hósdagur 18. mai 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 18. mai 2006
11
Pisakanningin loypti hvøkk
á. Og man hon tala fyri
seg. Nøkur hava hug at
reisast úr sæti og venda
pílinum ávísar ættir. Ein
syndabukkur má jú finnast.
Sjálv tók eg initiativ til
pisakanningina, tá ið eg
sat sum landsstýriskvinna
í MMR á heystið 2003. Var
vorðin so troytt av øllum
OECD kanningunum, sum
fjølmiðlarnir bóru fram fyri
okkum.Vit fingu jú bara
at vita, hvussu nøkur av
Norðurlondunum lógu í
mun til onnur lond úti í
heimi. Men fingu ongantíð
at vita, hvar í Føroyar lógu í
mun til hesi, tí vit vóru ikki
við í kanningunum. Høvdu
kanska lyndi til at halda, at
Føroyar mundu liggja onk
ustaðni ímillum hini Norð
urlondini.
Men nú hava vit tað so
svart upp á hvítt. Og tey,
sum hildu, at tað skuldu
bara ganga 9 ár, til Føroyar
taldu millum heimsins bestu
lond, fáa nú at vita, at tey
sum tá verða 24 ár, í dag
verða mett javnt millum
Mexico og Brasilia hvørs
høvuðstrupulleikar
er
analfabetisma, gøtubørn og
fátækradømi.
Nei, so galið kann tað ikki
verða, hugsar onkur! Og
rætt er tað. Pisakanningin
sigur ikki alt um okkara
ungdóm. Og langt frá tí.
Hon sigur t. d. onki um
tað blómandi mentanarlívið,
sum hesin sami umgdómur
er við til at skapa nú meira
enn nakrantíð. Og hvør veit,
um ikki júst hesin skapandi
førleikin hjá okkara ungu er
kveiktur í fólkaskúlanum.
Hon sigur nógv um mangl
andi disiplin, men sigur so
onki um, hví t.d. Mearsk
er so altráur eftir hesum
“ódisiplineraða” ungdóm
inum.
Nei, pisakanningin sigur
ikki alt, men hon sigur
nógv. Hon sigur m.a. at
fimm tey fremstu londini
í kanningini eru Finnland,
Korea, Canada, Japan og
Írland. Fimm lond, sum
seinastu árini hava klára
seg væl vinnuliga, og sum
fyri tíðina eru búskaparligir
motorvegir. Í hesum lond
um klára 15 ára gamlir
næmingar seg eisini nógv
best í pisakanningum. Her
kundi sæð út til at vinnulig
og búskaparlig menning og
fólkaskúlaúrslit ganga hond
í hond.
Um vit so útfrá hesi
niðurstøðu kunnu siga, at
føroyski fólkaskúlin eisini
er eitt modell av tí samfelag,
hann er partur av, veit eg
ikki. Men spyr um krøv
og um disiplin í føroyska
samfelagnum annars; á før
oysku arbeiðsplássunum,
í føroysku heiminum. Í
føroyska parlamentinum.
Kanska eru hesi krøv og
disiplin ikki altíð so langt
frá tí, sum kanningin sigur
um krøv og um disiplin í
fólkaskúlanum.
Øll eru vit nokk samd
um, at okkurt má gerast, og
at tað ikki bara er tann eini
faktorurin, sum er orsøkin
til vánaliga úrslitið. Úttal
ilsini frá mentamálaráðharr
anum um at sláa kalt vatn
í blóðið og um at seta ein
arbeiðsbólk boðar ikki
frá skúlapolitiskum broyt
ingum. Men er heldur
eitt boð uppá, at landsstýr
ismaðurin ikki veit, og
ikki var til reiðar at taka
ímóit einum so skelkandi
úrslitið. Kanska er tað aftur
her talan um manglandi
disiplin
og
manglandi
krøv til kontantar avgerðir.
Hetta við arbeiðsbólkum
er eftir hondini vorðið eitt
haft um beinini á politiksa
myndugleikanum.
Og
sum verður brúkt fyri at
sleppa undan at taka støðu,
og fyri at sleppa undan at
vísa á politiskar visjónir.
Eg vildi veruliga ynskt, at
fjølmiðlarnir “kravdu”,
at
landsstýrismaðurin
kom við einum boði uppá
broytingar ella reform.
Men í staðin kemur ein av
hansara partapolitisku part
amonnum og sigur í sam
røðu í dimmu 15.mai, at
ein loysn á trupulleikanum
er at fáa frískúlar á stovn,
so almenni fólkaskúlin fær
kapping. Og hann sigur
samstundis, at Føroya Lær
arafelag er við til at forða
fyri
hesum
frískúlum.
Avleiðingin av hesum, sig
ur hann verða, at ”teir
bestu lærararnir ikki sleppa
at skara framúr, meðan teir
minni góðu verða vardir”.
Men hetta er ikki heilt rætt.
Er áhugi fyri privatskúlum
so eru foreldur og lærarar
vælkomnir at seta hetta
í gongd. Í mars 2002
samtykti løgtingi lóg um
frískúlar. Í góð fýra ár hevur
møguleiki sostatt verið fyri
at seta á stovn frískúlar
fyri næmingar frá 1 til 9
flokk enntá við almennum
stuðli, sum svarar til 85%
av læraralønunum.
