Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 17. mai 2006 21 væl hjá teimum, serliga tá ið hugsað verður um, at tey einans høvdu umleið 3 tímar at venja sangirnar. Fyriskiparnir av tiltakinum hava uppiborið rós, tí at alt riggaði sera væl. Leiðslan av kvøldunum var framúr og skráin var góð og fjøl­ broytt. FA-Cup finalan Leygardagin seinnapart vóru breytir á skránni. Har var møguleiki at fara ein gong­utúr, spæla fótbólt ella flog­bólt, svimja ella fara til ein áhugatíma um, hvussu tú hevur eina andakt. Nógv valdu breytina, sum varð kall­að "FA-Cup finalan". Tað varð farið í SÍF-húsið at hyggja at FA-Cup finaluni millum Liverpool og West Ham. Tað sótu sera nógv í reyðlittum blusum og hugdu at dystinum. Tað var sera nær við, at øll legan varð oyð­i­løgd fyri teir mongu Liv­er­pool-fjepparnar, tí at Liv­er­pool var aftanfyri, tá ið fáir minuttir vóru eftir. Liv­erpool fekk tó javnað, og teir vunnu til endans upp­á brotssparkskapping. Róm­ urin var øgiligur millum tey flestu, og smílini hvurvu ikki aftur alla leguna. Vitniløtan Leygarkvøldið var ein bí­bli­ u­tími við komandi ung­dóms­ ráð­geva­num Pól Johannesen. Aftan­á var sang- og vitniløta, og nógv nýttu møguleikan at siga nøkur orð. Tað var heilt greitt, at nógv høvdu fingið sera nógv burturúr leguni, sum tey fegin vildu greiða øðrum frá. Sunnudagin var farið í kirkju og síðani var bara eft­ ir at rudda av og siga far­væl. Ungdómar frá øllum landi­ num høvdu verið samlaðir í fýra dagar og fóru nú hvør til sítt. Pól Johannesen luttók á LUS, har ið hann hevði ein áhugatíma og ein bíb­l­iutíma. Á LUS varð av­dúkað, at hann verður næsti ungdómsráðgevi eft­ ir Hans Kristian Justesen, sum gevst í starvinum. Hans Kristian hevur verið ung­dómsráðgevi í fimm ár, og hann hevur gjørt eitt megnar arbeiði. Pól Johannesen er trú­ boðari hjá KFUM og K í Klaksvík, men hann fer at gevast har í summ­­ar og byrjar í nýggja starv­ i­num 1. september. Pól Jo­­hannesen er vanur við at havast við ung, og hann dugir sera væl at tosa soleiðis, at tey ungu lurta. - Eg varð spurdur av Heim­a­missiónini, um eg var áhugaður í hesum starv­i­num, og eftir at hava hugs­að um tað í eina tíð, havi eg so tikið av. Hetta er ein ørðvísi avbjóðing enn at vera trúboðari hjá KFUM og K. Tað starvið hevur mær dámt sera væl, men nu havi eg so valt at taka ímóti einari nýggj­ari av­bjóðing. Mær dámar væl at fáast við ung, so tað verður spennandi. Tað verður torført at taka arvin upp eftir Hans Kristiani, men eg eri í øllum førum spentur uppá tað, sigur Pól Johannesen. Pól Johannesen hevur nógv­ar royndir við at hava ungdómsmøti, og hans­ara lætta og lívliga lyndi, skuldi gjørt hann væl­egnaðan til starvið. Sos­i­alurin ynskir Pól og Heimamissiónini góða eydnu við nýggja sam­ starv­i­num. HK 18 ár Kirkj­ubø Hvussu dámdi tær LUS? Mær dámdi ord­­i­liga væl! Tað er deiligt at hava eitt so stórt tiltak at fara til. Stutt­ ligt at síggja fólk frá øllum land­­inum. Hvat hevur tú persón­liga fing­ ið burturúr? Eg havi fing­ið nógv burt­ur­úr. Nógvar á­minn­ing­ar og uppfrískan til bíbl­i­ut­ím­ arnar. Nú er hetta fjórðu ferð, at eg eri á LUS, so eg eri nokkso gomul í garði í hesum sambandi. Tá er tað serliga stuttligt at síggja, at tey heilt ungu fáa nakað burturúr. Hevur tú fingið nógvar nýggjar vinir her? Eg kendi nógv framm­an­ und­­an, men eg eri komin at kenna summi enn betri á leguni. Til LUS síggi eg vinir, sum eg annars ikki síggi so ofta. Tað er tað, sum ger LUS til nakað ser­ligt. Øll seta ein kross í kalendaran, tá ið LUS verð­ur. HK Nýggjur ungdómsráðgevi Lisa í Garði Patursson Pól Johannesen úr Hvannasundi verður nýggju ungdómsráðgevi Lisa í Garði Patursson dámdi sera væl á Landsungdómsstevnuni á Giljanesi seinasta vikuskifti Tríggir menn, sum eru í starvi hjá Heimamissiónini Frá vinstru: Frants Jensen (Trúboðin), Vagn Foldbo (aðalskrivari) og Tom Skaale (trúboðari) Sangurin var í hásæti á LUS. Her sæst LUS- Worshipband syngja fyri til felagssangin Mynd: Maria Mellemgaard