mikudagur 17. mai 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 89 - 9. mai 2006 ]
Start spældi væl – men tapti
Norska felagið Start tapti aftur í gjár dyst í norsku tippu
liguni. Heimasíðan hjá Start skrivar, at í stórum løtum var
spælið hjá Start tað besta, sum liðið hevur víst í hesum
kappingarárinum, men tað endaði við, at liðið tapti. Start
kom á odda tíðliga í dystinum, men Vålerenga javnaði lítla
løtu seinni. Eitt mál kom afturat, og tað fekk Vålerenga.
Todi Jónsson var við í álopinum hjá Start allan dystin, og
hann spældi væl, hóast hann heldur ikki hesum dystinum
fekk sett hol á málskjótingina í ár.
Todi fær kanska gamlan
liðfelaga aftur
Tá ið Start týskvøldið spældi ímóti Vålerenga á heimavølli, var danski
álopsspælarin David Nielsen millum áskoðararnar. Fedrelandsvennen
skrivar, at David Nielsen er upp á tal sum nýggjur spælari í Start, eftir at
sáttmálin millum FC Midtjylland og David Nielsen ikki varð longdur.
– Allir góðir spælarar, sum ikki hava sáttmála, eru aktuellir hjá okkum.
Hann er ein av fimm ella seks spælarum, sum vit hava áhuga í beint nú,
sigur Trond Are Gjone, ítróttarstjóri í Start, við Fedrelandsvennen.
Todi Jónsson og David Nielsen hava áður verið liðfelagar, tað var
fyri fleiri árum síðani í FC Keypmannahavn.
100 børn og ung
vóru við í fyrru
undankappingini
til FM-kappingina
fyri skúlanæmingar.
Sandoyingar møttu
mannsterkir við
30 telvarum til
kappingina
Talv
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fyrra
undankappingin
í FM-liðkappingini fyri
skúlaungdóm 2006 varð telvd
Dýrabiðjudag á Oyrarbakka.
Telvað verður um FM-
heitið fyri skúlanæmingar í 5.
flokki og eldri og 4. flokki og
yngri, og liðini eru mannað
við 4 telvarum, umframt við
upp til 2 skiftistelvarum á
hvørjum liði.
Heili 21 lið møttu til
kappingina, og tað svarar
til umleið 100 ungdómar,
tá skiftistelvarar verða
roknaðir við. Hetta er mun
andi framgongd í mun til
undanfarna ár, sigur Talv
samband Føroya.
Kappingin fekk eina
veruliga og stak hugaliga
innspræning av nýggjum
kreftum. Heili 30 telvarar
av Sandoynni møttu upp.
Teir komu úr Skálavík, av
Sandi og úr Skopun. Og
javnt er býtt millum gentur
og dreingir!
Hildið verður, at tað er
ungdómsarbeiðið hjá talv
ráðgevanum, Mogens Niel
sen, sum av álvara byrjar at
síggjast aftur. Sandoyggin
er ivaleyst eisini talvoyggin
nr. 1 í løtuni, men eisini
Sundalagið styrknar í hvørj
um. Á fyrsta sinni luttóku
børn úr Haldarsvík. Og
her eru fleiri væntandi til
komandi kappingar – eisini
úr Tjørnuvík.
Havnin var best
Í aldursbólkinum 5. flokkur
og eldri lat Havnin ongan
iva vera um, at sigurin var
teirra. Roynda liðið við Hjalta
Toftum Jógvansson, Margar
Berg, Heiðriki Jacobsen og
Jaspur Enghamar snávaði bert
í tveimum talvum í kappingini
og vunnu allar dystirnar ímóti
hinum liðunum.
Hinvegin varð talan um
spennandi kapping um 2. og
3. plássið. FM vinnararnir
frá 2005, Klaksvík, dró
longra stráðið um 2. plássið
í harðari kapping við Sanda
vág. Liðini høvdu vunnið
eins nógvar dystir, men
Klaksvíkin megnaði at
vinna fleiri talv. Kollafjørður
hevði eina góða kapping og
otaði seg at 3. plássinum, tó
at teir gjørdist ov stuttir tá
samanumkom.
Spennandi kapping
Í aldursbólkinum 4. flokkur
og yngri, gjørdist talan um
eina sera spennandi og javna
kapping um plaseringarnar.
Kappingin stóð ímillum Sanda
vág, Rók, Klaksvík og Skopun.
Avgerðin um 1. plássið fall
í seinasta umfarinum, tá
Klaksvík og Sandavágur
møttust. Dysturin endaði við
teprum sigri til Sandavág.
Harvið hevði Sandavágur
vunnið allar sínar dystir, meðan
Rókur, Klaksvík og Skopun
høvdu vunnið 3 hvør.
Avgerðin um 2. og 3. pláss
ið varð síðani avgjørt við,
hvør hevði flest vunnin talv,
og her hevði Rókur munin.
Hugaligt og sera flott av
Skopun at teir gera vart við
seg í fyrstu FM-royndini, nú
hesir eru óroyndir í hesum
høpinum. Eisini gott úrslit
hjá Vestmanna – FM vinnarar
2005 – nú nýggjar kreftir eru
settar við og teir meiri royndu
unglingarnir eru fluttir í eldra
aldursbólkin. Kollfirðingar
stóðu seg somuleiðis væl.
Gullvinnararnir úr Sanda
vági vóru mannaðir við
Hørdi Johansen, Jóannes
A. Nielsen, Sølva Egilsson,
Janusi Egilstoft Nielsen og
Høgna Egilstoft Nielsen.
Seinna FM kappingin
verður í Klaksvík 25. mai kl.
12.30, meðan finalan verður
í Skopun 5. juni.
Onki er til hindurs fyri, at
luttaka í seinnu kappingini og
í opna bólkinum í finaluni,
hóast ikki varð luttikið í
fyrstu kappingini.
Stórur áhugi fyri
skúlatelving
FM í talvi fyri
skúlanæmingar
5. flokkur og eldri:
Stig/vunnin talv
1. Havnin (24) (30)
2. Klaksvík (19) (24)
3. Sandavágur (19) (21)
4. Kollafjørður (15) (18)
5. Rókur (a) (12) (13)
6. Vestmanna (a) (9) (14)
7. Vestmanna (b) (6) (10)
8. Skopun (3) (4)
9. Haldarsvík (0) (1)
4. flokkur og yngri:
Stig/vunnin talv
1. Sandavágur (12) (12)
2. Rókur (9) (11)
3. Klaksvík (9) 10)
4. Skopun (a) (9) (8)
5. Kollafjørður (6) (9)
6. Vestmanna (6) (8)
7. Havnin (5) (7)
8. Skálavík (4) (5)
9. Sandur (c) (4) (4)
10. Sandur (a) (3) (6)
11. Sandur (b) (1) (3)
12. Skopun (b) (0) (1)
Hendan gentan hugsar seg
væl um, áðrenn hon flytir
næsta leikin