mikudagur 17. mai 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 17. mai 2006
15
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Josefina
Højsted,
Funningur, andaðist
15. mai, 100 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr
Funnings kirkju hósdag
in kl. 14. Sungið verður
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Josefinu, kunnu lata
Funnings kirkju eina
gávu. Konto í Føroya
Sparikassa.
Kistan við Hans Petur
Djurhuus, fyrrverandi
skipasýnismanni, ætt
aður av Nesi í Vági,
búsitandi í Tórshavn, fer
úr Landssjúkrahúsinum
mikudagin
kl.
18.
Jarðarferðin
verður
úr Ebenezer hósdagin
kl. 14. Tey, sum vilja
minnst Petur kunnu lata
Zarepta eina peninga
gávu. Konta í peninga
stovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt sýndu
samkenslu í stóru sorg okkara, tá kæri maður, pápi,
verfaðir, abbi og langabbi okkara
Jóhan Magnus Ennistíg
Klaksvík
andaðist og varð jarðaður,
takka vit hjartaliga.
Tøkk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum
og í Betesda.
Tøkk til tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu til við
jarðarferðina og evið.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Zarepta.
Og tøkk til øll tykkum mongu, sum fylgdu honum
til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Poula
Dagurin í morgin
18. mai. Eirikur, deyður umleið 1160. Svenski kongurin Eirikur IX Jeðvarðson, sum varð myrdur av danska prinsinum
Magnusi og hansara monnum í Uppsala dómkirkju. Eirikur varð virdur sum svenskt tjóðhalgimenni alla miðøld. Navnið
er norrønt og merkir hann sum ræður eina ella æviga.
Sunnukvøldið 7. mai andaðist Halldór
Olafsson í Havn á Landssjúkrahúsinum
94 ára gamal.
Halldór Olafsson var ættaður av
Viðareiði. Foreldrini vóru: Sára, f.
Joensen, ættað av Skælingi, og Olaf
Joensen av Viðareiði.
Halldór var elstur av seks systkjum,
hini systkini eru: Arni, føddur í 1914,
hann doyði í 1936, bert 22 ára gamal,
sigldi við skipið hjá A.P. Møller og
bleiv sjúkur av lungnabruna og doyði
í Keypmannahavn, her hann eisini er
grivin. Síðan er tað Brynhild, f. 1916,
giftist Stefani Absalonsen av Viðareiði,
tey búsettust í Klaksvík. Herborg, f.
1918, giftist Gunnari Gunnarsson úr
Vági, tey búsettust í Havn. Solveig, f.
1920, giftist Håkon Joensen úr Sumba,
tey búsettust í Havn. Yngstur var Heini,
f. 1922, hann giftist Mariu í Gong, tey
fingu sær eftirnavnið Svarthamar og
búsettust eisini í Havn. Í dag eru bert
Brynhild og Solveig eftir á lívi.
Hesi systkini vóru fyri tí lagnu at
missa mammuna tíðliga, hon doyði frá
teimum í september 1928, bert 45 ára
gomul. Halldór var tá 16 ára gamal og
Heini bert 6 ár. Halldór var til skips
við sluppini Svínoynni, og hann fekk
ikki boðini um at mamman var deyð,
fyrr enn skipið var komið á Klaksvík
eftir loknan túr um heystið. Hetta tók
honum sera fast, og hann yrkti seinni
sangin „Móðurminni“ til mammu sína.
Sangurin stóð í Dimmalætting í 1938.
Í 1933 fór Halldór, sum 21 ára gamal,
suður til Vágs til pápabeiggjan Martin
Joensen, sum hevði skaffað honum
arbeiði har. Hann arbeiddi tann veturin
í Vági og fór so til skips sum kokkur
við sluppini „City of Norwich“, har
Gunnar Danielsen, ið seinni bleiv
verpápi hansara, var skipari.
Halldór giftist í 1938 Onnu Malenu,
vanliga nevnd Lena, dóttir Ingu, f.
Jacobsen, og Gunnar Danielsen, sum
bæði vóru úr Søldarfirði, men høvdu
sett búgv í Vági.
Í 1940 legðist Halldór upp á land
og fór at handla í teirra egnu húsum
í Vági.
