hósdagur 18. mai 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 18. mai 2006
Heili 37 lond kappast
í ár um at gerast besti
sangfuglur í Evropa.
Hetta hevur við sær,
at ein hálvfinala
verður í kvøld,
har tíggju lond av
23 skulu veljast
út til finaluna
leygarkvøldið
Tónleikur
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Tey 23 londini komu ikki
millum tey fjúrtan bestu í
kappingini í fjør, og tí eru
tey noydd at kappast í eini
undankapping fyri at koma
við til finaluna.
Danmark er longu klárt
til finaluna eftirsum Jakob
Sveistrup kom nummar 10 í
fjør, men Svøríki, Finnland
og Ísland eru øll við í
hálvfinaluni íkvøld.
Svøríki hevur sent kendu
Carolu til Aten. Hon hevur
kappast tvær ferðir fyrr fyri
Svøríki og vunnið einaferð.
Fyrstu ferð var við sanginum
»Fræmling« í 1983, tá
hon einans var 16 ár. Tá
kom hon á triðja plássið,
men sangurin gjørdist ein
rættulig landaplága. Aðru
ferð hon var við, var við
sanginum »Fångad av en
stormvind« í 1991 og tá
vann hon kappingina.
Í ár skal Carola syngja
sangin »Invincible« og
nógv tippa at hesin sangur
verður millum teir fremstu
í kappingini.
Trøll úr Finlandi
Finnland plagar ikki at
klára seg so væl í Grand
Prix. Fleiri ár hevur landið
verið aftast. Í ár kann ein
ikki umgangast sangin frá
Finnlandi. Tey hava nevnliga
sent fimm trøll til Aten. Tað
er harðrokkbólkurin Lordi,
ið eru klæddir í ódjóraklæði
og syngja sangin »Hard
rock hallelujah«. Ljóðar
kanska sum ein ræðusøga,
men tá teir norðurlensku
Grand Prix serfrøðingarni
skuldu
siga
sítt
um
sangirnar í ársins kapping
fekk sangurin hjá Finlandi
flest stig. So kanska er tað
hetta, sum skal til fyri at
Finland skal vinna.
Ringur atburður
Ísland hevur eisini verið í
anglettinum í Athen. Tey
hava sent Silviu Nótt við
sanginum
»Congratula-
tions« Undir venjingunum
og
á
tíðindafundunum
hevur Silvia havt øguliga
ringan atburð. Hon hevur
bannað illa, fornermað
tíðindafólkini
og
verið
sera dømandi móti sínum
kappingarneytum.
Tað
hevur til og við verið so
ring at slatur hevur gingið
um, at um Silvia ikki bøtir
um atburðin er vandi fyri,
at Ísland verður koyrt úr
kappingini.
Sjónvarp Føroya sendir
ikki undankappingina, men
tað ger harafturímóti DR1.
Tey, sum tey serkønu meta
hava stórstan møguleika at
koma til finaluna er Írland,
Holland og Svøríki.
Grand Prix veitslan byrjar í kvøld
Í gjár, miku-
dagin, sendi
Mentamálaráðið
út tíðindaskriv, har
boðað varð frá, at
ávaringarnar, sum
nakrir lærarar á
Studentaskúlanum
og HF-skeiðunum
í Hoydølum fingu
í oktober í fjør, eru
tiknar aftur
ÁVARINGAR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Hetta
tí,
at
størsti
taparin ósemjuni millum
Mentamálaráðið
og
Yrkisfelagið hjá Studenta-
og HF-lærarum, kundi
verið næmingarnir, sum
ikki fingu prógvið, orsaka
av einum stríðið, sum teir
óviljaðir eru vorðnir partur
av.
Í
stuttum
snýr
málið seg um, at við
skúlaársbyrjan vóru tveir
flokkar
í
Hoydølum
yvirmannaðir.
Hægst
loyvda tal av næmingum
í einum flokki er 24, men
í tveimum málsligum
studentaflokkum
í
Hoydølum var talið 26.
Hetta vildi Yrkisfelagið
ikki finna seg í, og tá
tað heldur ikki riggaði
at samráðast um eina
loysn til málið, so fóru
lærararnir
í
teimum
báðum
yvirmannaðu
flokkunum í verkfall í
tveir dagar. Hetta fingu
lærararnir eina skrivliga
ávaring fyri, og fingu at
vita, at endurtók tað seg,
so vóru teir vístir burtur
úr starvinum. - Hetta
meta vit at vera sera
grovt, og tað kunnu vit
als ikki góðtaka. Vit vildu
hava hesar ávaringarnar
tiknar aftur, og tað hevur
Mentamálaráðið nú gjørt,
staðfestir formaðurin í
Yrkisfelag Studenta og
HF-lærara, Hans Andrias
Sølvará.
Jógvan
á
Lakjuni
er landsstýrismaður í
Mentamálum, og hann
heldur seg hava handla
rætt í málinum: Vit
kunnu ikki liva við, at
næmingarnir ikki kunnu
fáa prógv í summar orsaka
av einum stríðið teir í
veruleikanum ikki eru
partur av. Næmingarnir
eru óskyldugir í stríðnum,
men tað eru teir, sum
merkja avleiðingarnar, og
tað vil eg ikki. Nú var tað
so drigið so mikið langt
út, at eg metti, at tað vóru
vit, sum vóru noyddir at
geva okkum. Um tað so
eru vit, sum hava mist
andlit mugu onnur taka
støðu til, heldur Jógvan á
Lakjuni.
Her eru londini sum kappast
um tey 10 finaluplássini.
