hósdagur 18. mai 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 95 - 18. mai 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Eg ivaðist ikki í at hampuligt
stóð til, tá ið eg fór til skips
aftur. Men tá ið boð komu niður
í messuna eftir mær, 1 1/2 døgn
seinni, kendi eg boðini.
Best sum várið er við at fáa
fastatøkur, trýnur deyðin um
dyrnar inn. Tjøldrini eru komin. Á
tínum 80 ára degi vildi likkan havt
fult reiður. Dagar, ið tú á hvørjum
ári gleddi teg til. Síggja lív koma
í havan, græsið ið grønkar.
Soleiðis skuldi ikki vera í ár góði
pabba, men minnini um teg verða
hangandi.
Minnist, at ein so ofta bleiv
vaktur av rópum tínum í túninum.
Bleiv tosað eingilt, visti eg at tú
og Heini í Húsi (gamli) heilsðust.
Tosið tykkar aímillum gekk ofta
fyri seg á enskum.
Ella tá ið Regin kom heim við
Morris-mini bilinum. »Kom av
stað Leif, ungarnir eru út komnir«.
Eg bleiv skryktur úr songini, í
klæðini, og trýstur inn í bilin
hjá Regini. Drønaðu so norður á
Mýravegin ella oman á bedingina,
at hyggja eftir tjaldursungum.
Tú elskaði lív pabba, og var so
fullur av lívi. Veit at tú plagdi at
kava og svimja beint uttan fyri
neystið har bládypið er.
Minnist vit svumu uppi í gamla
svimjihyli, tú kavaði altíð frá
»gelendaranum« uppi á brúnni.
Svam summar og vetur.
Tær dámdi væl at standa á skíð.
Stóð onkuntíð frá varðanum á
Vørðufelli, heilt oman har hotellið
stendur í dag, bert ílatin »shorts«.
Nógv kundi verið nevnt. Bøkur
kundi verið skrivaðar. Ikki minst
um tá ið jólini nærkaðust. Um
ráðini ikki vóru til alt, so var orka.
Tú megnaði kynstrið at gera alt
so livandi.
Hosurnar til góðgæti høvdu vit
hangandi. Men nissan búði jú uppi í
fjøllunum, so um 10. kanska hálvan
des. fóru vit til gongu niðan við
ánni. Minnist at Kim plagdi at vera
við. Ovastu húsini tá vóru niðan
fyri Stórheygg. Komnir niðan ímóti
rættini, bleiv gamla portrið opnað,
vit niðan um, síðan stóri jarnknarvin
settur fyri aftur. Gingu ca. 150 m.
niðan í skurðsli á Vørðufellinum.
Ofta var kavi. Minnist bygdina
hvussu niðaliga hon lá. Vóru nú
langt uppi í fjøllunum.
»Man nakað vera undir hasum
stóra steininum«. Tú peikaði stein
arnar út, og vit runnu og leitaðu. Her
var góðgæti undir næstan hvørjum
steini. Fóru glaðir og fullfermdir til
gongu omanaftur. Lukkuliga óvit
andi um, at tað var sama góða nissan
ið leiddi okkum.
Lívligur, men tó so strangur.
Einaferð sat eg og teknaði eitt sjó
rænaraskip, av óvart í eina bók hjá
bókasavninum.
Eg varnaðist hetta, bleiv hjart
kiptur og hugdi upp. Tú ansaði hes
um, tók bókina, gav mær eitt A4 ark
at tekna uppá.
Hoyrdi onki orð meira um tað.
Minnist tá ið hárið skulda falla.
Vit blivu øll førd oman til Ann-Mari.
Nyttaði ikki at »muta« ímóti.
Sunnumorgun skuldu øll í baði
karið, í rein klæðir og oman í
kirkju.
Minnist stríðið fyri at sleppa frá
at fara í real. Men har var heldur
eingin bøn.
Tú var lættur at samskifta við
pabba. Hevði sera lætt við at í
koma í samband við fólk. Sum
ein fyrrverandi næmingur tín
segði: »Tú brendi titt ljós í báðum
endum, fyri tína lívsuppgávu sum
kennari«.
Ein skuldi nú ikki taka feil. Tú
kundi siga frá. Vildi tú hava tínar
meiningar fram, fekst tú tað.
Føldi tú teg fáa skeiva viðferð,
var tú ikki bangin fyri at tosa, bæði
presti og páva ímóti.
Men tú hevði eisini teir stórslignu
eginleikar, at »gloyma«. Biðja um
fyrigeving og at fyrigeva.
Innløgumaður var tú. Hevði altíð
turrar greipur hangandi, turrar
grindalikkjur, stóran trækassa við
turrsaltaðum spiki, umframt fleiri
kaggar við lakasaltaðum. Tað
besta mundi tó vera, tá ið tú legði
toskarhøvd at ræsa. Á markinum til
at vera rotin, men ótrúliga góð.
