Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 95 - 18. mai 2006 DAGSINS MEINING Sosialurin Avtakið favoriseringina av Danmark! VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Nógv er skrivað og sagt síðan Pisa-kanningin var al­­menn­akunngjørd, og er hetta tjak eitt av teimum góðu úrslitunum, ið kann­ ing­in hevur viðført. Útfrá mínum royndum sum undirvísari í yrk­is­ út­búgv­ingunum og HT út­búgv­ingini í 17 ár fari eg at koma inn á nakrar hugleiðingar um, hvussu skap­ast kann ein betur sam­ an­hangur ímill um fólk­ a­ skúla og miðnám. Tosað verður nógv um hugburð og disipl in, men um hetta loysir fleiri trupull eikar enn tað skap­ ar veldst um, hvussu ein tulkar hesi hug­tøk. Eitt ið er av alstór­um týdn­ ingi er at hyggja at, hvat fyri førleikar, ið ein mið­ námsútbúgving krevur. Við visión 2015 hevur lands­ stýrið sett sum mál, at øll ung skulu antin hava eina yrkisútbúgving ell a eina mið­náms­útbúgving. Tí má skúlin eisini arbeiða við at náa hesum máli. Eitt sum nógv ikki eru var­ug við er, at krøvini í dag til næmingarnar í eini yrkisútbúgving og eini miðnámsútbúgving eru so lík, at lesiveikir næm­ ingar ikki eru førir fyri at nema sær eina yrk­is­út­ búgving. Tí vera alt fleiri næm­ingar, ið søkja inn á eina yrkisútbúgving ikki upp­tiknir og hava síðan ong­an møguleika í okkara skúlaverki í dag. Krøvini til næmingarnar í eini miðnámsútbúgving/ yrkisútbúgving eru: • eitt ávíst fakligt grund­ støði • at teir duga at hugsa og arbeiða sjálvstøðugt • at teir hava hugflog, duga at finna og fyrihalda seg til nógva ymiska vitan • at teir duga at samanflætta vitan frá fleiri lærugreinum og nýta hana í nógvum ym­isk­um samanhangum • at teir hava ein ar­beiðs­ hugburð Hesir førleikar eru í stóran mun teir somu førleikar, ið bæði almenna og privata vinnan krevur í einum ný­mótans samfelag. Skulu hesi mál náast so eri eg vís í, at tey ikki verða rokkin við tí disipl in, ið vit kenna frá gamlari tíð av og sum bert leggur dent at tiga og gera sum tú fær boð um. Hugflog og sjálvstøðug hugsan verður ikki ment á henda hátt. Men vera tey ungu lærd upp við at krøv vera sett til tey, og at tað hevur avleiðingar um ein ikki lúkar krøvini, so eru vit á rættari kós. Somuleiðis má hug­ burð­urin til skúlaarbeiðið stimbr­ast, og tað verður hann, um tað er stuttligt og spennandi at læra. Har­ næst hevur tað stóran týdn­ ing, at næmingarnir vera eftirmettir, til dømis tá ið teir hava arbeitt við eini verkætlan, og at úrslitini vera brúkt til nakað. Kenni bæði av egnum royndum og frá øðrum foreldrum, at børnini arbeiða við lív og sál í eini verkætlannarviku, men fáa lítla og onga eft­ ir­meting av teirra arbeiði. Er hetta rætt, so má tað minka um arbeiðshugin næstu ferð. Ein annar trupull eiki í samband við hugburð er, at tað onkusvegna er “ócool” at vera “nørdur” mill um næm­ing­arnar sjálvar, so teir næmingar, ið hava hug at arbeiða í skúlanum gera tað ikki, tí teir vilja ikki vera nevndir nørdar. Henda hugburð má tað setast inn fyri at broyta. Sjálvt um kanningin vís­ ir, at tað sosiala virkar væl innan skúlans gátt, so er tað ikki ókent á mið­náms­ skúlunum, at ein bólkur er so bundin at teldutøknini, at tað er trupult hjá teimum at samskifta og samstarva við