(Lógin er nr 46, er frá
mars 2002, og liggur inni
á heimasíðu løgtingsins
www.logting.fo.)
Men
ongin
sjónligur
áhugi hevur verið fyri hes
um møguleika enn. Hví
ikki. Eru vit nøgd við ver
andi støðu? Ella eru vit
líkaglað? Ella er tað ov møt
imikið at fara í gongd við
ein frískúla?
Eg veit tað ikki, men eg
vóni, at um enn ein privat
skúli verður settur á stovn,
at hetta so verður hetta gjørt
við tí fyri eyga at bjóða
eitt pedagogiskt ella fakligt
tilboð, sum er alternativ til
fólkaskúlan.
Føroyski fólkaskúlin má
styrkjast og teljast millum
teir góðu fólkaskúlarnar í
heiminum, tað eru vit samd
um. Men tað verður ringt
at krevja at krøv, disiplin
og atmosphera annars skal
verða annaðleiðis í fólka
skúlanum enn tað er í sam
felagnum annars. So tað er
ikki bara fólkaskúlin, sum
hevur fingið nakað at hugsa
um.
Pisakanningin og privatskúlar
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflokkin
Annita á
Fríðriksmørk
Hjá einum, sum gekk í
fólkaskúla og realskúla í
1950’unum, og sum hevur
børn í fólkaskúlanum í dag,
undrar tað ikki nakað ser
ligt, at støðan er so vanlukk
ulig, sum hon er.
Fyri fyrst at lýsa støðuna
tá, lat meg so siga, at
hugburðurin var ein heilt
annar, námsfrøðin var ein
onnur, virðingin fyri lær
arunum var ein onnur, og
innlæruhátturin var eisini
nógv øðrvísi. Fyri tað fyrsta,
ein skuldi til próvtøku hvørt
ár fyri at halda fram í næsta
flokki, tvs. próvtøka frá 1.
flokki upp í annan flokk,
úr øðrum upp í triðja o.
s. fr. Hetta eggjaði okkum
kanska eyka at dríva á, var
ein góð tilelving. Harnæst
vil eg siga, at vit lærdu
ramsur og setningar uttanat,
sum seinni eru komnar ein
um til góðar í lívinum, t.
d. abc-ið, setningar í stødd
frøði, sálmar og sangir
og mangt annað. Okkum
børnum dámdi væl at læra
uttanat, tað var eitt slag
av sálarligum ítrótti, sum
eg ikki ivist í hjálpti til
at menna heilan. Í realskúl
anum, sum kanska kann
samanberast við framhalds
deildina í dag, var eisini
próvtøka hvørt ár, til tú í
4. real fór til tað endaligu
próvtøkuna. Har skuldu vit
upp í øllum lærugreinum,
eingin lærugrein var valfrí
hvørki í lestrartíðini ella
til próvtøku. Eg sigi hervið
ikki, at skipanin fyrr bert
hevði fyrimunir. Ein vansi
var, at tey, sum ikki kláraðu
upptøkuna til 1. real ella
ikki fóru til upptøku,
skuldu halda fram í 6. og
7. flokki, til tey sum 14 ára
gomul fóru úr skúlanum. Í
nógvum førum vórðu hesi
meira ella minni forsømd.
Skulu vit so ynskja okkum
aftur til ta gomlu tíðina
við sínum “kæft, trit og
retning”? Nei!! Men vit
kunnu læra nakað av henni
og vita, um ikki nakað av tí
kann nýtast í dag.
Tann nýmótans náms
frøðin, sum verður nýttur
í dag, er tó farin ov langt
yvir í hina veitina. Børn
ini hava ov nógv at siga
í
flokshølunum,
hava
ov fríar teymar og hava
í summum føri nærum
tikið ræði, og tað gongur
út yvir undirvísingina og
virðingina fyri læraranum..
Harnæst
skulu
børnini
nærum einki læra uttanat,
tí tey skulu læra at hugsa
sjálvstøðugt og skilja tað,
tey læra. Tað er fyri so vítt
rætt, men bert í ein vissan
mun. Eg veit fleiri dømi
um, at børn eru komin út
úr 10. flokki og duga als
ikki alfabetið. Hvussu í
víðu verð skulu tey kunna
sláa upp í eini telefonbók,
orðabók ella øðrum, sum er
skipað í bókstavarøð. Nógv
duga heldur ikki lítlutabell.
Ávísar lærugreinar eru val
fríar, so tú kanst uppliva
næmingar, sum koma út úr
10. flokki og hava ongantíð
lært um t.d. lond í Asiu
ella Afriku. Tann breiða
almenna vitanin, sum fólka
skúlin fyrr borgaði fyri,
er í dag farin fyri bakka,
tað tori eg at pástanda.
Eitt annað fyribrigdi, sum
ár undan ári hevur verið
við at lækka støðið, er, tá
próvtøl vera givin, kanska
serliga til endaligar próv
tøkur í framhaldsdeildini.