Í 1942 fingu tey sonin Árna, sum í
dag býr í Keypmannahavn. Hann er
giftur Onnu, f. Johannesen, av Skála.
Tey eiga dóttrina Maluna.
Í 1958 flutti familjan til Havnar at
búgva, har Halldór hevði egna heil
sølu, til hann gavst fyri aldur í 1984.
Lena doyði av krabbameini í 1967,
54 ára gomul, og Halldór giftist upp
aftur við Sunnevu Lindal úr Kunoy. Tá
Sunneva gjørdist sjúk og doyði 81 ára
gomul í 1997, gjørdist Halldór einkju
maður fyri aðru ferð. Hann náddi at
halda silvurbrúdleyp við bæði Lenu og
Sunnevu.
Halldór var evnaríkur maður, hann
las nógv og fylgdi væl við í øllum
sum fór fram, bæði her heima og
úti í heimi. Hann var eisini stinnur í
skriftunum. Í samkomuni í Ebeneser
var hann í mong ár ein av stuðlunum.
Hann boðaði evangeliið og var mangan
tulkur hjá vitjandi talarum, sum tosaðu
enskt, sum hann sjálvur hevði lært seg
til lítar. Eisini umsetti og yrkti hann
onkrar sangir.
Halldór var ein sermerktur per
sónur, hann hugsaði sjálvstøðugt,
hevði sínar avgjørdu meiningar og
var ikki bangin fyri at siga tær.
Seinasta hálvtannað árið búði Hall
dór á Tjarnargarði. Tað var hann sera
glaður og takksamur fyri, nú árini
vóru vorðin so mong, og heilsan var
farin at bila.
Halldór Olafsson
9. apríl 1912 - 7. mai 2006
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum,
at góða mamma, vermamma og omma okkara
Mia Larsen
Tórshavn, ættað úr Kvívík
andaðist á Landssjúkrahúsinum sunnudagin 14. mai,
87 ára gomul.
Bønarhald verður í kapellinum á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 18. mai kl. 18.00.
Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni
fríggjadagin 19. mai kl. 14.00.
Vegna tey avvarðandi
Marjun, Kinna og Kristjan
Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata eina peningagávu til Amnesty
International, konta í peningastovnunum.
Tíðindaskriv
Aftur í ár skipar trúboðan
arfelagsskapurin Samverka
menn fyri einum summarliði
í Birmingham í Onglandi
frá 7. til 17- juli. Fyrstu
ferð skipað var fyri einum
slíkum túri var í 2005, tá 10
føroyingar luttóku.
Birmingham er næststørsti
býur í Onglandi við umleið 5
milliónum íbúgvum.
Miðbýurin er sera áhuga
verdur og væl egnaður til
evangelisering. Har eru nógv
ymisk fóklasløg við øllum
heimsins átrúnaði, sum t.d.
muslimar, hinduar, buddistar
og sikhar.
Ein av háttunum at evangel
isera upp á er at seta upp
bókaborð við traktatum og
ymiskum kristnum lesnaði.
Hetta verður serliga gjørt
fyri at koma í samband við
fólk.
Umframt at tey á summ
arliðunum tosa við fólk í
gøtunum, fáa tey eisini und
irvísing í islam, hinduismu
og sikhismu, soleiðis at tey
fáa eitt innlit í hvat hesir
trúarbólkar standa fyri. Eisini
verður vitjað í eini mosku,
og einum hindu- og einum
sikhtempli, har víst verður
runt, og høvi verður at seta
leiðarunum spurningar.
Ein av døgunum verður
skipað fyri einum dagstúri
til Alton Towers, ið er ein
av heimsins størstu stutt
leikaparkum.
Eitt av endamálunum við
hesum túrinum er at tey sum
eru við á summarliðnum fáa
eina smakkiroynd av hvussu
arbeiði millum asiatar og
muslimar gongur fyri seg.
Fólk í øllum aldri hava
møguleika at vera við.
Farið verður úr Vágum
fríggjadagin 7. juli, og
komið verður aftur í Vágar
mánadagin 17. juli. Áhugaði
kunnu venda sær til Janus
Gunnarsson:
janus@
samverkamenn.org ella
Sjúrð Olsen, tel. 226692.
Meira fæst at vita á
heimasíðuni: www.sam
verkamenn.org.
Samverkamenn við summarliði til Birmingham