Áræði hevði tú. Hugsið um
neystið, ið tú saman við vinum
bygdi, tvær reisur. Tá var keiøkið,
líka útum smiðjuna, so alt tilfar
bleiv róð út við keibátinum, og
stoypt var við hond.
Umborð á 10 mannafarinum
sum »Stoffa« bygdi, hevði tú
nógvar góðar løtur.
Tú plagdi at skjóta fugl, ið ofta
bleiv sunnudagsdøgurði. Royttir
og svidnir tá ið tú kom heim úr
neystinum við teimum.
Mest lomvigi og skarvsungi.
Onkur æða mundi eisini missa
høvdið.
Grindaboð fóru ikki afturvið. Í tí
einu Bíggjargrindini skar tú 18 hval
á háls, minnist eg teg siga frá.
Túrarnir út í Tindhólm og Myk
ines, vóru nógvir í tali við M/B
»Heidi«. Ofta við útlendingum.
Báturin hevði tá ein FM 12 hesta
motor. Bjargingarvestar vóru eingir
umborð, so tryggleikin var ikki í
hásæti. Tann eina túrin bleiv rættiliga
tvassut. Hesi donsku skúlabørn, ið
tá vóru við, stuttleikaðu sær óført.
Sjálvur var tú bebbaræddur.
Minnist okkum spæla ímillum
slokkarnar, í stóru eplavaltuni »uppi
á mánanum« ið tú hevði í nógv ár.
Á torvheiðunum norðan fyri Vatns
oyrar. Tú setti tað stóra hvíta teltið
upp. Vóru í ánni og fangaðu síl, alt
meðan tú stóð og skar. Tá ið tú sendi
boð eftir Olivari, at koyra torvið
heim, var tann stóra løtan komin,
tá sluppu vit uppí lastina at sita.
Heima við hús plagdi tú ofta at
seta teg við klaverið, serliga um
gestir vóru á vitjan: »Eg skar mítt
navn«, «Mangan dvaldi eg við
strond«, »Hon stóð har við rokkin
og spann«, »Hvør skuldi gamlar
gøtur gloymt« o.m.a. Minnist at tú
altíð til síðst spældi »Nú dagurin
at enda er«.
Tey vóru ikki so fá, sum yvirnátt
aðu hjá tær og mammu gjøgnum
árini.
Komu fólk til tín og spurdu um
hjálp ella vegleiðing, tók tú ímóti
teimum. Gjarna vóru tey ikki so
væl fyri bókliga, ikki akkurát tey
vælbjargaðu. Men tú vísti altíð
góðan vilja, og gav tær tíð til
tey. Mær tyktist at tú treivst væl
saman við teimum. Tú føldi teg
best saman við teimum, á niðasta
trini í samfelagnum. Takk, at tú
kundi rúma so nógvum, og lata
so nógv av tær.
Pengar var onki at skriva heim
um. Gud viti skilið, um tað ikki
var fyri mammu, ið altíð vendi
hvørjari krónu.
Tú hevði lisið nógvar bøkur, nú
tú legði árarnar inn. Tann síðsta
kom í helvt, tvær aðrar vóru
bílagdar. Men sporini eru tald
góði pabba.
Tá ið abbabørnini vitjaðu teg
á hospitalinum, ynskti tú at fáa
tveir mánaðir afturat saman við
teimum. Tú fekk bert nakrar dagar.
At sorgin hjá abbabørnunum var
stór, kom týðuliga til sjóndar í
kapellinum og til jarðarferðina.
Tú visti best sjálvur hvønn veg
tað bar. Segði við mammu: »Nú
hevur tú meg ikki leingi afturat
góða, eg føli hvussu eg vikni. Nú
vil eg sleppa heim. Heima hjá
Gudi er gott at vera«.
Gloymi ongantíð, tá ið mamma
boygdi seg niður yvir hospitals
songina og mussaði teg, so inni
liga og eymt, sum at síggja eitt
nýforelskað par, bert við heilt øðr
um tonkum og aðrari vitan.
»Nu vil jeg da på vandring gå,
men det kan jeg fornemme. Man
rejser ud for hjem at nå, thi bedst
er det dog hjemme«. Hesar reglur
eru úr »Det gamle træ, o, lad det
stå«. Títt ynski var, at sungið
bleiv: »Det gamle træ, o, lad det
stå«. »Sov blítt og søtt«.
»Føgur er foldin« og »Hin
vænasta rósan er funnin«.
Í sálmabókini ið tú fekk við tær,
er blaða uppá sálman »Hin vænasta
rósan er funnin«. Henda sálma
hevði tú ein serligan tokka til. Hinir
eru eisini so einkultir og sigandi. Eg
skilji teg so væl pabba.
