Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 94 - 17. mai 2006 UTTAN ÚR HEIMI Stutt sagt Í gjár kunngjørdi stjór­in í skandinaviska flog­fel­ agnum SAS, Jørgen Linde­ gaard, at hann fer frá í heyst, og longu nú eru fólk farin at tosa um, hvør skal taka við eftir hann. Nevndin í SAS hevur sagt, at hon hevur ikki tik­ið støðu til, hvør skal í stjórastarvið, men hon fær ikki trupult við at leita eftir uppskotum. Í hvussu er hava tey norsku starvsfólkini hjá SAS skotið upp at seta svensku Marie Ehrling í starvið. Hon var varastjóri í SAS, men segði seg úr starvinum fyri fýra árum síðani. Síðani hevur hon verið stjóri í samskiftisfyritøkuni TeliaSonera. Norskir fjølmiðlar vilja vera við, at norski vara­ stjórin í SAS, Gunnar Reitan, er millum teirra, sum kunnu koma upp á tal, tá nevndin skal seta eftir­ mannin hjá Jørgen Linde­ gaard. Ein kvinna skal taka við Fyri einum ári síðani vísti ein kanning, at sjey prosent av norska fólkinum stúrdu fyri, at yvirgangsmenn fóru at søkja at málum í Noregi. Nú vísir ein nýggj kanning, at í dag eru tað 17 prosent, sum ganga við tí óttanum. Tað vil siga, at umleið ein hálv millión norðmenn ganga og stúra fyri yvirgangi, skrivar Aftenposten. Karl Ove Aarbu, sum hevur verið við til at gera kanning­ina, sigur við blaðið, at nógvir norðmenn lótu seg ávirka av tilburðunum, tá illir muslimar settu eld á norskar sendistovur og norska flaggið undir rokinum um Muhammeds- tekningarnar. Eitt annað, sum eisini hevur ávirkað mong, er, at yvirgangs­felagsskapurin al-Qaeda fyri stuttum hótti við atsóknum at Noregi. Tann nýggja kanningin vísir, at tað eru serliga tær norsku kvinnurnar, sum stúra fyri yvirgangi, og at tað eru tey 18 til 24 ára gomlu, sum hugsa mest um tað. Tey, sum sluppu livandi frá tilburðinum, tá flogvápnið hjá Saddam Hussein bum­b­aði býin Halabja við eiturbumbum í 1988, vilja nú hava endurgjald frá teimum fyritøkunum, sum seldu fyrrverandi ir­akska einaræðisharranum eiturgass. Kamil Abdel Qader, sum er talsmaður hjá teimum, sum sluppu livandi frá álop­ inum, sigur við AP, at lond, sum styðjaðu táverandi stýrið í Irak, skulu eisini dragast til svars. Tað snýr seg millum annað um USA, sum seldi Irak tyrlur og aðra hernaðarútgerð til kríggið við Iran, og Bret­ land, Frakland og fleiri fyrrverandi sovjetsk lýð­ veldi verða ætlandi eisini drigin fyri rættin. Eiturálopið á Halabja kostaði umleið 5.000 manna­ lív, og tær skelkandi mynd­ irnar av deyðum mammum og børnum skakaðu heimin. Bara nøkur fá hundrað fólk sluppu frá álopinum á lívi. Dansk Institut for Inter­ nationale Studier heldur, at danskir skúlanæmingar læra ov lítið um jødatýningina og kreppuna í Miðeystri, og at tað kann elva til veksandi jødahatur. Í einari nýggjari frá­ greið­ing skrivar stovnurin millum annað, at tað finnast dømi um, at muslimskir næmingar í Danmark skræða myndirnat av tí ísraelska flagginum úr landalærubókunum. Stovn­urin mælir tí mynd­ ug­leikunum til at geva næmingunum betri kunn­ leika til jødatýn­ingina, tí nú eru so mong ár liðin síðani seinna heimsbardaga, at tey ungu duga ikki rættiliga at seta seg inn í tað, sum tá hendi jødunum. Rikke Hvilshøj, sum er ráðharri í innflytaramálum, tekur undir við tilmælinum. Hon sigur, at