Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 95 - 18. mai 2006 15 ið rúnarbant Nólsoyar Páll Týska songkvinnan Sarah Brendel, ið vitj­ ar Føroyar um góðar tvær vikur, verður eitt av nøvnunum á ársins Summar Festivali, hetta vátta fyrireikararnir fyri Sosialinum í dag Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sosialurin bar fyrst í mars tíðindini um, at onk­ur festivalur lá í sam­ráðingum um at fáa kristnu týsku songkvinnuna Sarah Bredel til Føroyar. Vit frættu hetta á eini kon­sert hjá songkvinnuni í Keyp­ mannahavn. Men tá var ikk i møguligt at fáa at vita hvønn festival talan var um, men nú er tað váttað, at Summar Festivalurin hevur tryggja sær hetta, eitt tað mest spennandi nýggja navnið á kristna tónleikapallinum. Á Summar Festivalinum spælir Sarah við sínum bólki. Men longu um tvær vikur kemur Sarah til Føroyar við sínum kassagittara at spæla nakrar konsertir. Fysta kon­ sertin er sum upphiting fyri Rebeccu St. James í Kelduni, mikukvøldið 31. mai. Dagarnar eftir hetta spælir hon sjálv ókeypis kirkjukonsertir í Christianskirkjuni í Klaks­ vík, Berøa í Saltangará og í Havnar kirkju. Sarah Brendel hevur við lagnum Du Bist Nicht Allein ligið nummar eitt á almenna hittlistanum í Týsklandi í 20 vikur. Hetta er eitt lag, ið er samstarv millum fleiri kristnar týskar sangarar. Seinastu tíðina hevur Sarah roynt at gjørt vart við seg á amerikanska markn­ aðinum. Hetta hevur gingið rættiliga væl. Umframt útgávusáttmála við Inpop, ið hon hevur tryggjað sær, hevur hon spælt nógvar og væl vitjaðar konsertir. Um­mælini av hennara fyrstu og sjálvnevndu fløgu á amerikanska markn­ aðinum hava verið avbera góð. Hon varð vald ársins nýggji artistur á amerikanska marknaðinum av Christian Today. Tónlistarliga ferðast Sarah í umhvørvinum mill­um fólkatónleik, popp og rokk . Hon dugir sera væl at framføra, og er ein óføra góður gittarleikari og syngur sum ein eingil. og dugur væl at spæla við dynamikk in í bæði rødd og gittara, so at alt gongur upp í eina hægri eind. Sarah Brendel kemur við bólki sínum á Summar Festivalin (mynd: inpop) Sarah Brendel á Summar Festivalinum ætlanini, so spurdist einki burturúr kortini. Egon vísti á, at heldur ikk i ungmannafelagið Royndin í Nólsoy, sum hevði sama endamálssetning, megnaði at seta ætlanina í verk. – Men endiliga í dag, 240 ár eftir, at Nólsoyar Páll varð borin í heim, hevur hann fingið sítt uppiborna minni her í bygdin. Egon helt í røðu síni fyri, at staðið á Fløtti, har steinurin er reistur, er væl valt. – Her norðuri á Fløtti hava nólsoyingar í øldir staðið og eygleitt, hvussu sjógvað hevur verið í fjørðinum, um útróðrarbátarnir eru komnir norður um Tjørnunes ella suður um Boðan, um grinda­ bátarnir eru komnir eystur um Kirkjubønes ella ávegis suður gjøgnum Sundini – og ikk i minst hava nólsoyingar á hesum staði hugt, hvussu líkindini hava verið í Nólsoyarfirði. Hann ásannaði, at á Fløtti hevur verið eitt eyg­leið­ ingarstað hjá nólsoy­ing­um. Útlongsul kveiktist – Vit kunnu eisini ímynda okk um, at Nólsoyar Páll, eins og aðrir dreingir fyri og eftir hann, hevur staðið her og eygleitt tey fremmandu skip, sum komu og fóru inn og út av Havnar vág. Ja, kanska hevur hann staðið upp at hesum gróthúsinum, sum her stendur og er frá hansara samtíð. Egon vísti á, at her er út­longsulin kveiktur í smá­ dreing­inum Pálli, og her hevur havið við síni sterku atdráttarmegi rúnarbundið dreingin, sum fram um allar aðrar dreingir kom at seta djúp spor eftir seg í vitsku føroyinga. – Hetta var drongurin, sum legði gamla vanahugsan aftur um bak. Hann royndi at fá føroyingar at taka fyrstu fetini inn í nýggjari tíðir, sum bylgdust í londunum uttan um Føroyar. Hann læt dyrnar upp til heimin uttan fyri eingjargarðarnar. Hann helt fyri, at nógv er skrivað og talað um kappabrøgd Nólsoyar Pálls, og tí nýttist honum ikk i at endurtaka tey. At enda í røðu síni takk ­ aði Egon Hansen Tórs­ havnar býráð fyri, at tey tóku áheitanina um at reisa Nólsoyar Pálli ein minnis­ stein í álvara – Nú hava nólsoyingar og tey, sum vitja bygdina, eitt sjónligt tekin um, at tað var í Nólsoy - okk ara bygd - at hesin frægi sonur føroyinga varð borin í heim. Tí kunnu vit øll siga í kór, at “minnið um kappan livir”, segði Egon Hansen. Mikala Gulklett, sum hevur gjørt minnissteinin, Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum avdúkaði hann og Egon Hansen, sum helt røðuna við minnissteinin Nógv fólk var samankomið í Nólsoy seinasta leygardag, tá ið minnissteinurin yvir Nólsoyar Páll varð avdúkaður