Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 95 - 18. mai 2006 ] Nr. 95 • hósdagur • 18. mai 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Føroyar hava somu kós Á FIFA styrkis­list­ an­um, sum varð kunn gjørdur í dag, eru Føroyar niðari á listanum enn nakrantíð áður FIFA LISTIN Jóannes Hansen Sunnudagin taptu Før­ oyar 4-0 í Póllandi. Um talan var um nýtt út­gangsstøði, sum fer at bera betri spæl og fleiri stig og sigrar við sær, fer framtíðin at vísa. Seinastu tíðina hevur verið langt millum sigr­ ar­nar og stigini. Tað hevur sæst aftur á FIFA styrkislistanum. Í dag varð styrkislistin fyri mai mánað almennur. Nú eru Føroyar á 139. plássinum. Hetta er tvey pláss niðari enn fyri einum mánað síðani, og hetta er niðasta plássið, sum Føroyar nakrantíð hava verið á. Hægsta plássið fyri nøkrum ár­um síðani var nummar 112. Sambært FIFA eru Maldivurnar og Swa­zi­ land nú stinnari fót­bólts­ tjóðir enn Føroyar. Tað hava hesi londini sam­ bært styrkislistanum ikki áður verið. Brasil, Kekkia og Hol­ land eru sambært síðsta listanum undan HM enda­spælinum størstu fav­or­itt­arnir at vinna HM. Meksiko er lopið frá 6. og til 4. plássið, og síðani er røðin USA, Spania, Portugal, Frakland, Arg­ entina, England, Nig­ eria, Danmark, Italia, Turka­­land, Kameroun og Svøríki. Egyptaland og Japan eru eisini framm­ an­fyri Týskland, sum á 19. plássinum ikki kann roknast mill­um fav­­orittarnar at vinna HM. Uggin hjá týsk­ar­ un­­um er, at tað ikki er á styrk­islistanum, men á vøll­­unum at HM verður avgjørt. Danmark er á 11. pláss­inum, og danir eru harvið framvegis hægst styrkismetta fótbólts­tjóð­ in av teimum, sum ikki eiga rætt at luttaka í HM endaspælinum. Noreg og Finland varðveita plássini sum nummar ávikavíst 40 og 49, og Ísland er farið tvey pláss eftir hæli og er nú nummar 99. Í EM undankappingini, sum tað verður farið undir seinni í summar, eru Føroyar umframt Frak­landi og Italia í bólki við Ukreina (45), Skotlandi (59), Litava (93) og Georgia (101). Verjuspælarin, sum í ár hevur sett seg á GÍ- miðvøllin, noyðist at halda seg burtur frá fótbólti komandi seks vikurnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan var um hendiligt óhapp undir venjingini mánadagin, sum hevði skaðan við sær, sigur Poul sjálvur. Læknarnir hava staðfest, at talan er um brot. Tíbetur liggur hetta hampuliga væl, soleiðis at eg sleppi undan skurði og gipsi. Men beinið er lagt í skinnara, og eg skal binda frið í seks vikur, og tað er sjálvandi einki serligt. Higartil í ár hevur GÍ stað­ið seg rættiliga væl, og ivaleyst eisini betri, enn tey flestu høvdu roknað við. Eisin hjá Poul sjálvum hevur talan verið um eitt gott ár higartil. Á nýggjum plássi á sentrala miðvøllinum hevur hann átt sín stóra lut í góðu gongdini, og tað er ikki sørt, at spælarin harmast skaðan, sum nú sendir hann út um síðulinjuna. Tað er sjálvandi harmiligt. Hjá liðnum hevur gingist væl, og sjálvur haldi eg, at eg nú havi vant meg við nýggja plássið, og so er tað sjálvandi stórt spell, at ein somikið drúgvur steðgur kemur í. Men sum so fái eg ikki gjørt stórt annað enn at bíða við tolni, til eg aftur sleppi ígongd, staðfestir hann. Komandi vikuskiftið verður nógv Bridge á skránn i hjá føroy­ing­ um. Fýra lið kappast í Íslandi, meðan eitt lið fer til Svøríkis Bridge Bogi Simonsen Ikki færri enn 4 lið fara at umboða Føroyar í sterku valdømiskappingini hjá Ís­lendska Bridge Sam­band­ inum. Kappingin er soleiðis skipað, at hvørt valdømi sendir fýra tey sterkastu liðini at umboða seg í hesari sera sterku kapping. Hetta er fyrstu fer, at før­ oyingar luttaka í einari slíkari kapping, ið er skipað á sama hátt sum ein talvkapping fyri lið. Tað vil siga, at tey fýra liðini hjá okkum verða sett á 1,2,3, og 4 borð, alt eftir styrkið. Liðini, ið skulu umboða Føroyar eru: Borð 1: Bogi Simonsen – Hallberg Arnfríðson Robert Langaard – Allan Dal- Christiansen Borð 2: Marner Joensen – Dia Jacobsen Jákup Hjaltalin – Arnbjørn Sivertsen Borð 3: Rói á Rógvu Joensen – Jens Midjord Hans Jacob Petersen – Árant Berjastein Borð 4: Høgni Jacobsen – Finn Ougaard Sakaris Joensen – Salamon Johannesen Allir leikarinir á føroyska liðinum eru leikarar, sum vera at síggja í 1.deild komandi kappingarár. Rottneros Cup Eitt lið úr Føroyum luttekur um vikuskiftið í Rottneros Cup í Svørríki. Kappingin er einans fyri tey lið, ið eru steypavinnarar í teimum ymisku norðanlondunum. Rottneros Cup er ein av teimum sterkastu kappingunum í heila tikið. So tað verður ein sera torfør uppgáva hjá okkara monnum at loysa. Liðið, ið umboðar Føroyar er: Jóannes Mouritsen – Heðin Mouritsen Dánjal Pauli Mohr – Per Kallsberg Til Hetlands 25 til 29 mai. Aftur í ár verður fari til Hetlands at spæla bridge móti hetlendingum. Hetta er tríðja árið á rað at spælt verður móti hetlendingum. Í fjør vóru ikki færri enn 32 spælarar, ið fóru við Norrøne til Leirwick. Tað er Smyril Line, ið saman við Boga Simonsen, sum skipar fyri túrinum. Fari verður av Havnini hósdag áleið kl. 17.00 og komið verður aftur á Havnina mánamorgum kl. 06.00. Tilmelding fer fram hjá Smyril Line. Poul Enn igarð úti við beinbroti Tað er dyggur smeitur hjá GÍ, at teir nú mugu vera sterka Poul Ennigarð fyriuttan í fleiri vikur. Eftir øllum at døma verður hann ikki tøkur hesumegin summarsteðgin Mynd: Álvur Til sterka íslendska kapping Hóast føroyska kappingin er liðug, so er talan framvegis um rúgvusmikla skrá hjá føroyskum bridge-spælarum