Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-17, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. mai 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 89 - 9. mai 2006 25 Klippa endan av Da Vinci-gátuni Upplýsingarátak fyri foreldur og ungdómar Landsstýriskvinna úr Álandi vitjar Aftur hetta vikuskiftið bjóðar Skarv livandi tónleik, tá tveir av fremstu føroysku lagskrivarunum Eyðun & Teji fara á pallin í vælumtóktu føroysku barrini, ið seinastu mánaðirnar er vorðin eitt veruligt spælistað í hjartanum á danska høvuðsstaðnum. Konsert Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygarkvøldið fara Eyðun og Terji á pallin í Skarv í Keypmannahavn. Á skránni vera kendu sangirnir, sum teir hava spælt í bólkum sum Moirae, Føstufressum, Frændum, sum einstaklingar og saman á fløguni Eyðun & Terji. Herfyri spældu teir saman við bólki í Mentanarhúsinum í Fuglafirði til eitt sera væleydnað dansikvøld, og í fjør spældu teir á Summar Festivalinum í Klaksvík, har teir høvdu eina framúr góða framførslu í stóra tjaldinum. Fólk vóru á gosi eftir framførsluna, og fleiri kallaðu hana størsta upplivilsi á festivalinum, sum annars bjóðaði nógvan góðan tónleik. Leygarkvøldið verður tað tó bara Eyðun og Terji við hvør sínum kassagittara. Tað er kanska ikki so løgið hóast alt, at Eyðun og Terji eru førir fyri at fáa fólk við sær, sum teir vanliga gera. Báðir hava spælt tónleik í nógv ár, teir hava spælt við nøkrum av best umtóktu bólkum í landinum, og so hava teir eina ørgrynnu av kendum sangum at taka av. Hvør kennir ikki sangir sum Eros, Dansa, Nummar, Flýggi til tónleikin, 80’ini og aðrar. Hetta er nakað av tí besta í føroyska poppsangskattinum, og Eyðun og Terji hava verið við til at spæla og skriva hesar sangir. Skarv hevur veruliga lagt seg eftir at bjóða livandi tónleik í ár. Higartil hava eitt nú Kári P., Høgni Lisberg, Kári Sverrison, Eyðun Nolsøe, Finnur, Ronny og Høgni spælt, Eyðun er sostatt ikki heilt óroyndur í Skarv høpi, men tað er Terji heldur ikki. Hóast 12 ár eru fráliðin, so hevur Terji fyrr verið á pallinum í Skarv. Tað var, tá hann spældi har í november í 1994. Ætlanin á Skarv fyri komandi mánaðirnar er sera spennandi, við m.a. íslendsku Nilfisk, 200, Sámal Ravsfjall og Steintór og Pætur. Tú sært skránna á skarv.info. Eftir fyrstu royndarboringarnar í føroyskum øki í 2001 og 2002 vóru fleiri oljufeløg vónsvikin av úrslitinum. Men áhugin fyri føroyska økinum er uttan iva øktur aftur, nú ein tunna av olju kostar meira enn 70 dollarar, heldur Tummas Pauli Mýri, íløguráðgevi í Føroya Banka, sum í fimm ár starvaðist hjá British Petroleum oljuvinna Tíðindaskriv Spenningurin var stórur, tá oljufeløg í 2001 og 2002 á fyrsta sinni settu borin í føroysku undirgrundina suðuri við bretska markið. Beint hinumegin markið høvdu bretar rakt við stórar nøgdir av olju, so sannlíkt var, at olja eisini var at finna føroysku megin. Men fyrstu leiti- boringarnar gingu ikki, sum tey flestu vónaðu. Í onkrum føri var brunnurin turrur. Í øðrum førum søgdu oljufeløgini, at tey høvdu rakt við ein farra av kolvetni ella so lítlar mongdir av kolvetni, at tær vóru ikki rakstrarverdar. Ein av teimum, sum spentur fylgdi við gongdini tá, var búskaparfrøðingurin Tummas Pauli Mýri. Hann starvaðist um hetta mundið hjá British Petroleum. Har var hann frá oktober 2000 til februar 2006, tá hann tók við starvi sum íløguráðgevi hjá Føroya Banka. Tummas Pauli Mýri minnist, hvussu stórur spenningurin var í BP, tá borast skuldi í landsynningshorninum í 2001: – BP hevði skipað so fyri, at borast skuldi ein brunnur føroysku megin markið og ein brunnur bretsku megin. Felagið væntaði at finna olju føroysku megin, tí stór oljuøki sum Foinaven og Schiehallion vóru bara 15 kilometrar burtur hinumegin markið. Men teir funnu bara ein farra av kolvetni. Eg haldi, teir vóru vónsviknir, serliga tí seismisku úrslitini vístu bjørt útlit,” sigur hann. Tummas Pauli Mýri heldur, at oljufeløgini settu líka stórar vónir til landsynningshornið sum flestu føroyingar, men at áhugin helst minkaði, tá onki felag rakti við olju í rakstrarverdum nøgdum. Áhugin fyri føroyska økinum er tó langt frá horvin, heldur hann. –Tá