mikudagur 17. mai 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 17. mai 2006
13
VIÐMERKINGAR
stóru bløðum, sum virku
liga royna reka óheftan tíð
indaflutning, er at arvurin,
sum er partapolitiska til
knýtið, fer at hanga við
fleiri ár fram í tíðina, áðrenn
øll onnur enn teir seigastu
tjóðveldismenninir kunnu
siga, at vit hava eina óhefta
pressu og í hesum tíðarskeiði
er einki annað at gera hjá
bløðunum enn at halda fram
við óhefta strevinum.
Høgni Hoydal heldur
fram, beint eftir frammanfyri
nevnda endurgivna brotið:
“Men hvør hevur ábyrgdina
av, at hetta (partapolitiski tíð
indaflutningurin í Sosialinum
og á Portalinum) gongur fyri
seg við almennum pengum í
rygginum og við pengum hjá
øllum brúkarum av Føroya Tele
aftanfyri?”
Hetta er álvarsligt og fær meg
at hugsa um, at sjónvarpið
við almennum pengum setti
Høgna Hoydal burturav sum
journalist til at fara á botn
í bankamálinum. So skjótt
hann var liðugur við hetta
journalistiska arbeiðið, sat
hann sum formaður í Tjóð
veldisflokkinum og á tingi.
Var tað almennir pengar sum
hjálptu tjóðveldisflokkinum
at fáa ein nýggjan for
mann?
Ótøkk er verðsins løn.
Tjóðveldisfólk hava ikki
skil fyri pengum, tá ið tað
snýr seg blaðútgávu og tey
hava sett sær fyri at brúka
Sosialin sum málgagn, tí
hesin dugir at geva bløð
út við vinningi. Sætt út
frá einum journalistiskum
sjónarmiði er alt ov nógv
av einkisigandi politiskum
vrøvli í Sosialinum og her
eigur tjóðveldisflokkurin
bróðurpartin. Tað er ein háð
an móti lesarum, og ein hótt
an móti alheims skógum,
sum levera pappírið, at vit
verða tvungnir at síggja
hesar lesarabrævsdublettir
í Sosialinum og Dimmu.
Hevði eg vald á Sosialinum
í dag, so skuldi ein nógv
strangari útveljing farið fram
av tilfari sum politikkarar
sjálvur skriva, ikki út frá
einum partapolitiskum sjón
armiði, men út frá einum
journalistiskum sjónarhorni,
har politiska tilfarið, tá ið
politikarar fara í sjálvsving,
skuldi verið vigað eftir um
tað var relevant ella ikki.
Eitt politiskt sjónarmið
sum var ordiliga relevant,
átti slett ikki at komið rátt
í blaðið, men heldur at ver
ið viðgjørt at einum journ
alisti. Sosialurin hevur
kanska verið størsta aktivið
hjá Tjóðveldisflokkinum
seinastu mongu árini.
Tað er heilt óhoyrt uttan
fyri landodd arnar, tá ið
politikkarar siga við journ
alistar: “Nei, eg vil ikki
úttala meg til tín, men eg
fari sjálvur at skriva um
hetta málið í bløðunum.” Tí
verri er hetta heilt vanligt í
Føroyum.
Høgni Hoydal
og sannleikin
Tá ið eg sum blaðungur,
áðrenn eg fekk dirvið til
at skriva, starvaðist eitt
stutt skifti á Dagblaðnum
í 1976-77 gjørdist eg rætt
uliga skelkaður yvir hvat
politikkur var fyri nakað,
so skelkaður, at eg fekk
næstan vaml fyri politikki.
Tá íð ein politikkari er
valdur, so er lítið samband
meira millum tað sum
hann lovaði í valstríðnum
og tað sum hann fremur í
politikki. Ideoligiskar sann
føringar verða gloymdar í
rossahandlum á tingi sum
snúgva seg um at fáa sítt í
gjøgnum og lítið samsvar er
millum floksskrá og førdan
politikk. Hetta er ikki vorðin
betri við árunum.
Eitt tað grellasta dømi um
hvussu sannleikin kann verða
snúgvaður av trøllvaksnum
monnum upplivdi eg sum
tíðindaleiðari á Sosialinum
fyrst í hesi øldini. Ein av
okkara sera evnaríku og
dugnaligu journalistum,
John Johannesen, hevði tos
að við Tórbjørn Jacobsen,
sum hevði úttalað, at sit
andi løgmaður, Anfinn
Kallsberg var einki annað
enn ein danskur lakajur ella
leigusveinur. Her var talan
um eina bandaða samrøðu
og sjálvandi var hetta ein
funnin fressur á forsíðuni.
