mikudagur 17. mai 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 94 - 17. mai 2006
17
Nú summarið
kemur, og nógv fara
uttanlands at koyra,
hevur tað stóran
týdning at koyra
við teimum røttu
góðkendu dekkunum.
Í Týsklandi hendir
tað meir enn so, at
bilførarar verða
sendir heim aftur, tí
dekkini á bilinum ikki
eru tey røttu
Dekk
Tað er vorðið alt meira
vanligt, at bilførarar velja
at koyra við vetrardekkum
alt árið. Orsøkini er helst,
at vetrardekkini eru meira
ljóðleys og bleyt at koyra á.
Í Týsklandi halda ferðslu
trygdarmyndugleikarnir at
20. hvør bilur koyrir við
vetrardekkum alt árið. Men
týskarar ávara ímóti, at koyrt
verður við vetrardekkunum
alt árið, av tí orsøk at vetr
ardekk eru gjørd úr bleyt
ari gummi og verða tí
skjótari heit undir koyring
á týsku motorvegunum,
har eingin ferðavmarking
er. Um bilarnir eru tungt
lastaðir og ferðin er nógv,
kunn u vetrardekkini skjótt
gerast ov heit, samstundis
sum bremsulongdin økist
munandi á turru og heitu
koyribreytini.
Týsku myndugleikarnir
ráða tí fólki til at nýta
vetrardekk frá oktober og
fram til páskir.
Her hjá okkum er hesin
trupulleikin ikki so stórur,
men tey sum koyra uttan
lands eiga at hava hetta í huga
og altíð koyra við teimum
røttu góðkendu summar
dekkunum. Tað hendir seg
meira enn so, at bilførarar
verða steðgaðir við markið
inn til Týsklands og verða
sendir heim aftur, tí dekkini
á bilinum ikki eru tey røttu.
Dekkini skulu verða merkt
við røttu merkingini, sum
svarar til tað ferðina, sum
bilurin í mesta lagið kann
koyra. Eisini verður hugt
eftir um dekkini ikki eru ov
nógv slitin.
Koyring uttanlands:
Ikki líka
mikið við
dekkunum
Hendan talvan hjá Rådet for større Dæksikkerhed vísur hvussu lítið vegfesti slitin dekk hava í regni. Myndirnar eru tiknar undir
einum glasrúti, sum bilurin koyrir omaná. Til dømis sæst, at dekkið hevur so at siga einki vegfesti við 125 km/t og 1,6 mm
mynsturdýpd, tá vatnstøðan er 3 mm.
BILATORGIÐ
Føroyski brúktbilamarknaðurin - í Sosialinum hvønn hósdag
TOYOTA COROLLA 2.0 DIESEL
Árg 1996, Km 175000. Kr. 50000.
Nýsýnaður, hevur krók.
DF076
FORD FOCUS 2.0/135 HK
TREND
Árg 1999, Km 92000.Kr. 75000.
TOYOTA CARINA E 2.0 GLI
Árg 1998, Km 100000. Kr. 69000.
SAAB 9-3 2.0
Árg 1998, Km 85000. Kr. 115000.
Sera væl útgjørdur og super væl
viðfarin.
FORD FOCUS 1.6
Árg 2005, Km 11000. Kr. 175000.
Bilurin er sum nýggjur.
TOYOTA COROLLA AUT 1.6I
Árg 1992, Km 118000. Kr. 22000.
Aut gear, powerstýring.
OPEL VECTRA 2.5 DIESEL
Árg 1997, Km 180000. Kr. 44000.
Fyrivarni verður tikið fyri villum
MITSHUBISHI PAJERO SPORT TDI VAN
Árg Dec-05, Km 6500. Kr. 229000. Klimaanlegg, leðursetur, cd, el-rútar
og -spegl, krók, hita í setrunum, tónaðar rútar, gátir, vel, sportsfelgur.
Bilurin er sum nýggjur. Nýprísur 290.000.
Tlf. 588880