jødatýningin var so ræðandi, at øll eiga at kenna hana og taka við lærtu av tí, sum hendi. Norðmenn stúra fyri yvirgangi Offur krevja endurgjald Vita ov lítið um holocaust Tá amerikonsku mynd­ug­ leikarnir herfyri al­manna­ kunn­gjørdu nøvnini á fang­ unum á støðini í Guantanamo, restaðu nøkur nøvn í, skrivar AP. Sambært tíðindastovuni er talan um nakrar fangar, ið verða roknaðir sum teir vandamestu, og tað hevur fingið fólk at gita, at teir helst verða fjaldir onkra aðrastaðni. Av teimum 759 nøvnunum á listanum eru umleið 200, sum ongantíð hava verið nevndir fyrr. Umleið 190 av fangunum eru úr Afghanistan og 131 úr Saudiarabia. Teir flestu eru ímillum 25 og 34 ár, men tríggir eru yngri enn 18 ár, skrivar AP. Ein leki noyddi bretar at lata kjarn­orkuendur­ vinn­ingarvirkið í Sellafield aftur í fjør. Nú verður tað latið uppaftur Dálking Árni Joensen fartekst@mail.dk – Eg haldi tað vera sera harmiligt, at virkið verður latið uppaftur, og eg havi eisini sagt bretsku myndugleikunum tað, sigur norski umhvørv­ is­málaráðharrin, Helen Bjørnøy, við Aftenposten, eftir at tað er komið fram, at bretar ætla at lata tað umstrídda virkið uppaftur. Í fjør noyddust bretar at steingja virkið orsakað av leka, og kanningarnar tá av­dúkaðu, at geiðslavirki evni var runnið frá virkinum í átta mánaðir, uttan at nakar hevði varnast tað. Sambært kanningunum vóru 80 tons av geiðslavirknum evni runn­ in út í Írska Havið, áðrenn virkið bleiv latið aftur. Norsku myndugleikarnir hava í fleiri ár biðið bretar lata virkið aftur, tí dálking haðani kann reka við havstreyminum ímóti norsku vesturstrondini. Niðurlendska Ayan Hirsi er ikki niðurlendsk longur, eftir at hon hevur viðgingið, at hon segði ósatt fyri at fáa ríkisborgararætt í Niðurlondum Niðurlond Árni Joensen fartekst@mail.dk Á einum tíðindafundi í gjár noyddist Ayan Hirsi at viðganga, at hon hevði givið niðurlendsku myndugleikunum skeivar upplýsingar, tá hon fekk ríkisborgararætt í 1992. Eitt nú hevði hon falsað navnið og aldurin, og hon hevði heldur ikki sagt, at hon hevði verið í Týsklandi á vegnum. Sostatt var hon vorðin niðurlendskur ríkisborgari undir skeivum fortreytum, og stjórnin í Haag hevur eisini boðað henni frá, at hon missir ríkisborgararættin alt fyri eitt. Við hesum endar ein av teimum mest merkisverdu søgunum í niðurlendskum politikki. Tað er søgan um flóttafólkagentuna, sum kvettið sambandið við sín muslimska uppruna, og sum gjørdist ein av teimum fremstu í Evropa at finnast at Islam. Í Niðurlondum gjørd­ ist hon so nógv avhildin, at hon bleiv vald í tjóðartingið, og tað var hon, sum skrivaði handritið til tann víðagitna filmin hjá Theo Van Gogh, sum seinni kostaði honum lívið. Tey seinastu árini hevur Ayan Hirsi eisini livað við støðugum hóttanum, og hon hevur alla tíðina havt lívverjar hjá sær. Men fyri nøkrum døg­um síðani avdúkaði ein sjón­ varpssending, at tann nú 36 ára gamla Ayan Hirsi átti ikki at fáa niðurlendskan ríkisborgararætt, tá hon kom hagar í 1992. Tvørturímóti áttu myndugleikarnir at sent hana av landinum. Tað gera teir so nú, og Ayan Hirsi segði í gjár, at hon ætlar sær at flyta til USA. Vandamestu fangarnir ikki á listanum Sellafield letur uppaftur Leyg fyri at fáa ríkisborgararætt Ayan Hirsi