mikudagur 17. mai 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 94 - 17. mai 2006
Nr. 53 • mikudagur • 15. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Suzuki koma nú
á marknaðin við
einari heilt nýggjari
motorsúkklu. Talan er
um GSR600, ið er ein
súkkla, sum Suzuki
vænta sær nógv av.
Hon er bæði tekniskt
framkomin og flott
designað
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Sølan av nýggjum motor
súkklum hevur ongantíð
verið so stór sum í ár. Tað
sum gjørdi allan munin
var at skrásetingargjaldið
á nýggjárinum fór úr 125
prosentum niður í 50
prosent. Hetta hevur havt við
sær, at tey flestu nú heldur
keypa sær eina nýggja
motorsúkklu í staðin fyri
eina góða brúkta.
Ein av heilt nýggju
motorsúkklunum er Suzuki
GSR600, sum í stødd
millum Suzuki Bandit650
og GSX600. Suzuki hava
annars eitt sera stórt
programm við nógvum
ymiskum motorsúkklum.
GSR600 er ein súkkla,
sum Suzuki vænta sær
nógv av. Málsetningurin
við GSR600 var at gera
eina tekniskt framkomna
motorsúkklu, har designið
hevur eins stóran týdning og
teknikkurin. Tað sær eisini
út til at hava eydnast sera
væl.
GSR600 er heilt „upp to
date“ hvat koyriegineikum
viðvíkur, serliga í svingum.
Tað er t.d. eingin trupulleiki
at at koyra avstað í 6. giri
frá tómgongd, men tað er
fyrst oman fyri 8.000 o/
min at man veruliga merkir
motorkraftina. Reyða feltið
í snúningsteljaranum er
fyrst við 14.000 o/min.
Girskiftið og koblingin eru
sera løtt at handfara undir
uppspiting. Fýra syl. 4-takt
rekkjumotorurin er uppá 600
kubikk og 98 hk.
Súkklan tekur seg væl út
og er góða at sita á og koyra.
Á instrumentpanelinum er
snúningsteljarin í miðjuni,
meðan digitala speedometrið
er til vinstru. Alt er lætt at
avlesa undir koyring. Suzuki
GSR600 kemur í juni.
Á heimasíðuni hjá MC-
Søluni: www.mc-solan.fo
eru upplýsingar um úrvalið
av t.d. motorsúkklum
og skutarum og hópin av
leikjum til aðrar MC-síður.
Suzuki GSR600:
Framkomin teknikkur
og flott design
Suzuki GSR 600
Motorurin
4-syl. rekkjumotor
4-ventilar 600 cc / 98 hk
Dekkstødd
framman: 120/70ZR-17
aftan: 180/55ZR-17
Seturhædd
78,5 cm
Eginvekt
183 kg
Prísur
kr. 81.995,-
Søluumboð:
MC-Sølan
Skemmingsgøta 23
FO-100 Tórshavn
Tel. 315674 / 216300
www.mc-solan.fo
Suzuki koma nú á marknaðin við GSR600, ið er bæði tekniskt framkomin og flott designað