mikudagur 17. mai 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
Nr. 94 • mikudagur • 17. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Flogbólts
kvinnur við í
EM-kapping
Føroyska kvinnu
landsliðið í flog
bólti fer í dag til Ís
lands, har tær skulu
kappast við Ísland,
Skotland og Cypros
í EM-kapping
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kappingin byrjar fríggja
dagin, tá Føroyar skulu
spæla fyrsta dystin í
kappingini ímóti Cyp
ros. Spælt verður fríggja-
, leygar- og sunnudagin,
og vinna tey bæði fremstu
liðini sær rætt til at taka
lut í C-bólkinum í EM-
kappingini.
Mett verður, at Cypros
er væl sterkasta liðið í
bólkinum, men Føroyar,
Ísland og Skotland hava á
leið javnt sterk lið, og tí er
sera stórur spenningur um
næst fremsta plássið.
Tær 12, sum verða við
føroyska liðnum á ferðini
eru: Helen á Lakjuni
(Brøndby), Annika á
Stongum (SÍ), Lena í
Buð (Mjølnir), Margit
G. Joensen (Mjølnir),
Hjørdis
Johannesen
(KÍF), Angilie Johanne
sen (KÍF), Sólvá Heidi
Dimon (TB), Sólgerð
Henriksen (Dráttur),
Birita Joensen (KÍF),
Heidi Dam (ÍF), Rannva
Dam (KÍF), Karin Mikk
elsen (SÍ).
Høvuðsvenjari
er
Magnus Aðalsteinsson,
og hjálparvenjari er
Kristian Mikkelsen.
Hjálpardómarin
er vrakaður
Dómsnevndin hjá UEFA
hevur avgjørt at vraka
Ole Hermann Borgan
sum hjálpardómara í
Champions
League
finaluni ímillum Barce
lona og Arsenal í kvøld.
Hetta skrivar UEFA á
heimasíðu síni.
Í staðin verður Arild
Sundet hjálpardómari
hjá Terje Hauge, saman
við Steinar Holvik og
fjórða dómaranum Tom
Henning Øvrebø.
Avgerðin er tikin eftir
at Borgan valdi at lata
seg í eina Barcelona
troyggju, tá hann luttók
í einari blaðsamrøðu um
finaluna. Hetta var mett
at vera so óheppið, at
UEFA í gjárkvøldið vrak
aði Borgan frá sínum
lívs dysti sum hjálpar
dómari.
Arild Sundet kennir
væl
høvuðsdómaran
Hauge, ið hann hevur
virkað sum hjálpardómari
fyri fleiri ferðir.
nud
Fróði Benjaminsen
fekk í gjár staðfest,
at tað var beinbrot,
sum noyddi hann
av vøllinum í
landsdystinum imóti
Pólandi sunnudagin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Beinbrotið hevur við sær, at
miðvallarmotorurin hjá B36
og landsliðnum noyðist at
halda seg burtur frá fótbólti
í einar seks vikur. Og sum
vera man, so var lagið á
spælarunum sjálvum í botni
í gjár.
– Hetta kundi ikki verið
verri, og í løtuni er humørið
í botni. Sjálvandi er tað slíkt,
sum kann henda, men tað
ger tað ikki lættari at koma
ígjøgnum, fyri tað, segði
Fróði Benjaminsen.
Talan er um brot niðarliga
á legginum. Tíbetur tykjast
liðbondini ikki at hava fing
ið skaða, og heldur ikki er
neyðugt við gipsi, tí brotið
liggur somikið væl. Men und
ir øllum umstøðum verður
talan altso ikki um fótbólt
komandi seks vikurnar.
– Eg kann helst byrja at
venja á súkklu um einar
tríggjar vikur, og kanska at
renna um einar fimm vikur.
Í so máta má eg bara syrgja
fyri, at venjingarstøðan er
tann best gjørliga, tá eg aftur
sleppi á vøllin, staðfestir
Fróði.
Leygardagin 20.
og sunnudagin 21.
mai 2006, verða
FM-kappingar
fyri einstaklingar í
amboðsfimleiki
Fimleikur
Tíðindaskriv
Kappast verður í 4
deildum: kvinnur, menn,
kvinnuunglingar og mans
unglingar. Kappingarnar
verða í Ítrottarhøllini á Hálsi
í Havn.
Fimleikararnir,
sum
luttaka í kappingunum,
koma úr fýra ymiskum fim
leikafeløgunum. Havnar
Fimleikafelag, Klaksvíkar
Fimleikafelag, Fimleika
felagnum Ljósið og Fim
leikafelagnum Støkk.
Leygardagin 20. mai
verður
sokallaða
‘all
round’ FM kappingin,
tvs. har kappast verður í
øllum amboðum samlað.
Vinnarin er tann, sum fær
flest stig tilsamans í øllum
amboðum. Kappingarnar
leygardagin
eru
sam
stundis undankapping til
amboðsfinalurnar sunnu
dagin, har 6 teir bestu fim
leikararnir kappast í hvørjum
amboði fyri seg.
Kappast verður fyri
kvinnur, í gólvi, lopi um hest
og á bita, fyri menn í gólvi,
lopi um hest og í ringum.
Kappingarnar byrja báðar
dagarnar kl. 13.00.
Fróði hevur brotið beinið
– Hetta kundi ikki verið verri, og í løtuni er humørið í botni, sigur Fróði Benjaminsen, sum breyt beinið í landsdystinum ímóti
Pólandi sunnudagin
FM-kapping í amboðsfimleiki
Føroyskir fimleikarar sleppa millum annað at royna seg á bitanum í FM-kappingini um
vikuskiftið