01. Armenia: Andre, Without your love
02. Bulgaria: Mariana Popova, Let me cry
03. Slovenia: Anzej Dezan, Plan B.
04. Andorra: Jennifer, Sense tu
05. Hvítarussland: Polina Smolova, Mama
06. Albania: Luiz Ejlli, Zjarr e ftohte
07. Belgia: Kate Ryan, Je t’adore
08. Ìrland: Brian Kennedy, Every song is a cry for love
09. Kypern: Annette Artani, Why angels cry
10. Monaco: Séverine Ferrer, La coco-dance
11. Makedonia: Elena Risteska Ninanajna
12. Póland: Ich Troje, Follow my heart
13. Russland: Dima Bilan, Never let you go
14. Turkaland: Sibel Tüzün, Superstar
15. Ukraina: Tina Karol, I am your queen
16. Finland: Lordi, Hard rock hallelujah
17. Holland: Treble, Amambanda
18. Litauia: LT United, We are the winners
19. Portugal: Nonstop, Coisas de nada
20. Svøríki: Carola, Evighet
21. Estland: Sandra Oxenryd, Through my window
22. Bosnia & Hercegovina: Hari mata hari, Lejla
23. Ísland: Silvia Nótt, Til hamingju Island
Mentamálaráðharrin
úr Àlandi, Camilla
Gunell, er í døgunum
á vitjan í Føroyum.
Hon kemur, nú kjakið
um føroyska skúlan
leikar á sum harðast.
Àland, ið er partur
av Finlandi, hevði
best úrslit í øllum
heiminum í Pisa-
kanningini.
Vitjan
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Camilla Gunell(s) er í
Føroyum fyri at kunna seg
um føroysk útbúgvingar-,
granskingar- og mentanar-
viðurskifti.
Hon smílist tá Pisa-
kanningin verður nevnd.
– Eg veit ikki, hvat vit
gera rætt á Álandi, og hvat
tit gera galið her í Føroyum.
Men finska skúlaskipanin,
sum vit fylgja, er øgiliga
rættað ímóti úrslitinum
og ikki so persónliga
mennandi. Tað kann vera, at
tykkara skipan er betri til at
menna persónligheitina hjá
næminginum - og ikki líka
sterk fagliga, sigur Camilla
Gunell.
Nú koma lond úr øllum
heiminum til Finland at læra
seg um teirra skúlaskipan,
og hvat tey gera rætt, sum
hava fingið so flott úrslit í
Pisa-kanningini.
– Eg haldi, at tit ikki
skulu taka hetta úrslit so
tungt, uttan seta tykkum
niður og greina kanningina
og úrslitið, áðrenn tit gera
naka, sigur Camilla.
Nógvur peningur
À Álandi verður nógvur
peningur hvørt ár brúktur
uppá barnaumsorgan og
skúlan. Børnini byrja í
skúlanum, tá tey eru sjey
ár, og ganga níggju ár í
fólkaskúlanum.
Aftaná
tað fara heili 97 prosent
av næmingunum víðari á
student.
– Vit hava sum mál, at tá
næmingarnir eru lidnir við
student, skulu tey fara á
hægri skúlar uttanlands og
á Álandi. Umleið 500 fara til
Svøríkis, 200 til Finlands og
200 verða verðandi á Álandi,
sigur Camilla Gunell.
À Álandi hava tey
sjómansskúla,
hotell
og
restaurantskúla,
sjúkrasystraskúla, land-
búnaðarskúla, eitt minni
fróðskaparsetur og ein
háskúla. Tey, sum vilja
læra til lærara, mugu fara
uttanlands.
– Umleið 70 prosent at
øllum lærarum á Álandi
hava nomið sær útbúgving í
Svøríki, sigur Camilla.
Fyrr hava tey haft
trupulleika av ov fáum
útbúnum lærarum, men nú
er vend komin í, og tá søkt
verður eftir lærarum nú,
eru tað næstan bara fólk
við læraraútbúgving, sum
søkja.
Fáa fólk heimaftur
Eftirsum so nógv fólk fara
uttanlands at nema sær
útbúgving, hevur Áland sama
trupulleika sum Føroyar við
tí so kallaða »brain drain«.
Vælútbúgvin fólk velja at
verða verandi uttanlands, og
koma ikki heimaftur aftaná
lokna útbúgving.
Men har hava tey valt eina
aðra loysn enn føroyingar.
– Vit kunnu ikki kappast við
Stockholm og Helsingfors
í
mentannarútboði
og
býarlívið. Tí velja vit at
kappast, har vit kunnu - og
tað er á skúlaøkinum. Vit
brúka nógvar pengar uppá at
hava bestu barnaumsorgan
og skúlan, og tað er nakað
sum lokkar fólk heimaftur til
Álands, sigur Camilla.
Nógv felags
Føroyar og Áland liggja
langt frá hvørjum øðrum
landafrøðiliga, men hava
nógv til felags, eftirsum bæði
lond eru sjálvstýrandi partar
av einum øðrum landi.
– Nógv av tí, sum eg tosið
við tey á Mentamálaráðnum
um, eru trupulleikar, ið vit
eisini hava á Álandi.
Yvonne Eriksson, sum er
deildarstjóri nikkar eisini,
og sigur at hon hevur haft
nógvan stuðul úr Føroyum,
og at áhugamálini ofta eru
tey somu í Føroyum og á
Álandi.
ìgjár
vóru
Camilla
og Yvonne á vitjan í
Fróðskaparsetrinum
og
á Sjómans- og Maskin-
meistaraskúlanum. ìdag
skulu tær báðar ein tyrlutúr
til Stóra Dímun og til skúlan
í Skúvoy millum annað.
Áland hevur besta skúlan í heiminum
Jógvan á Lakjuni og Camilla Gunell.
Mentamálaráðið tekur
ávaringarnar aftur
Svenska Carola kappast
í kvøld um at koma í
finaluna leygarkvølidið