað hevur verið ein vansi fyri
Sambands flokkin, at Dimma
hevur valt eina óhefta kós
seinastu mongu árini.
Tað óhugaligasta hjá av
øllum hjá hesum báðum
Jústinus Eidesgaard svarar Høgna Hoydal:
Tá ið manipulatiónin gerst ein kunstur
- Eitt tað grellasta dømi um, hvussu sannleikin kann verða snúgvaður av trøllvaksnum monnum upplivdi eg sum tíðindaleiðari á Sosialinum fyrst í hesi øldini, tá
Tórbjørn Jacobsen hevði kallað Anfinn Kallsberg, løgmann, ein danskan leigusvein. Við at lúgva fyri Føroya fólki bjargaði Høgni Hoydal landsstýrissessinum hjá Tór
bjørn Jacobsen. Myndin omanfyri er eitt gott dømi um manipulatiónina, Merkið, morreyða kotið og Tjaldrið sjálvandi, skrivar Jústinus Eidesgaard m. a.
Mynd: Jens Kiristian Vang