Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 95 - 18. mai 2006 Nú verður aftur høvi at síggja væl um­tókta barna- og familjuleikin “Hvør vann í dag?” hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Komandi sunnudag verður leikurin sýnd­ur í Eydnuni á Oyrabakka Sjónleikur “Hóast eingin leikari er meir enn 15 ár, er leikurin óvanliga væl spældur. Børn og barnsligar sálir kunnu gleða seg til sera gott undir­ hald frá fyrstu løtu”. Soleiðis segði ein um­mælari um nýggja leik­ in “Hvør vann í dag?” hjá Klaksvíkar sjón­leik­ara­ felag. Í kríggj móti fastrini Nú verður so aftur høvi at síggja stuttliga og lívliga barna- og familjuleikin. Í fyrsta umfari verður leik­ ur­in sýndur í Eydnuni á Oyrabakka komandi sunnu­ dag, og seinni verður farið út á skúlar og barnagarðar í Sunda Kommunu við leik­ inum. “Hvør vann í dag?” snýr seg í stuttum um gentuna Káru, sum skal ansast av stangu fastir síni, tá foreldrini fara at ferðast. Fastirin er av tí gamla slagnum og gongur og júkar Káru at rudda kamarið, vaskar sær hendurnar og fara í song í seinasta lagi klokkan sjey. Nú eru góð ráð dýr hjá Káru. Tíbetur eigur hon eina bamsu, eina dukku og eina uglu, sum hon fær at hjálpa sær at gera fastrini fortreð, og so verður krígg. Men tá avtornar er kanska als ikki so lætt at vita, hvør nú vann ... Leikurin verður sýndur í Eydnuni á Oyrabakka sunnu­ dagin 21. mei kl. 18. Atgongumerki kunnu bí­leggjast á telefon 22 68 70. Pedagogisk góðska skal nú á breddan. Politikarar vilja vita, hvat peningurin verður brúktur til, og brúkarar krevja góðskutrygd av pedagogiska fakøkinum. Í løtuni bendir tó onki á, at pedagogar eru brynjaðir til at ganga krøvunum á møti Fyrilestur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Nógv bendir á, at higartil hevur sambandið millum peda­gogiska økið og brúkarar bygt á álit. Hóast flestu for­ eldur eitt nú avhenda síni børni á ansingarstovni hvønn morgun, hava tey onga trygd fyri, at góðskan í virkseminum á stovninum er í lagi. Higartil hava nevniliga ongi krøv verið sett frá mynduleikum um, at pedagogar skulu kunna skjalprógva sítt arbeiði, og pedagogútbúgvingin tryggjar ikki, at pedagogar fáa førleikan at átaka sær hesa uppgávu. Men nú skal vend koma í. Í londunum rundan um okkum vaksa krøvini til pedagogiska økið um góðskumeting og skjalprógvan alsamt, og eyðsæð er tað bara ein spurningur um tíð, til somu krøv verða sett í Før­oyum, sigur Jarvin F. Han­sen formaður í Føroya Pedagogfelag. Til at kunna um, hvør støð­an er á økinum í løtuni aðrastaðani, hev­ ur Pedagogfelagið fing­ið Mogens Seider, fyrr­verandi formann í Socialpedagogernes Lands­forbund, at halda fyri­ lestur um evnið: Góðska og skjalprógvan í pedagogiskum arbeiðið – til gagn fyri hvønn?. Í kvøld verður høvi at hoyra fyrilesturin í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Peningur má fylgja við Sum útgangsstøði er Mogens Seider púra samdur í, at pol­ it­ikarar og borgarar skulu kunna krevja góðskutrygd av pedagogiskum arbeiði. Men áðrenn pedagogar leypa á leistum at skjalprógva sítt arbeiði, eiga teir at seta eina røð av kritiskum spurn­ingum til, hvørji krøv verða sett, hvør setur tey og hví. – Sum er, koma krøvini úr erva frá politikararum og kommunalum mynduleikum við lítlum ella ongum innliti í pedagogiska fakið. Mín ræðu­mynd er, at um ikki fak­ ligheitin verður tikin