Hesi próvtøl siga einum
nærum einki, tí tey eru
ikki treytaleys (absolutt).
Meðaltalið fyri alt landið
verður fyri hvørja próvtøku
sær funnið. Út frá hesum
verða so tey einkultu próv
tølini givin. Siga vit, at
landsstøðið eitt ár er vána
ligt, so er eitt 11-tal kanska
bert eitt 8-tal og eitt 6-
tal bert eitt 03!! Hetta
kann føra við sær, at støðið
lækkar hvørt ár.
At støðan í fólkaskúla
num er versnað í stóran
mun, kann eg eisini siga
í mínum arbeiði sum sjó
mansskúlalærari í 24 ár.
Sum undirvísari í grund
lærugreinunum máli og
støddfrøði hevur ein fingið
næmingar við støði í fólk
askúlanum gjøgnum øll
hesi ár. Sigast kann tíverri,
at hetta støði hevur verið
javnt fallandi og hevur
vónandi nú nátt botnin.
Sum dømi kann nevnast,
at eg ein dagin í einum
skipsføraraflokki uppá 20
næmingar spurdi, hvussu
høvuðsstaðurin á Philips
oyggjunum eitur. Ikki ein
visti tað. Svarið var, at teir
ongantíð høvdu havt tað
í fólkaskúlanum, partar av
lærugreinini landalæra vóru
fyri tað mesta valfríir!!
Nógv kann gerast fyri at
bøta um støðuna. Aðrastaðni
gera skúlar eftirmeting av
sær sjálvum við at senda
spurnabløð út til børn
og foreldur viðvíkjandi
undirvísing, trivnaði og
mongum øðrum. Á henda
hátt kann skúlin kanska taka
í egnan barm og avgreiða
trupulleikarnar í føðingini til
frama fyri støðugt betrandi
viðurskifti.
Ein
annar
spurningur er eisini, um vit
framvegis skulu halda fast
um eindarskúlan. Var tað
í sínari tíð rætt at avtaka
millum- ella realskúlan og
einsrætta frálæruna í einum
eindarskúla? Nú er tað jú
einaferð soleiðis, at vit eru
ikki øll eins, summi eru
betur egnaði til tað bókliga,
meðan onnur egna seg betur
til tað praktiska. Kanska
kundu vit eftir 7. flokk
býtt næmingarnar sundur í
eina bókliga linju og eina
praktiska (handverksliga)
linju uttan at dottið í somu
veit sum fyrr, at hesi vórðu
meira ella minni forsømd.
Eg haldi, at tað hevði bøtt
nógv um tilelvingina (mot
iveringina) hjá næmingu
num.
Vónandi vakna avvarð
andi myndugleikar við
kaldan dreym og seta tiltøk
í verk. Hetta verður ikki
lætt, tí allur hugburður má
broytast, grundsjónarmið
mugu broytast, og nýggj
námsfrøðislig atlit mugu
takast. Hesi tiltøk mugu
vera álvarsom, um vit skulu
hava nakran sum helst møg
uleika at náa Visión 2015.
Pisa-kanningin
Petur Hans
Dahl
VIÐMERKINGAR
Siloakórið
í Mentanar
húsinum
Komandi sunn
ukvøld fer Siloa
kórið í Fuglafirði
at hava sangløtu í
Mentanarhúsinum
í Fuglafirði
Fuglafjørður: Kórið
hevur vant og sungið
síðani eina ferð í heyst.
Nú verður skjótt farið
í summarfrí. Okkurt
árið hava tey verið
uttanlands um hesa
tíðina. Soleiðis verður
ikki í ár. Tey sungu
fyri fullari skúlahøll
í Trongisvági síðsta
sunnudag, og nú
verður punktum sett
við sangløtu í Mentan
arhúsinum.
Í kórinum eru 30-
40 sangarar. Flestu
teirra
eru
ungfólk.
Tey eru úr ymsum
støðum og plássum í
Eysturoy, og tey venja
í Siloa í Fuglafirði
hvørt mikukvøld und
ir leiðslu av Eyðuni á
Lakjuni, sum hevur ver
ið sangstjóri hjá kóri
num síðani síðst í áttati
árunum.
Skráin sunnukvøldið
verður blandað. Hon
fevnir frá eldri sálmum
og til nýggjari og lættan
sang og gospel. Sumt
er útlendskt og annað
er føroyskt. Í nøkrum
førum eru bæði orð og
løg sprottin í Fuglafirði.
Bárður á Lakjuni fer at
syngja tveir sangir, sum
hann sjálvur fer at hava
guitarundirspælið til.
Solosangarar eru Eli
sabeth á Lakjuni, Kar
lina Højgaard, Durita
Mohr
Jacobsen
og
Kristina
Bærentsen.
Jóhannes
Simonsen
spælir klaver, Bárður á
Lakjuni spælir bass, og
Jóhan á Lakjuni spælir
trummur.
Sangløtan verður í
Mentanarhúsinum
í
Fuglafirði sunnukvøld
ið 21. mai klokkan 20,
og kostnaðurin er 30
krónur fyri vaksin.
sb.