Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-05-18, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 [ Nr. 95 - 18. mai 2006 ] Wenger vanur við reytt Tá Jens Lehmann varð rikin av vøllinum, var hetta fyrsta ferðin, síðan europeiska meistarakappingin skifti navn til Champions League, at spælari varð rikin av vølli í finaludystinum. Hinvegin, so mundi hetta tó ikki vera nakað, sum skelkaði Arsene Wenger, sum nú hevur staðið á odda fyri Arsenal í eini 9 ár. Talan var nevnliga um 63. reyða kortið, sum Arsenal hevur fingið, meðan Wenger hevur verið í felagnum. -mørk Henry og Wenger í øðini Eg veit ikki, um hasin dómarin var ílætin eini Barcelona-troyggju, men í øllum førum sluppu teir at sparka meg, júst sum teimum lysti. Talan var eisini um fleiri løgnar avgerðir, og eg haldi ikki, dómarin gjørdi sítt arbeiði nóg væl. Somikið kontantur var Arsenal-liðskiparin. Thierry Henry, tá hann eftir dystin fekk mikrofonina fyri andlitið. Og honum dámdi heldur einki, at dómarin hevði Lehmann reyða kortið. Tann dómin tóktist venjarin, Arsene Wenger, at góðtaka, men hann helt ikki, at Barcelona nakran tíð skuldi javnað. Hatta málið var greitt off-side. Tá tú spælir 10 móti 11 og fært eitt slíkt mál ímóti tær, so er tað sera trupult at góðtaka, staðfesti franski venjarin. -mørk Sjálvsuppfatanin hjá catalanska stolt­ leikanum staðfestir, at liðið altíð er best. Men tað skuldu tó ganga 14 ár, áðrenn liðið aftur kundi lyfta steypið við stóru oyrunum Champions League Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er nú ikki bara í Føroyum, at dómarar gera mistøk. Norski Terje Hauge, sum dømdi Champions League- finaluna í gjárkvøldi millum Barcelona og Arsenal, gjørdi nú eisini nøkur av slagnum. Mistøk av tí slagnum, sum vóru heilt nær við at kosta Barcelona størsta heiðurin, sum eitt fótbóltsfelag kann vinna í Europa. Mistøkini Fyrru ferðina var, tá 17 min­ uttir vóru farnir. Arsenal hevði annars verið betra lið­ið, men brádliga gandaði Ronaldinho. Hann helt mót­støðuspælara burtur, áðr­enn hann við neyvari sending fann Samuel Eto’o. Cameroun-maðurin streyk avstað, og hann var eitt vet fyrri á bóltinum enn Jens Lehmann, sum kom at taka beinini undan spælaranum. At talan var um reytt kort, mundi eingin vera í iva um. Heldur ikki dómarin, sum floytaði alt fyri eitt. Men við at floyta alt fyri eitt, tók hann samstundis opnan møguleika frá Giuly, sum var skjótur at rulla bóltin í tóma málið, tá bæði Lehmann og Eto’o lógu niðri. Ístaðin fekk Barcelona »bert« fríspark á brotsteigarmarkinum, og hetta sendi Ronaldinho framvið málinum. Næsta mistakið - sæð við Barca-eygum - kom, tá 36 minuttir vóru spældir. Emmanuel Eboue hevði ditt­ að sær niðan av bakkinum, og í eini gjøgnumbrotsroynd vildi hann smoyggja sær fram­við Carles Puyol. Puyol nam valla við mannin, og tí var hann í øðini, tá Hauge bríkslaði fyri frísparki beint uttan fyri brotsteigin. Eitt fríspark, sum Henry sendi inn í feltið, har Sol Campbell við einum kanón-stútara sendi bóltin í kassan. Avleiðingin Sjálvandi kunnu mistøk vera keðilig, og leingi mundu blá- reyðu Barca-fjeppararnir ilsk­ast á norska dómaran. Ivaleyst vóru eisini aðrar minni góðar