Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 18. mai 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Miu Larsen, Tórshavn fer úr Landsjúkra­hús­kapell­ in­um hósdagin 18. mai kl. 18.Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni fríggjadagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Miu, kunna lata Amnesty International eina peningagávu; konta í peningastovniuum. Kaisten Thomas Thomasson ættaður úr Fuglafirði, búsitandi í Reykjavík, andaðist hósdagin 11. mai 69 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Gravar Vags kirkju, mánadagin 22. mai. Andlát og jarðarferðir Gjáarmaðurin Karl Jacob Sig­ vardsen, sum býr á Ellis- og røktarheiminum í Runavík, man vera elsti persónur, sum hevur ferðast gjøgnum Norðoyatunnilin. Eins og føroyingar flest­ ir var Karl Jacob sera spent­ur at sleppa at royna Norð­oyatunnilin, og 5. mai upprann so dagurin. Hann gjørdist ovfarin av tunlinum og endurtók upp í saman: “Eg havi livað í eini býttari verð, tað má eg siga. Eg visti als ikki, at Føroyar vórðu vorðnar so stórar, og at so nógv er bygt allastaðni!” Í Klaksvík var hann á cafe “hjá Jórun”. Tá hann so koyrdi gjøgnum Klaksvíkina, undr­aðist hann á, hvussu ómeta­liga nógv var broytt har, síðani hann í 1923 var ein stuttleikatúr har norðuri sam­an við øðrum unglingum frá Gjógv.   Úr Klaksvík gekk ferðin víð­ari í gjøgnum teir gomlu tunlarnar og norður til Viðar­ eiðis. Í Hvannasundi tók hann nakað soleiðis til: “Saman við øðrum gjáarmonnum havi eg róð mangan túrin frá Gjógv til Hvannasunds eftir øðu, og nú eri eg aftur her – sitandi – tað er ringt at forstanda hjá mær!” Tá ið hann kom aftur á Ell­is­heimið í Runavík, helt hann fyri: “ Vænti ikki at ­ tað sjálvur; men um fá ár verður koyrandi  av Skálafjørðinum til Havnar. At gera tann tunn­ ilin haldi eg vera púra beint, tí tunlarnir gera Føroyar størri.” Karl Jacob var sera væl nøgd­ur við túrin og er nú farin at tosa um at sleppa til Gásadals eisini, tí har hevur hann ongatíð verið. Dagurin í morgin 19. mai. Potentiana. Rómversk genta, sum 16 ára gomul varð tikin av døgum í Róm. Karl Jacob Sigvardsen: 101 gamal gjáarmaður royndi Norðoyatunnilin Væl hýrdi 101 ára gamli Karl Jacob í Klaksvík Tað kom dátt við, tá boðini bórust, at Ansa fastur var farin. Ansa gjørdist 65 ára gomul, sum í dag ikki verður roknað fyri at vera ein høgur aldur. Tá tú ert blivin 65 ár, er tað ein onn­ur tíð sum skal njótast. Tá er tað pen­sjóns­ aldurin byrjar, og nógv fólk síggja fram til at skula nýta sínar dagar saman við makanum, gera ting saman, sum tey ikki fingu tíð til. Tá skal alt tað gerast, sum hevur ligið á láni. Lenni og Ansa fingu tó ikki henda møguleikan saman, men hava hóast alt fingið nógv góð ár saman. Tey blivu gift í 1960, og hava tí liva eitt langt lív saman. Hjá Ansu lá onki á láni, hon livdi í degnum og dugdi tað. Livdi lívið í tráð við, at alt skal enda ein dag, og tað ger tað eisini fyrr ella seinni hjá øllum menniskjum. Ansa dugdi at vera á lívi. Hon var altíð til dystin fús, óansæð í hvørjum høpi. Hon dugdi at grína við teimum glaðu og verða hjálp fyri tey sum høvdu tað tyngri. Ansa var eitt lívsstykki, var so løtt í sinni og virkaði so frísk og glað, men hon hevði eisini sjúku at dragast við. Tú grunaði ikki tá tú vart saman við henni, at hon var sjúk, hon var ikki tann sum lat sjúku og annað stýra sínum lívi, hon var sera aktiv, og hon settust ikki aftur fyri tað at hon var sjúk. Ansa var sera stuttlig og hugnalig at vera saman við, og eg kendi hana bert fyri hennara lætta og glaða lyndi. Eg havi mangan verið saman við henni til ymiskt, og har sum hon var, bleiv altíð látur og lætt tos. Tú keddi teg ikki í hennara selskapi. Ansa var altíð klár at hjálpa, at hugna um, gera okkurt gott at eta, og vælgjørd uppá allar mátar. Hon var so ruddilig og heimlig, at ongin kundi mátast við hennara dygdir á húsliga økinum. Ansa gjørdi og legði eitt stórt ar­beiði í ymisk áhugafeløg. Hon virkaði fyri at savna pening inn til ymisk endamál, og hon var altíð so sera røkin, tá alt skuldi greiðast úr hondum. Hon savnaði pening inn fyri Giktafelagið í áravís, og hennara inntøka var trygdin fyri nógvum tiltøkum sum felagið hevði. Men tað var ikki tað einasta. Tú kundi altíð rokna við henni, tá tú sat í nevnd saman við henni. Hon var so álítandi og arbeiðssom, og har skuldi ongantíð nakar fara afturumaftur, tí hon var trygdin hjá øllum fyri dygdar arbeiði. Onnur feløg kendu eisini ágóðan av hennara arbeiði. Stóri skarin sum fylgdi henni til hennara seinasta hvíld­ arstað bar eisini prógv um hetta. Tað bleiv sagt við jarðarferðina, at Ansa megnaði at vera ung við teimum ungu og gomul við teimum gomlu. Hetta kundi ikki sigast meira hóskiligt til hana, tí akkurát so var hon. Øll kendu seg væl saman við henni, ung sum gomul. Ansa var so sera góð við sína fam­ ilju, altíð so fegin og stolt av sínum ommubørnum. Hon livdi veruliga í teirra selskapi, og segði ofta frá hvussu stuttligt tað var at hava øll ommubørnini um seg. Hon kendi eisini til at missa, og vit báðar tosaðu fleiri ferðir um ta sváru hending tá hennara ommusonur doyði í ferðsluvanlukku. Hon spurdi oftani meg um hvussu eg hevði tað, og vit kundu tosa saman um nakað sum vit báðar høvdu kent sviðan av. Tá vit við jarðarferðina sungu hesar reglurnar: Hann sum alt mítt ber í faðirbarmi hvønn ein dag á fold mær senda vil partin mín av frøi og av harmi sum eg júst man treingja til. Tá kom mær til hugs, at hetta kundi verið yvirskriftin av hennara lívið, og passaði so væl til Ansu, og tað sum hon stóð fyri. Hon hevði upplivað sín part av bæði frøi og harmi, og hóast tað var hon trygg og opin um tað, sum hon trúði uppá, at í Guds hondum eru vit borin bæði tá gongur væl og tá gongur illa. Góðu tit, Lenni, Hans Jacob, Sún­ fríður og Helmund við familju, tit hava mist eina góða konu og mammu, sum livdi og andaði fyri tykkum. Eisini sum omma, kemur stóri saknurin at kennast hjá tykkum frameftir. Tit sakna hana, og tað eru vit fleiri sum eisini gera. Vit eru nógv sum vilja minnast hana fyri tað hon var, glað, røkin, arbeiðssom, og ikki minst eitt lívsstykki. Friður verið við minninum um Ansu fastur. Leila Ansu Højgaard til minnis www.sosialurin.fo