Á sjúkrahúsinum í Klaksvík,
vildi tú hava systkinabarnið mítt,
at lesa 23. Sálma fyri tær. 6. vers
ljóðar: »Onki uttan gott og náði skal
fylgja mær, allar dagar eg livi, og
eg skal búgva í húsi Harrans allar
ævir«. Hetta var tú so takkasamur
og glaður fyri at hoyra.
Líka so ofta eg eri farin til sjós,
eri eg blivin signaður og mussaður
av tær. Á sama hátt, bleiv tú sign
aður og mussaður av soni tínum,
beint áðrenn lokið bleiv lagt á kist
una fyri síðstu ferð.
Eg skal ikki troytta teg meira
pabba. Var við mammu nú ein sunnu
dag niðri og vitjaði grøv tína. Hon
sigur við meg: »Hygg, nú liggur
hann har, einsamallur og so kaldur«.
Eg hugdi yvir á mammu, fekk ein
klump í hálsin, tá ið eg sá, hvussu
tárini trillaðu eftir kinnum hennara.
Eg føldi á mær, hvat hennara hægsta
ynski var tað løtuna.
Mamma saknar teg so nógv
pabba. Hon grætur hvørt kvøld
um teg. Ikki so løgið, aftaná eitt
so langt lív saman, og allar tær
upplivingar tit hava havt saman,
bæði úti og heima.
Hvíl nú í friði, elskaði pabba.
Takk fyri alt.
Fróði
Minningarorð um pápa mín Leif Nolsøe
f. 19. mai 1926 · d. 7. mars 2006
Múgvandi danskarar
gera fleiri og fleiri
íløgur í fastognum
gjøgnum fastognar
feløg, skrivar børsen
í dag. – Hett a er ein
vaksandi vinna,
sigur Jesper Tullin,
fyristingarligur stjóri í
Finnansgruppen
FÍGGJARHEIMURIN
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
A/S Ejendomsvækst fæst
við fastognarvirksemi, og
hjá teimum hevur eisini
gingið framúr væl.
– Sølan er ótrúliga góð.
Vit klára at selja allar tær
áhugaverdu verkætlaninar,
sum vit fara í holt við, sigur
Jørgen Hauglund, sum er
fyristingarligur stjóri hjá
A/S Ejendomsvækst.
Ejendomsvækst fæst við
stórar verkætlanir, sum helst
skulu hava eitt virði yvir
100 mió. Verkætlanirnar
verða størri og størri, tí at
fyritøkurnar eru sinnaðar at
brúka meira og meira pengar
til fastognarverkætlanir.
Føroya Sparikassi kunn
gjørdi í gjár, at teir hava keypt
25% av Ejendomsvækst A/
S við møguleika at keypa
10% afturat. Tað sær út, at
tað hevur verið ein skilagóð
íløga, og Marner Jacobsen
væntar eisini, at fyritøkan
fer at kasta nógv av sær.
– Vit kunnu bert vátta
tað, sum Ejendomsvækst
ber fram í Børsen í dag. Tað
er eisini týðandi fyri okkara
íløgu í Ejendomsvækst, at
gongdin í danska búskap
inum er positiv. Á fundi í
Keypmannahavn í dag hevur
Tjóðbankin greitt frá, at
búskaparútlitini eru góð, og
at eingi skýggj eru at hóma í
havsbrúnni. Tað talar fyri, at
Danmark er eitt av teimum
spennandi íløgulondunum
við støðugum búskapi, sigur
Marner Jacobsen, forstjóri í
Føroya Sparikassa.
Spurdur, um teir nú fara at
nýta sína optión uppá at keypa
10% afturat í Ejendomsvækst,
svarar Marner Jacobsen, at
tað hava teir ikki tikið støðu
til enn. – Tað er positivt fyri
okkum, at onnur eisini duga
at síggja ta framgongd, sum
Ejendomsvækst er í. Fyri
okkum er 25% ein størur
partur, og tað kundi eisini hent
seg, at vit selja optiónina, men
einki er avgjørt enn.
Alt bendir á, at keypið var
framt í røttu løtu hjá Spari
kassanum. Ejendomsvækst
A/S er ein áhugaverd fyritøka,
men teir handlaðu einans
við Føroya Sparikassa um
søluna. Føroya Sparikassi
hevði ein fyrimun ígjøgnum
dótturbankan Eik Bank,
sum hevur eitt samstarv við
Ejendomsvækst. Leiðslan í
Føroya Sparikassa væntar,
at allir partar kunnu koma at
njóta gott burturúr samstarv
inum við at keypa tænastur
frá hvørjum øðrum.
Gongur strúkandi hjá A/S Ejendomsvækst