Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 95 - 18. mai 2006 Sjálvt um hugskotið til minnisvarða yvir Nólsoyar Páll varð reist á fólkafundi í Nólsoy í 1895, og fundarfólkið tók undir við hesum, so spurdist einki burturúr. Nú 240 ár eftir, at Nólsoyar Páll varð borin í heim, hevur hann fingið sítt uppiborna minni í heimbygd síni, Nólsoy Minnissteinur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í røðu síni í Nólsoy leygar­ dagin, tá ið minnissteinurin yvir Nólsoyar Páll skuldi avdúkast, vísti Egon Hansen, lærari á orðatakið, at ”leingi er tað, ið væl skal vera”. – Hesi orðini komu mær til hugs, nú minnissteinur yvir Nólsoyar Páll loksins er reistur her í heimbygd hansara. Tað var nevniliga í 1895, at fólkafundur varð hildin í Nólsoy við eitt nú tí fyri eyga at reisa Nólsoyar Pálli ein varða. Hesin fund­ ur, sum varð hildin 23. juni hetta ár, fór fram norðuri á Stongini. Eini 500 fólk vóru til fundin, harav nógv komu rógvandi inn á vík­ina í 25 bátum. Flestu bátarnir vóru úr Havn, Suðurstreymoy, Sandoy og úr Norðoyggjum. Egon segði í røðu síni, at tað var Jákup í Lon, sum setti fundin og beyð fólki vælkomnum undir Guds og kongsins náðum og minti á, at fundurin var samankallaður mest fyri at røða um at seta minnisvarða yvir Nólsoyar Páll. – Jákup í Lon nam eisini við ferðirnar hjá Nólsoyar Pálli í útlondum, har hann hevði lært at kenna ta fríheit, sum hann stríddist fyri at fáa føroyingum lut í. Egon segði, at ein ann­ ar nólsoyingur, Jákup hjá Maluni við Brunn, segði frá eini skemtiligari utt­an­ landsferð, sum Nólsoyar Páll hevði gjørt. – Áðrenn fólkafundurin endaði, bað Jóannes bóndi fundarfólkið rópa hurrá fyri Dr. Jacobsen, sum við bókini um Nólsoyar Páll hevði vakt føroyingar til betri at minnast henda avrekskappa. Jóan Petur uppi í Trøð í Kvívík, sum var hálvur nóls­ oyingur, hevði yrkt sang til høvi: ”So harður er streymur í Føroyafirðum”. – Hetta var savningar­sang­ urin til teir næstu og nógvu fólkafundirnar, sum vórðu hildnir her á landi, segði hann. Uppiborið minni Sjálvt um hugskotið til minn­isvarða í Nólsoy varð reist á hesum fólkafundi, og fundarfólkið tók undir við Tað var heldur kald­ ligt leygarmorg­unin, sum tiltakið skuldi vera seinnapartin, men sum morgunin leið, gjørdist veðrið betri. Tá ið haldið byrjaði klokkan 15.30 seinnapartin, var gott veður Hátíðarhald Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sannur hátíðardámur var yvir Nólsoyarbygd sein­­­asta leygardag, tá ið minnissteinurin yvir Nóls­oyar Páll varð avdúkaður. Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum Nólsoy nú eisini er partur av, ið avdúkaði minnissteinin. Leygardagin varð nýggi fótbóltsvøllurin í Nólsoy eisini alment tikin í nýtslu, og her vóru tað borgarstjórin og formaðurin í Nólsoyar Ítróttarfelag, sum góvu bóltin upp. Eftir hetta, vórðu fót­bólts­ dystir leiktir á vøllinum. Leygardagin varð eisini vitjað í barnagarðinum, sum verður bygdur í Nólsoy, og tá ið vitjanin var av, varð farið í bygdarhúsið til ábit og okkurt leskandi. Í bygdarhúsinum fingu fólk góðan føroyskan viðskera. Nógv fólk var til há­tíðarhaldið í Nólsoy, og hýrurin var góður. Tiltakið byrjaði