onnur í tann mun, ið er neyðugt um tey skulu megna at gjøgnumføra eina miðnámsútbúgving. At broyta hugburð er ikki ein spurningur um pengar, men skal fólkaskúlin betrast krev­ur tað heilt víst eisini meiri pening. Pening til eftirútbúgving av lærarum, ið hevur verið forsømd í nógv ár, pening til at styrkja leiðslunnar við og ikki minst pening til útgerð, serliga til at hava nýggjastu tøknina atkomiliga fyri all ar næm­ingar, er neyðugt um vit skulu hava ein góðan skúla í framtíðini. Nú ormurin úr Eden ger seg til reiðar, hesuferð í film­a­ ti­ ser­að­ari útgávu, at spræna eit­ur sítt, so er Havnar Bio knappl iga komin í heims­ ins brennidepil. All ur tann “frælsi” heimurin er á gosi, tí ein, í alheims høpi, týdn­ ing­arleysur biografur í Havn noktar at vísa filmin “The Da Vinci Code”. Sjálvur má eg viðganga, at eg eri ómetaliga glaður fyri, at tað júst vóru Føroyar, sum megnaðu at gerast tann lítli, irriterandi steinurin í skó­num hjá tí sokall aða frælsa heiminum. Takk Havnar Bio og takk Ják­up Eli, tí tá tann lítli stein­urin er rætt pl aseraður, kann hann fell a sjálvan Gol­ iat. Takk Havnar Bio Pisa kanningin og miðnámsútbúgvingarnar leiðari fyri HT útbúgvingina Eyðgunn Samuelsen, Samkomuleiðari Dánial á Dul Jacobsen Vit sóu herfyri eina avgerð hjá Skatta- og av­gjalds­ kær­u­nevndini um skrásetingargjald fyri ein bil, ið var innfluttur sum flytigóðs til Føroya. Henda avgerð vísir, at har onnur lond royna at standa við opnum ørmum fyri at fáa sínar landsmenn uttanlands heim­aft­ur, so stendur føroyska samfelagið klárt við einum vátum vøtti frammaná til hesi fólkini, ið flyta aftur á klettarnar. Hetta er væl at merkja, um man hevur dittað sær at búð nakra aðrastaðni enn í Danmark. Toll- og Skatt hevur av onkrari óskiljandi orsøk innført eina favorisering, sum bert umfatar Danmark. Um ein býr uttanlands og skal flyta aftur til Føroya, so kann ein taka bilin við sum flytigóðs uttan avgjøld og skrásetingargjald, um so er at viðkomandi hevur búð uttanlands í minst 3 ár og hevur havt bilin skrásettan uttanlands í minst 2 ár. Vit hava við avgerðini hjá skatta- og avgjaldskærunevndini fingið váttað, at absolutt stirvnasta tulking verður løgd til grund, har bilurin reint fysiskt skal hava verið uttanlands í hesi 2 árini, tá tað um skrásetingargjald umræður. Um ein hevur búð í Danmark, so skal ein hava búð uttanlands í eitt ár og hava havt bilin skrásettan í minst eitt hálvt ár. Hví er hesin munurin? Hvør politikari hevur avgjørt at Danmark skal favoriserast framum alla verðina? Hvør er boðskapurin til føroyingar sum búgva utt­an­lands, og ætla sær heimaftur? Boðskapurin er, at ein er ikki vælkomin, uttan so at ein hevur búð í Danmark. Vit umrøddu henda spurning á hesum stað herfyri, men sum so ofta fyrr, so er eingin reaktión frá Fíggj­ar­málaráðnum. Nú má vend koma í! Vit tosa um altjóðagerð og at Føroyar skal verða fremsta land í heiminum í 2015. Hetta krevur, at man líkastillar øll lond, eisini tá um flytigóðs umræður, so at man við hesum signalerar, at Føroyar slær hurðarnar á víðan vegg fyri at fáa sítt útbúna fólk heimaftur – ikki bara úr Danmark – men úr øllum heiminum. Broytið sum skjótast kunngerðina fyri flytigóðs, so øll lond fáa somu treyt­ir sum Danmark!