við í hesar avgerðir, fáa vit okkurt liðugt amerikanskt modell smoygt yvir høvdið, áðrenn vit vita av, sigur Mogens Seider. Sum støðan er í løtuni, loyvir hann sær eisini at ivast í, hvørjum orsøkum nýggju krøvini botna í. Pedagogar vilja heldur enn fegnir verða við til at skjalprógva og um neyðugt betra góðskuna í teirra arbeiði. Og ongantíð betur, um tað eisini er tað, politikarar vilja. Men beint nú bendir onki á, at pengar koma at fylgja við øktu krøv­ un­um, og tí fer man at ivast í, hvat endamálið við teimum í grundini er, sigur Mogens Seider. – Um hesi krøvini skulu uppfyllast, má meir arbeiðsorka inn á stovn­ar­ nar sum eitt tað fyrsta. Um ikki, fáa vit eina støðu, har pedagogar á eitt nú barna­ ansingarstovnum brúka tíðina at kýta seg at skjalprógva sítt arbeiði, meðan ongin er at ansa børnunum. Fyri tað næsta mugu vit tryggja okkum at starvsfólkini hava fakligan førleika at átaka sær uppgávuna. Og tað hava tey ikki, sum er, tí tað ikki er partur av útbúgvingini, og tí tey heldur ikki í nóg stóran mun fáa tilboð um eftirútbúgving, sigur Mogens. Jarvin F. Hansen, formaður í Føroya Pedagogfelag, vísir á, at her heima er støðan á leið tann sama. Tí hóast pol­itiska skipanin fyri fleiri árum síðani setti krav um, at í minsta lagi tveir trið­ ingar av størvunum á ans­ ingarstovnum skuldu røkjast av fakfólki, er tað framvegis bert ein brotpartur, ið hevur røttu útbúgvingina. Hví góðskumeta? Ein annar spurningur, sum stingur seg upp, er hvussu góðskan á pedagogiskum arbeiði skal mátast, tí veruleikin er, at tað sjáldan ber til at máta hesi úrslit á ein eintýðugan hátt. – Gamaní ber tað til at skjalprógva, um lítli Petur nú dugir at binda lissur ella at sita stillur. Men stórur partur av okkara arbeiði snýr seg um at skapa sambond millum menniskju, og hvussu máta vit slíkt?, spyr Mogens, sum eisini eftirlýsir størri áhuga fyri pedagogiska økinum innan eitt nú gransking. Mogens sigur, at ongin ivi er um, at pedagogar fegnir vilja verða við til at endurskoða og endurnýggja teirra arbeiðsøki. Tað ikki er nøkur loyna, at fyri tey flestu tykist pedagogiska yrki rættiliga diffust. Og tað er heldur ikki óvanligt at hoyra fólk siga, at eitt nú tað at ansa børnum, dugir ein og hvør. Virðingin fyri fakinum er við øðrum orðum ofta heldur iva­ som, ásannar Mogens Seider, og tað hevur sínar orsøkir. Ein av teimum er, at pedagogar ikki hava verið nóg dugnaligir til at greiða frá sínum fakøki, tí tað hevur skipanin higartil ikki lagt upp til ella megna at skapa karmar fyri. – Eg eri onga løtu í iva um, at tað er góðskumeting sum skal til, fyri at økja um virðingina fyri fakinum. Og í so máta eru vit fús at fara til verka. Men vit mugu samstundis kunna krevja at fáa at vit, hvat úrslitini skulu brúkast til. Inn til mynduleikarnir prógva tað øvuta, hava vit tíverri ov nógvar orsøkir til at halda, at góðskumetingin skal rættvísgera enn fleiri spar­ ingar á økinum, sigur Mogens Seider. “Hvør vann í dag?” í Eydnuni á Oyrabakka Í dreymum ber alt til, og tá er ikki gott at vera stranga fasturin í stuttliga leikinum “Hvør vann í dag?”, sum verður sýndur í Eydnuni á Oyrabakka sunnudagin Pedagogar skulu kunna vísa á úrslit Vit vilja fegin uppfylla politisku krøvini um góðskumeting av okkara faki. Men so má peningur eisini fylgja við, og tað ger hann ikki í løtuni, sigur Mogens Seider, sosialpedagogur