fyrstu leiti- boringarnar vóru, kostaði ein tunna av olju um 15 dollarar. Um oljufeløgini fingu boringarnar at hanga saman fíggjarliga við tí prísinum, skuldu tey eisini fingið komandi boringar at hingið saman við verandi oljuprísi. Prísurin fyri eina tunnu av olju er jú farin upp um 70 dollarar. Hetta uppvigar ivaleyst vónbrotið hjá feløgunum frá fyrstu boringunum,” sigur Tummas Pauli Mýri. Hann heldur, at føroy- ingar eru komnir langt í oljuvinnuni, hóast fyrstu leitiboringarnar vóru eitt vónbrot fyri tey flestu. –Vit hava nú tvey spennandi oljufeløg, Faroe Petroleum og Atlantic Petroleum, sum tilsamans hava eitt marknarvirði upp á 1,7 milliardir krónur. Tey eru virkin í føroyskum, bretskum og norskum øki og verða bæði við í oljuboringum skjótt. Hvør skuldi trúð, at føroyingar komu so langt í oljuvinnuni upp á so stutta tíð,” spyr oljuserfrøðingurin hjá Føroya Banka. Stutt sagt Í Teilandi hava tey boygt seg fyri trýstinum, og tí verða seinastu 10 minuttirnir av Da Vinci- gátuni als ikki vístir Hetta skrivar heima- síðan, M&C Movies, sum vísir á, at hetta er gjørt eftir trýsti frá fleiri enn einari millión kristnum í Teilandi. Hartil verður ein ávaring sett inn, áðrenn sjálvur filmurin verður vístur. Ein ávaring, sum klárt og týðiliga sigur frá, at talan er um fiktión og ikki fakta. Hetta halda fleiri sam- komur í landinum tó ikki vera nóg mikið. Tey vilja hava stjórnina at forbjóða filminum heilt. -mørk Hóskvøldið klokkan 19.30 verður upplýsandi fundur um ferðslutrygd hildin í Stóra Pakkhúsi í Vági Seinastu árini hevur nógv orka verið nýtt at skipa fyri undirvísing fyri næmingum í elstu flokkunum í fólka- skúlanum. Síðani 1998 hevur Ferðslutrygd í samstarvi við koyri­lærarar, politiið, ambulansu­ tænastuna, ferðslu­­offur og Heilbrigdið, skipað fyri serligum dagsskeiðum fyri øllum 9. flokkunum. Í løtuni verður hetta sama gjørt fyri 8. flokkarnar. Ásannandi, at tað er ikki nógmikið bara at fáa ungdómarnar á tal, eru RFF, politiið og Ak­stovan gingin saman um at skipa fyri upplýsingarátaki fyri foreldur og ungdómar – og at gera hetta sum fram­hald av dags­skeiðunum hjá næming­unum. Her verður m.a. arbeitt við hesum spurningum: •Hvussu vandamikið er prutlið/ skut­arin? •Hvat krevst av vitan og útbúgving fyri at kunna koyra á prutli/skutara? •Hvussu skulu foreldur bera seg at, tá ið 12-14 gomlu børn teirra krevja at sleppa at koyra á prutli? •Hvørjar grundgevingar kunnu foreldur nýta, tá ið tey greiða børnunum frá, hví tað ikki er ráðiligt at koyra prutl, áðrenn tey eru fylt 16 ár? •Hvussu kunnu foreldur standa saman? • Kjak/orðaskifti Tað skerst ikki burtur, at fleiri foreldur hava trupulleikar við at fóta sær, tá ið 14 ára gamli sonurin setur upp á, at nú skal hann hava eitt prutl. Hann hevur kanska longu síðani hann var 12 saman við øðrum fjasast við prutl, skrúvað sundur og saman, umvælt o.s.fr. Og her er tað nógv foreldur sum geva eftir. Orsøkin kann vera, at tey halda, at tað nyttar einki at halda í móti, kanska tí, at javngomlu vinmenninir longu hava fingið prutl. Orsøkin kann eisini vera, at foreldrini stutt sagt vita ov lítið um veruliga vandan. Í upplýsingarátakinum fyri foreldur og ungdómar, sum nú verður farið undir, er eitt av endamálunum at tosa júst um henda seinastnevnda trupulleikan og fáa eitt kjak í gongd. Hósdagin 18. mai kl. 19.30 verður so lagt til brots í Stóra Pakkhúsi í Vági. Í dag fer Camilla Gunell, landsstýriskvinna í mentamálum, í Álandi at vitja Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum. Camilla Gunell ynskir at kunna seg um føroysk útbúgvingar, granskingar- og mentanarviðurskifti Camilla Gunell fer á sínari vitjan at vitja skúlar og mentanarstovnar. Vitjað verður m.a. á Fróðskaparsetri Føroya, Sjómans- og Maskinmeistaraskúlanum, Eysturskúlanum, Tjóð- pallinum, í Norður- landahúsinum og í Kringvarpinum. Vitjað verður eisini í skúlanum í Skúvoy. Camilla Gunell fer aftur til Álands fríggjadagin. -el Jógvan á Lakjuni og Camilla Gunell Eyðun og Terji á Skarv Høgi oljuprísurin skapar áhuga fyri føroyska økinum Tummas Pauli Mýri, sum í dag starvast sum íløguráðgevi, fylgdi væl við gongdini, tá fyrstu boringarnar vórðu gjørdar á Føroyaøkinum