Vit skrivandi journalistar
liva av at selja bløð.
Fram í móti evsta marki
henda dagin kemur greinin
fyri oyruni á Høgna Hoydal,
sum tá var landstýrismaður,
mest í loysingarmálum,
eitt mál, sum fylti alla pol
itisku skipanina, so alt ann
að lá á láni, men sum er
fullkomiliga gloymd í dag
og tað eru næstan somu
menn og kvinnur, sum sita
á tingi.
Tá hugsaði Høgni Hoydal
eitt sindur ørvísi enn hann
ger í dag, nú hann í hvussu er
fimm ferðir nevnir hugtakið
ein fræls pressa í sínum
fyrispurningi til leiðsluna
í Føroya Tele. Tá var tað
gamalkommunisturin, sum
hugsaði í Kreml-banum
ella sum vanlig hugsan var
handan jarntjaldið. Hann
ringdi út til mín og vildi
steðga greinini við góðum
og illum. Hann kundi tó ikki
koma við eini journalistiskari
grundgeving, hóast útbúgvin
í samskifti, sum kundi sann
føra meg og greinin varð
koyrd í blaðið. Nakað seinni,
beint áðrenn prentstart, blað
ið var farið úr húsinum og
niðan á Prentmiðstøðina
kemur sjálvasti Tórbjørn
Jacobsen út á Sosialin, sum
tá helt til á Argjavegi 26.
Tórbjørn Jacobsen var tá so
nýggjur í politikki, at journ
alistar tóku hann fyri fult
og trúðu tí hann segði. Í dag
er hann so vanur at eta tað
hann sjálvur havnar, tá ið
hann loypir fram av, at hann
ivaleyst hevði fingið steðgað
eini grein í bløðunum. Tá
trúðu vit honum og hildu at
hann var maður fyri tí hann
segði.
Torbjørn Jacobsen fekk
heldur ikki steðgað greinini.
Hvat var nú til ráa at taka
henda seinnapartin hjá leiðslu
Tjóðveldisflokksins. Nú var
bara manipulatiónin eftir og
tað eru teir meistarar í innan
gátt tjóðveldisflokksins. Eitt
tíðindaskriv kom sendandi
í faksinum. Navnið hjá Tór
bjørn Jacobsen, men ikki
undirskrift hansaara, minn
ist meg rætt, stóð undir og
í hesum bedýrar hann, at
hann ongantíð hevur kallað
Anfinn Kallsberg, løgmann
fyri ein danskan lakaj ella
leigusvein og at hann heldur
ongantíð kundi droymt um
at gjørt tað.
Eg siti við skrivstovuborð
mítt í lokali nummar 11 á
Sosialinum við tíðindaskrivi
num og bandaðu samrøðuni á
borðinum. Eg havi upplivað
mangar løgnar støður júst
inni á hesi skrivstovu og
hetta er tann mest løgna. Á
bandinum kallar Tórbjørn
Jacobsen Anfinn Kallsberg
fyri ein danskan lakaj og í
tíðindaskrivinum frá sama
manni sigur hann seg ong
antíð hava sagt hetta og at
heldur ikki kundi droymt
um at sagt hetta. Og tað
løgnasta av øllum var, at
Tórbjørn fór beina leið inn
í Eysturoynna, tá ið hann
hevði verið á Sosialinum
hendan dagin, og hann
kann so ikki hava skrivað
tíðindaskrivið meðan hann
koyrdi ella kundi hann? Vit
tosaðu við hann í mobilini
á veg norðureftir og vóru í
hvussu er sannførdir um, at
hann koyrdi bil meðan tíðind
askrivi varð skrivað.
Hinir fjølmiðlarnir fingu
eisini hetta tíðindakskriv
og gløggi tíðindastjórin á
sjónvarpinum tevjar eina
góða søgu. Løtu seinni er
hann við kameramanni á
úti á Sosialinum. Hann fær
okkara prógv sum er band
aða samrøðan og eg úttali
meg sum tíðindaleiðari til
sjónvarpið. Hevði Øssur
Winthereig ikki tevjað hesa
søgu, so hevði tíðindaskrivið
staðið ósvarað sum sannleiki
enn tann dag í dag.
Seinni hevur Tórbjørn
alment skrivað, at hann
skrivaði slett ikki tíðinda
skrivið sjálvur, men at Høgni
Hoydal skrivaði tað upp á
nakkan á honum í vón um,
at Sosialurin og Sjónvarpið
ikki fóru at avdúka sjálvan
sannleikan.