avgerðir í dyst­inum, men hesar báðar omanfyri nevndu vístu seg hóast alt at verða tær, sum tryggjaðu undirhaldið í eini finalu, sum annars lættliga kundi farið í gloymibókina. Tí hevði Barcelona komið á 1-0 tíðliga í dystinum, hevði talan helst ikki verði um sama undirhald. Hóast Arsenal tá framvegis hevði havt 11 mans á vøllinum, so eru fá lið,sum á sama hátt sum Barcelona duga at koyra bóltin runt, tá ein leiðsla skal haldast. Barcelona hevði tá havt at kalla perfektar um­støður til kvika pasnings- spælið hjá sær, har teir kundu troytta Arsenal upp í skúm, fyri síðani at drepa dystin, tá høvi beyðst. Ístaðin fingu ein dyst, sum serliga í seinna hálvleiki gjørd­ist sera undirhaldandi, hóast oysandi regnið á Stade de France. Eftir útvísingina tóktist Barcelona ikki at halda somu leikferð, og tí var tað sum so als ikki óuppi­ borið, at Arsenal legði seg á odda. Og skuldi talan verið um javnstøðu í steðginum, so vóru catalonararnir næst við, tá Eto’o í yvirtíðini tamdi sera væl, áðrenn hann smekkaði til. Men innskifti Almunia fekk tó akkurát jústað bóltin á stólpan. Ivaleyst hevði Rijkaard givið sínum monnum ein ordans vals í steðginum. Í øllum førum varð blást til álop alt fyri eitt. Nógv fólk varð flutt fram á vøllin, og eitt nú sóust teir halda trimum fólkum frammi, um Arsenal hevði horna. Arsenal dúvaði hinvegin upp á kontrafótbólt í sera vøkrum stíli. Serstaklia var Ljungberg vælupplagdur og hartarbeiðandi, og tal­an gjørdist eisini um møgu­ leikan. Ljungberg hevði sjálvur ein stóran av slagn­ um, eins og Henry, men í báðum førum bjargaði Victor Valdes. Tað sama hevði hann annars gjørt tvær reisur tíðliga í dystinum, tá Henry hevði tvær sera næskar royndir móti málinum. Møðin ov stór Eitt korter fall avgerðin tó, og í báðum málunum, sum nú komu, átti innskifti Henrik Larsson sin stóra leiklut. Svenski álopsspælarin, sum spældi sín seinasta dyst fyri Barcelona, fekk í 76. minutti lagt bóltin fyri føturnar á Eto’o, og púra leysur fann hesin eitt lítið hol millum Almunia og nærmasta stólpan. Og so munaði lítið, at Arsenal spælararnir vildu vera við, at talan var um rangstøðu. Arsenal mundi kenna tað, sum var alt stríðið til fá­nýtis. Undirtalsstøðan hevði sjónliga mergsogið kreftirnar úr liðnum, og bara fimm minuttir seinni stóð 2-0. Hesa ferð spældi Henke bóltin inn um Ashley Cole, og so hamraði Belletti bóltin í kassan, tó at Almunia mundi kenna seg óhepna, tá bólturin støkk av honum og upp undir tvørtræið. Nýggja Dream-Team hjá Rijkaard, har Ronaldinho, Eto’o og Puyol teljast millum berandi elementini, hevur nú endaliga lyft arvin eftir tí gamla Dream Team hjá Cruyff. Her vóru Koeman, Laudrup og Stoichkov teir berandi, og við sigrinum á Sampdoria fyri 14 árum síðani settu teir krúnuna á sítt verk. Barcelona aftur á tindinum Bestir. Eins og Real Madrid fyri 50 árum síðani lyfti fyrsta steypið fyri europeisku meistarakappingina í Paris, kundi Barcelona gera tað sama mikukvøldið. Men leingi stóð tó heilt nógv á hjá liðnum, sum støðugt stríddist móti einum undirmannaður Arsenal Mynd: Reuters FAKTA Barcelona-Arsenal 2-1 (0-1) 0-1: Sol Campbell, 37. 1-1: Samuel Eto’o, 76. 2-1: Juliano Belletti, 80.