Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 94 - 17. mai 2006 Í vikuskiftinum skip­aði Hei­ma­Miss­ i­­­ónsUngdómur (HMU) fyri Lands- Ung­­dóms­Stevnu (LUS) á Giljanesi. 350 fólk vóru samlað í skúla­num á Giljanesi lus Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo 11.-14. mai var ung­dóms­leg­ an LUS á Giljanesi. HMU hev­ur hesa leguna annað hvørt ár. Fyri tveimum árum síðani var legan í Havn, og nú skuldi hon aftur verða á Giljanesi, har hon eisini var í 1998. Undirtøkan fyri leguni var sera góð. Tað var fult teknað trígg jar vikur áðrenn legan byrjaði. Har vóru ungdómar frá 16 ár upp til seint í tjúg­ u­num. Á skránni vóru bíbl­i­ u­tímar, møtir, lovsangs - og vitn­iløtur, kirkjugongd og ikki minst hugnalig samvera. Leg­an byrjaði hóskvøldið, har ið luttakarnir fingu at eta og vórðu samansjóðaðir. Um kvøldið var møti. Til øll møtini sang ein lov­ sangs­bólkur kall­að­ur LUS- Worshipband til fel­ags­sang­ in. Hesin bólkurin var mann­ aður við nøkrum av teim­ um bestu sangarunum og tónleikarunum innan Heim­ a­miss iónina. Sangurin gekk sera væl við fjølbroyttum sang­um. Heilt frá nýgg jum enskum sangum til gamlar endurtulkaðar sálmar. Tummasarmessa Frígg jadagin vóru á­huga­ tím­ ar á skránni. Millum evnini sum kundu veljast vóru dreingja- og gentuhorn­ið, krist­ in um 10 ár?, Guds ætl­an við mær og LUS- kór­ið. Um kvøldið var kirkj­u­gongd í Sanda­vágs kirkju. Henda kirkjugongd var eitt sindur ørðvísi enn tær, sum vit vanliga eru til hvønn sunnudag. Hans Eiler Hammer hevði guds­ tæn­astuna, sum verður kall­ að fyri Tummasarmess a. Tumm­asarmess an byrjaði í Norra, og var hon hildin ser­liga fyri tey ivandi, og av tí sama hevur hon fingið navn­ið Tummasarmess a. Í Føroyum varð hendan mess­ an fyrstu ferð roynd í Christ­ i­ans­kirkjuni í Klaksvík á LUS ár 2000, og var hon sera væl dámd. Tá var tað eis­ini Hans Eiler, sum hevði gudstænastuna Trummur, guitari, ljóm­ borð og bass ur spældu und­ ir til sangin í kirkjuni. Tekst­ ur­in varð varpaður upp á vegg­in við einari uppvørpu. Sungnir vóru bæði lívligir og friðaligir ungdómss angir. Á gólvinum vóru borð við fýrfatsljósum, sum í­mynd­ aðu ein kross . Meðan sungið varð, var møguleiki at fara fram til forbøn og at tendra eitt ljós á gólvinum og biðja eina bøn. Eftir sangløtuna fóru fólk fram til altars til breyð­bróting. Gudstænastan vardi í sam­ ful­l­ar 3 tímar. Løtan var sera góð og innilig fyri tey luttakandi. Sera nógv nýttu møguleikan at fara fram til forbøn. Kvøldsetir Øll kvøldini endaðu við ein­ ari kvøldsetu, har ið dagurin varð vístur í myndum. Fríggj­a­ kvøldið framførdi LUS-kórið. Tað ljóðaði sera 350 ungdómar á legu í Giljanesi 16 ár Sandavágur Hvussu dámdi tær LUS? Mær dámdi sera væl. Hetta er næstu ferð, at eg eri á LUS, og eg eri glaður fyri, at tað er á Giljanesi, tí at tað er so nær við mítt heim. Tað er fínasta slag, at LUS flyttir mill­ um ym­isk støð hvørj­aferð, tí at so kunnu øll kenna seg at eiga ein part í tí. Hvat hevur tú persón­liga fing­ið burturúr? Eg eri heilt vist vorð­in andaliga styrktur. Bíbl­i­u­ tímarnir og felagss kapurin var sera góður. Hetta hevur giv­­ið okkum møguleika at trygg ja okkara framtíð, sum heiti fyri LUS eisini var hesa ferð. Hevur tú fingið nógvar nýggjar vinir her? Ja, eg havi møtt nógvum nýgg jum fólkum, men ser­ liga eru tey vinabond, sum eg longu hevði áðrenn leg­ u­na, vorðin styrkt. HK Agnar Falkvard Joensen - Tað er fínasta slag, at LUS flytir millum ymisk støð, heldur Agnar Fríløtur vóru eisini, har høvi var at stuttleika sær Møtini vóru hildin í høllini í skúlanum á Giljanesi