klokkan 15.30, tá ið Egon Hansen, lærari, helt røðu, sum vit eisini endurgeva á hesum síðunum. Steinurin á Fløtti Egon er sonur Leif og Ger­ trud Hansen. Í mong ár var Leif fyrstilærari við Nóls­oyar skúla, og hann røkti eisini uppgávuna sum deknur í kirkjuni. Egon hevur eisini roynt seg sum høvund, og hann hevur eitt nú skrivað bókina, “Kirkjan á Tanganum”, har fleiri áhugaverdar søgur eru. Egon hevur eisini skrivað greinar í Varðanum. Í bókini skrivar hann um kirkjusøguna og teir lutir, sum eru í kirkjuni, men har eru eisini aðrar søgur. Ein sera áhugaverd og nemandi søga er um, hvussu gekst, tá ið nólsoyingar í sínari tíð fóru undir at byggja skúla. Teir fóru úr Nólsoy í árabáti til Havnar eftir tilfari til skúlan. Hetta gjørdist ein feigd­ arferð, har 5 mans sjó­ lótust. Tá ið teir fóru úr Havn, kom hann av landnyrðingi við kavaroki, og norðanfyri Stongina holvdist báturin. Teir, ið vóru mentir og hepnir, komu í fyrsta umfari upp á kjølin at sita, og báturin rak á eystfallinum norður ímóti Nevinum, sum er landið sunn­anfyri Rituvík. Tað eydnaðist bert tí eina manninum at halda seg á kjølinum. Landnyrðingur er ring­ur eystanfyri, serliga á eyst­ fallinum, tá ið tað rekur upp í ættina. Hetta hevur verið ein ring nátt hjá manninum, sum at enda stríddist einsa­mallur á kjølinum. Tá ið vestfallið kom, rak báturin vestur aftur í Nóls­ oyarfjørð, og tá ið hann fór fram við Glyvursnesi, var hann so nær landi, at tað eydnaðist manninum, sum var útlúgvaður, at bjarga sær í land. Maðurin var so illa fyri, at tað tók langa tíð, áðrenn hann kom út til Nólsoyar aftur. Tann, sum einsamallur bjargaðist, var Jákup Hendr­ ik­sen, vanliga róptur Jákup hjá Maluni við Brunn, sum eisini er nevndur í røðuni hjá Egoni. Minnið livir... Egon er sjálvur primus­mot­ ur­urin aftanfyri hugskotið at reisa henda minnisstein yvir Nólsoyar Páll. Hann hevur designað steinin og skotið upp, hvat skuldi standa á hon­ um. Mikala Gulklett, sum er úr Nólsoy, hevur gjørt arbeiði á verkstaði sínum í Havn. Á minnissteininum er mynd av Royndini Fríðu, soleiðis sum hildið verður, at hon sá út, síðan er føðingardagur og deyðsdagur hjá Nólsoyar Pálli (1766-1809). Niðari á stein­inum standa orðini: Minnið um kappan livir. Tað er Tórður í Hoyvík, sum er hálvur nólsoyingur, ið hevur funnið steinin í Villingardali í Havn. Við løtuna á Fløtti var fyrst felagssangur, og lagt varð fyri við sanginum: “Land mítt har grasið í líð­ um grør... “ Tað var heldur kaldligt leygarmorgunin, sum tiltakið skuldi vera seinnapartin, men sum morgunin leið, gjørdist veðrið betri. Tá ið haldið byrjaði klokkan 15.30 seinnapartin, var gott veður. Tá ið Ritan sigldi úr Havn klokkan 15, var so nógv fólk á bryggjuni í Havn, sum ætlaði sær út til Nólsoyar, at øll sluppu ikki við. Tí noyddist báturin hjá Tórshavnar Skipasmiðju at flyta tey seinastu fólkini út til Nólsoyar hendan dagin. Nógv fólk vóru til hátíðarhald Nólsoyingar hava nú fingið fótbóltsvøll, sum fer at hava stóran týdning fyri ungdómin í bygdini ”Minnið um kappan livir”: Á Fløtti har havi ”Minnið um kappan livir” eru orðini á minnissteininum, sum Tórður í Hoyvík hevur funnið í Villingardali í Havn