mikudagur 17. mai 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Jens og Kristel Lisberg
endaðu røðina
av væleydnaðum
konsertum við eini
konsert í Trongisvági
leygarkvøldið.Og
tað var eitt brak av
eini konsert, sum
tey bæði, saman við
góðam monnum
og kvinnum, høvdu
leygarkvøldið, har
tónleikur, sangur,
ljóðgóðska og
lurtarafjøld samdust í
hægri eind
Tónleikur
Orð/myndir: Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Klokkan 20 var nærum
ikki manntómur stólur eftir
í høllini í Trongisvági og
fleiri komu, meðan tey
fyrstu løgini ljómaðu. Tað
er jú einaferð soleiðis í
Føroyum. Men hetta merkir
stutt sagt, at fullsett var
til framførsluna hjá Jens
og Kristel Lisberg og teirra
framúr góðu manning.
Troubadour
Eftir at formaðurin í TB,
sum skipaði fyri, hevði
boðið vælkomin, settust
Jens Lisberg og Bergur
Godtfred við hvør sínum
giutara. Jens legði fyri við,
at hetta var síðsta konsertin
í eini røð, ið hevur verið
nú í eini 3 ár, ella so. Og
at hann eigur mangar løtur
í húsinum, høllini, og
annars løtur mangar heilt
úr Sumba til Sandvíkar.
(Seinni kom fram, at Jens
enntá hevur verið við til at
byggja høllina).
Annars gekk tosið óført
teirra millum. Og er henda
troubadourbyrjanin meint
sum “ísbrótari”, so riggar
tað til fulnar. Sangur og
prát, skemtisøgur, skot eftir
hvør øðrum.
Ja, har sótu teir, ein
tvøramaður
og
ein
vágbingur.
– Okur báðir hava í
hvussu funnið útav tí,
viðmerkti Jens.
Látur í høll og ísurin
brotin.
Annars nógvar skemti-
søgur,
blandaðar
við
guitartónar og tvíræddaðan
sang, so sum Oyggjaland í
sól, Navnið Jesus og Sól til
viðar gongur.
Eina skemtisøgan var
tíðarhóskandi
í
hesum
Pisadøgum, tí nú annarhvør
føroyingur er analfabetur,
so vóru Jens og Bergur í
iva um, hvør av teimum av
báðum á pallinum talan nú
mundi vera um??
Crazy
Manningin kom á pall og
kórkvinnurnar.
Kristel sang sum ein
eingil, og skein sum ein
sól á pallinum, og gjørdist
beinanvegin stjørna, hóast
lítillátin í byrjanini og
millum løgini.
Hon
legði
fyri
við
løgunum House of Risning
sun, Blue, Don’t worry og
Crazy. Ikki øll líka løtt at
syngja, men hetta nervaði
ikki og hon sang til til UG!
Vøkur, ung og kløn. men
ein sera stór rødd, ið longu
hevur drúgvar royndir. Og
tað hoyrist.
Entertainer
So var steðgur eina løtu.
Fólk sluppu at strekkja
beinini, keypa sær okkurt
leskiligt og/ella fáa sær ein
royk.
Jens kom aftur á pallin og
á skránni var alt møguligt frá
hansara mongu árum á palli.
Elvis, Mánin hann skein - í
flottum, avslappaðum jazz
stíli, fyri at nevna nøkur
løg. Men alt kryddraði Jens
við søgum og práti millum
løgini. Og er tað nakað hann
dugir, umframt at syngja
– sjálvandi, so er tað at
standa á palli. Sambandið
við áhoyrararnar, megin-
parturin fyrrverandi bygda-
menn hjá Jensi, varð alla
tíðina í hildið viðlíka. Jens
er entertainarin, ið er so
ærligur á palli, eins og hann
er utanfyri pallglæmuna.
Hann siftir ikki ham, men
er hin sami. Og tað nýtist
ikki heldur at skifta, tí Jens
er Jens; entertainarin, ið
klárar at standa á palli, og
uttan hóvasták fylla rúmið.
Faðir og dóttur og
Mustang Sally
Jens og Kristel sungu so
løg saman. T.d. Don’t let
me cross over og Seven
spanish
angels.
Jens
takkaði og takkaði av fyri
hesa konsertrøðina. Kristel
framførdi aftur meistarliga
eina balladu og síðani
jóansøkuaktuella Mustang
Sally.
Fjøldin
reistist
og
fegnaðist og livdi við.
Lív í
Nú var rættiligt lív komið
í annars stillu fjøldina,
ið bert hevði notið góðu
tónarnar.
Tá Jens so sang lagið
Låt os ala engång møtas og
When the saints (saman við
øðrum í frálíkari potpouri),
so kókaði salurin, fólk
sungu og klappaðu við.
Tónleikur,
framførsla
og prát hevði áður verið í
hægri eind, men so flott,
livandi og innilig var henda
løtan, at ongin fekk sitið í
frið, og standandi fjøldin
kom við í eindina.
Seven spanish angels
Framúr tónleikalið hevur
Jens fingið at spæla undir
og ein freistast – í spølni
- at kalla hesar fyri Seven
spanish angels. Lagið er jú
á konsertskránni og talið
passar. Teir spældu sum
einglar.
Í
ómetaliga
livandi
partinum við Jens og Låt
os alla og When the saints,
fingu allir hvør sín solopart,
so sum tað hóskar seg til
eina veruliga konsert. Og
tað var sjálvandi flott. Tað
kláraðu teir líka so avslappað
og “tilbagelænet”, sum
framførluna annars, hóast
ongin ivi var um, at teir
nutu hvørja løtu.
Framúr
góða
kórið
kann
ikki
gloynast
í
samanhanginum.
Kór-
dámurnar komu so sera
væl frá sínum leikluti og
hóskaðu sera væl í myndini
og ljóðmyndini.
At hava slíkar menn og
kvinnur aftanfyri, tá góðir
sangarar eru á palli, er
næstan sum í V4: tað er
so nógv lættari og hartil,
so vinnur ein hvørja ferð,
tí ljómliðið stendur sum
eitt trygdarteppi aftanfyri
og onki kann fara heilt av
sporinum, uttan mun til,
hvussu langt hvør einstakr
nú loyvir sær at fara í
framførslugleði.
Kristel og Bergur komu
á pallin aftur og Amazing
Grace ljómaði. Eitt lag, har
Kristel aftur prógvaði sýnar
dygdir sum sangari og sína
sera góðu rødd.
Kristel mátti syngja eitt
eykalag. Fjøldin reistist og
kravdi hetta eirindaleys og
so sang hon enn einaferð
Mustang Sally til mikla
fragd hjá áhoyrarunum.
Ljóðmenninir skulu hava
rós fyri at halda ljóðstøðið á
einum støði, ið var rættiliga
hóskandi og klárt og gott,
- als ikki hart frá.
Jens og Marner
At en da kom Marner
Lisberg, bróður Jens, á
pallin. Saman stóðu teir
í mong ár á odda fyri
bólkinum Sputnik.
Teir sungu Tvørasangin
tvíræddaðan, og væl ljóðaði
Endabrestur í stórum stíli
Nr. 94- 17. mai 2006