mikudagur 17. mai 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 94 - 17. mai 2006
Hvønn halgidag
kalla kirkjuklokkur
kring allan heim til
gudstænastur og
aðrar kirkjuligar
handlingar. Hetta
verður annaðhvørt
gjørt við handamegi
ella umvegis elektron
isk ringiverk.
Eiðis kirkja hevur nú
fingið ísett eitt nýtt
elektroniskt verk at
kima við, tá okkurt
serstakt er á skránni
Klokkustoyping
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Eiðis kirkja: Uttanfyri
kirkjuna her á sjálvum eið
inum í bygdini stendur ein
reyður bilur við norskum
nummarplátum og áskriftini
“Klokkestøperi”.
Uppi í torninum í kirkjuni
er ein maður til arbeiðis
– ikki við at stoypa klokku
ella seta hana upp. Hansara
uppgáva er at seta til eitt
nýtt elektroniskt verk at
kima við, og at gera tað so,
at lúkurnar í torninum fara
upp, tá kimast ella ringjast
skal.
Eiðis kirkja hevur nevni
liga tvær klokkur, og nú er
ætlanin at bygdarfólkið við
serstøk høvi skal hoyra hesar
báðar klokkurnar ringja ella
kima saman.
Arild Tuengen arbeiðir
sum elektrikari í einasta
klokkustoyparí’num í Noregi
– Olsen Nauen Klokke
støperi. Hansara uppgáva á
Eiði í farnu viku var at fáa
hetta kimi-verkið at virka til
fulnar.
Enn er ikki tikin støðan til,
nær kimi-verkið við ta gomlu
klokkuna skal takast í nýtslu.
Men tað verður við eina av
komandi gudstænastum,
verður upplýst.
Eitt virðiligt ljóðføri
Hjá Olsen Nauen Klokke
støperi sum hevur heimstað
í norska býnum Tønsberg
hava tey fólk til tær ymisku
uppgávurnar, tá ein klokka
skal stoypast.
At stoypa klokkur er eitt
heiðursstarv, soleiðis sum
ein av klokkustoyparunum
tekur til:
“Ein kirkjuklokka skal
vara í øldir. Lat tí hvørja
nýggja klokku gerast eitt rein
stemmað og virðiligt ljóðføri.
Sum klokkustoypari føli eg
tað forpliktandi at vita, at
tær klokkurnar sum stoypast,
kanska um túsund ár enn kalla
fólk til andakt”.
Hesin maðurin arbeiddi
við at stoypa klokkurnar,
meðan aðrir taka sær av at
seta tær upp í kirkjunum,
sum hava bílagt hesar.
Uppaftur aðrir – sum t.d.
Arild Tuengen – arbeiða við
tí elektriska partinum.
Hann hevur í sínum starvi
vitjað nógvar ymiskar kirkj
ur, og var í farnu viku í
Føroyum á vitjan við tvær
kirkjur – kirkjurnar á Eiði
og í Miðvági.
Sum Arild tekur til:
– Hinir stoypa klokkurnar.
Eg syrgi fyri at tær ringja og
kima, tá tær skulu!
Tá vit hittu hann miku
dagin í farnu viku var hann
júst í ferð við at leggja sein
astu hond á arbeiðið við
Eiðis kirkju.
Til heiður og æru
Teir dagarnar Arild var í
Føroyum hevði hann úr at
gera: Tvær rættiliga ymiskar
uppgávur skuldu nevniliga
loysast hesar dagarnar.
Í fyrsta lagi skuldi tann
nýggja klokkan í Miðvági
setast til. Og tá talan var
um Eiðis kirkju var støðan í
roynd og veru hin øvugta.
Her hava teir havt tvær
klokkur, har tann nýggjara
hevur verið nýtt at kalla
kirkjufólkið saman. Men nú
var ætlanin, at tann gamla
klokkan skuldi koma til
heiður og æru.
Henda klokkan er í roynd og
veru 125 ára gomul, og er
hon, ið varð sett í kirkjuna,
sum varð vígd 18. september
1881.
Uppgávan hjá norska
Arild var at seta upp eina
elektroniska installasjón,
soleiðis at møguleiki er at
brúka báðar klokkurnar, tá
kimast skal. Vanliga verður
kortini bert tann nýggja
klokkan brúkt, tá ringt
verður.
Tanzania, Japan
og Føroyar
Sum nevnt niðanfyri finn
ast hesar klokkur bæði
í Vesturheiminum og í
teimum londum, har trú
boðarar eru komnir við
gleðiboðskapinum. Sjálvt í
Kina finnast kirkjuklokkur,
sum kalla fólkið saman til
gudstænastur!
Í farnu viku kom enn ein
nýggj klokka upp, tá tann í
Miðvágs kirkju varð tikin í
nýtslu.
Arild arbeiddi her mána
dagin og týsdagin, og var
síðani mikudagin og setti
upp hetta nýggja kimi-
verkið á Eiði. Og hósdagin
legði hann leiðina aftur til
heimlandið.
Serstøk høvi
Vanliga verður kimað við
serstøk høvi, t.d. til barna
dóp og til tær stóru kristnu
høgtíðirnar.
Sama
kvøldið,
sum
umboðið hjá Sosialinum
var og vitjaði Eiðis kirkju
skuldi nevniliga heimaliðið,
EB/Streymur spæla toppdyst
móti KÍ úr Klaksvík.
– Kanska teir fara at
kima við klokkunum, um
heimaliðið vinnur fótbólts
dystin í kvøld!, sigur Arild
skemtandi.
Tað varð kortini neyvan
kimað tað kvøldið, tí dysturin
endaði við javnleiki 1-1!
Ein klokka skal kima í øldir
- Aðrir stoypa klokkurnar. Eg syrgi fyri, at tær ringja tá tær skulu, sigur norski Arild Tuengen, sum her er í ferð við at seta upp eitt nýtt kimi-verk við Eiðis kirkju
Mynd: Snorri Brend
Olsen Nauen klokkestøperi
Hetta klokkustoyparí’ið byrjaði í 1844, og í dag er
tað 6. ættarlið frá stovnaranum Ole Olsen sum rekur
fyritøkuna. Hetta er einasta klokkustoyparí í Noregi.
Klokkustoyping er siðbundið handverk, tí hetta
arbeiðið fer í høvuðsheitum fram á sama hátt sum
fyri ártúsund síðani. Klokkubronsan er enn, sum áður
gjørd við 78% av kopari og 22% av tini.
Norska fyritøkan hevur gjørt í túsundatali av kirkju
klokkum, sum kalla kirkjulið saman kring allan heimin
– í Føroyum, Noregi, Canada, Danmark, Hollandi,
Íslandi, Svøríki og USA, og allan vegin út í heim, har
gleðiboðskapurin verður boðaður: Kina, Indien, Japan,
Madagaskar, Filipsoyggjarnar, Pakistan, Etiopien,
Kameroun og Tanzania.
Tað er kortini ikki allastaðni, at elektrisk ringi- og kimi-
verk eru sett til. Men á Eiði er hesin møguleikin nú
vorðin veruleiki.
FAKTA