Hevði
ein
ministari
verið avdúkaður fyri at
hava logið beinleiðis fyri
almenninginum í útlandi
num, so hevði hann fingið
sekkin. Fyri Høgna Hoydal
fekk tað ongar avleiðingar at
hava logið upp á floksfelaga
sín Tórbjørn Jacobsen.
Tá ið manupulatiónin
gerst ein kunstur
Eg eri ikki virkin journalistur
í løtuni og tað einasta eg fáist
við hetta starv er at fylgja við
og kanska gera mær mínar
tankar. Og júst í hesum
strevi stóð eg sum Kánus, tá
ið Tórbjørn Jacobsen aftur
gjørdi yvirskriftir, tí hann
hevði koyrt skít herfyri.
Eg hugsaði beinanvegin,
nú man hann vera vorðin
so mikið vaksin í politikki,
at hann viðgongur at hann
sum lóggevari hevur brotið
landsins lógir og at hann fús
ur og treytaleyst vil ganga
undir ta revsing, sum lógin
ásetir.
At koyra skít hendir hjá
monnum. Øl er annar maður,
og sjálvur havi eg ivaleyst
onkuntíð koyrt við ov høgari
promillum, tá ið eg drakk
tamarhaldsleyst fyri skjótt
15 árum síðani. Ein drukkin
maður er ikki við síni fullu
fimm, og tá er skjótt, at hann
eisini heldur seg vera føran
fyri at koyra bil.
Men nei. Nú byrjaði aft
ur manupulatiónin í tjóð
veldisflokkinum, ein sjón
leikur, sum tók tann mest
forheraða á bóli. Skjótt
varð málið vent burtur frá, at
tjóðveldispolitikkarin hevði
ikki varnast ein lyktapela,
sum stóð væl grundfestur í
ein tonsatungan betongklossa
undir jørð á veg til hús henda
morgunin aftan á góðan verts
skap onkunstaðni. Nú snúði
málið ikki um lógarbrot hjá
einum fólkavaldum, sum
helst skuldi verið fyrimynd
fyri okkum aðrar vanligu
borgarar. Málið kom í man
upulatiónsmaskinuna hjá
tjóðveldisflokkinum og
snúði seg nú um hvørt fútin
hevði rætt at taka koyrikortið
frá einum tingmanni. Nú
var ikki longur talan um lóg
arbrot fyri eina tíð, men um
jus, løgfrøðiliga togtugan og
málið endaði við at Tórbjørn
kom út sum sigursharrin
fyri at hava koyrt skít. Hann
vann politisk poeng fyri
at hava koyrt skít, og fór
sjálvur hátíðarliga til fútan
at geva honum koyrikortið
fyri at hava koyrt skít, eitt
koyrikort, sum allir aðrir
borgarar missa, tá ið teir
koyra við eini promillu,
hægri enn eitt ávíst tal og
verða uppdagaðir og tiknir
væl at merkja. Eitt lógarbrot
varð vent til fyrimun hjá
lógarbrótaranum og fútin átti
at skamma seg, at hava tikið
koyrikortið frá einum fullum
løgtingslimi. Ha? Hetta
verður aðrastaðir kallað at
sjálvhátíðarligheitin fer í
sjálvsving.
Herfyri var eg sjalvur
vitni til eina tíðindasending
í útvarpinum, har Tórbjørn
Jacobsen rópar og geylar,
uttan virðing fyri um
hann hevði fingið talutíð
frá løgtingsformanninum
ella ikki okkara hægsta
embæti, har hann spyr um
tingið onga heimild átti
at geva einum tingmanni,
John Johannesen, sálarliga
hjálp á statshospitalinum.
So respektleyst hevði eg
ongantíð hugsað mær at ein
tingmaður fór at uppføra
seg móti formansskapinum
í tinginum. Ein niðurgering,
sum fær tað at renna kalt
niður eftir rygginum. Eg
kenni ikki sálarligu støðuna
hjá John Johannesen og
veit, at einki forgjørt er í
at tosa við ein sálarfrøðing
ella sálarlækna, tá ið sálin
hevur ilt. Havi sjálvur tosað
við sálarfrøðing onkuntíð í
lívinum og tað eigur ikki at
vera ein skomm í dagsins
Føroyum 2006.
Eg eri heldur ikki førur fyri
at meta um sálarstøðuna hjá
Tórbjørn Jacobsen og tó eri
eg eitt sindur illgrunasamur
um alt er rætt samanstemmað
í ovastu hædd hjá hesum
manni, sum næstan dagliga
loypir fram av og sum
ikki treytaleyst biður um
umbering, tá ið so er. At fýra
alt sítt gor og gall av fyrst
og síðan treytaleyst biðja
um eina lunkaða umbering,
hevur ikki nógv við eina
angrandi umbering at gera.
Treytaleyst er treytaleyst.
Vælsignaði Høgni. Gev
hesum monnum á Sosial
inum ein møguleika. Teir
royna í hvussu er alt sum
stendur í teirra makt, at fáa
eitt óheft blað út á gøtuna.
Teir gera nakað sum tit
tjóðveldismenn ongantíð
hava megnað. Kreditorar
missa ikki pengar upp á
blaðútgávu Sosialsins, eins
og teir gera upp á tykkara
royndir. Tey á Sosialinum
sita og skriva eitt blað, sum í
hvussu so er roynir at vera so
óheft sum menniskjansligt
gjørligt, og teir geva hetta
blað út við vinningi. Tit
hava gjørt tykkara royndir
á blaðútgávuøkinum og
dumpað. Tobbi svíður enn í
milliónatapi fyri tað. Fregn
ir var eitt flott blað í upp
seting, men tað stinkaði so
nógv av nationalismu, at
tann hugsandi lesarin vendi
tí bakið, 14. sep var so rein
dyrkaður nationalistiskur at
har var ikki pláss fyri nøkr
um øðrum, heldur ikki lesar
aum. Teir á Sosialinum duga
nakað sum tit ikki duga, við
gangi tað. Gevið teimum ein
møguleika.
Politiskt eri eg heimleysur
og politiskt heimleysur eri
eg sloppin at arbeiða á Sos
ialinum í mong ár, eisini
sum leiðandi medarbeiðari
uttan politiska stýring av
nøkrum slagi. Óhefti Sosi
alurin eydnaðist, og tað er
kanska tað sum svíður all
armest í øvundsjúkuraktu
tingmanning Tjóðveldis
floksins.
gult cyan magenta svart
Heimas
ur
Framkomnar
web-loysnir
www.vit.fo
Undir Bryggjubakka 17
FO-100 Tórshavn
Tlf. 319914
Alt innan
hitaverk & sanitet
so sum:
Sp/f VVS-HORNIÐ
Lágpríshandil
Støkk inn á gólvið
ella ring
• Stoypijarnsketil
• Sanitet
• Kranar
• Baðirúmsmøblar
Landavegur 2 - 100 Tórshavn
Tel. 318023 - Fax 310963
Sosialurin - 311820
...tú fært tað munandi betri hjá HTH
Sosialurin - 311820
Nýggir
bóklingar
Kom inn og fá
Føroya snøggasta
bókling. Alt um,
hví tú fært tað
munandi betri hjá
HTH og 148 síður
við køks-
inspiratiónum.
Fullveldi um
nøkur fá ár
Nr. 225 • mikudagur • 22. november 2000 • 74. árgangur • Kr. 10,00
Løgma›ur er danskur
leigusveinur
Sí›a 7
sí›a 5
7. flokkur endur-
n‡tir pappír
Sí›a 8-9
– Sleppi eg ikki at føra mín egna politikk, so r‡mi eg, sigur Tórbjørn Jac-
obsen. Sambært honum hevur danski forsætisrá›harrin givi› løgmanni
bo› um at krevja av Tórbjørn Jacobsen, at hann letur vera vi› at avtaka
grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum
Fólk vald í 48
kommunust‡ri
Tórbjørn Jacobsen, landsst‡risma›ur:
Rúni hevur
givi› avbo ›
Hondbóltslandsli›i›:
Løgmaður er danskur
leigusveinur
Soleiðis sá forsíðan út á Sosialinum týskvøldið 21. november
2001. Tórbjørn Jacobsen var lopin fram av í úttalilsum um løg
mann. Hetta mundi kostað honum starvið, men av tí at Høgni
Hoydal skrivaði eitt tíðindaskriv upp á nakkan á Tórbjørn
Jacobsen, slapp hann við skrekkinum. Dagin eftir var Tórbjørn
Jacobsen avdúkaður fyri at lúgva - men at Høgni Hoydal hevði
skrivað tíðindaskrivið upp á nakkan á honum kom ikki fram
fyrr enn 2. oktober 2004, tá høvdingarnir í Tjóðveldisflokkinum
lógu í opnum stríði