hósdagur 18. mai 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 95 - 18. mai 2006 ]
Borðtennis
spælarar til
Danmarkar
Sheila Strøm, Rakul
Mikkjalsdóttir og
Susie Midjord úr
TBF fara fríggjadag
in til Danmarkar,
har tær skulu kapp
ast í donsku Grand-
Prix-finalunum
Borðtennis
Tíðindaskriv
Einans tær seks bestu
í hvørjum aldurbólki
kunnu luttaka í finalunum.
Sostatt hava hesar tríggjar
føroysku genturnar vunnið
seg fram millum seks tær
bestu í Danmark, í sínum
aldurbólkum.
Hesar tríggjar gentur
nar, luttóku fyrr í ár
saman við fleiri øðrum
føroyingum í sterkari
kapping í Brøndby. Og
eru tað úrslitini frá hesi
kappingini sum hava gjørt
at føroysku genturnar,
kunnu luttaka í Grand
Prix finaluni.
Kappingin verður sunnu
dagin 21. mai í Århus,
men ferðalagið fer longu
fríggjadagin til Danmarkar.
Fríggjakvøldið og leygar
dagin verður venjing á
skránni, og verður tað
landsliðsvenjarin, Preben
Larsen, sum tekur sær av
hesum.
Maskotturin farin á húsagang
Leiku-framleiðarin, Nici, legði fyri nøkrum árum síðani góðar 200 mió
kr. á borðið, soleiðis at felagið fekk einkarrætin upp á framleiðsluna
av Goleo, sum er almennur maskottur í komandi HM-endaspælinum.
Sølan av maskottinum hevur tó als ikki gingið so væl, sum ætlað, og
nú er felagið farið í gjaldssteðg. Hetta hevur havt harðar atfinningar
mótvegis valinum av maskotti við sær. Sagt verður, at týskarar heldur
áttu at valt eina ørn ella okkurt annað, sum hevði samband við Týskland,
meðan onnur staðfesta, at tað hevur hildið keyparum burtur, at lítla
leyvan við 6-talinum á bakinum er brókaleys.
-mørk
Chelsea eigur mest í HM
Ikki færri enn 17 spælarar úr hópinum hjá Chelsea verða
við, tá HM-endaspælið í Týsklandi verður blást ígongd um
lítlan mánað. Hetta eru fleiri, enn nakað annað lið hevur.
Næst flestar spælarar eigur Arsenal, sum hevur 15 HM-
spælarar í sínum hópin. Síðani koma Milan (14), Manchester
United og Juventus (12), Barcelona (11) meðan Al Hilal,
Bayern München, Deportiva Saprissa, Dynamo Kiev og Real
Madrid eiga 11 spælarar, sum fara til Týsklands at spæla.
-mørk
Leygardagin skluu
venjaraar, dómarar og
umboð fyri føroysku
fótbóltsfeløgini
sessast við fundar
borðið. Endamálið
er at finna eitt felags
stev, sum føroyskur
fótbóltur kann virka
eftir
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Dómaramistøk. Atburður
hjá áskoðarum, venjarum og
spælarum. Og sjálvandi eisini
skrivaraborðsavgerðir.
Hetta hevur verið dags
skráin, nú nærum ein trið
ingur av ársins Formula-
kapping er løgd aftur um
bak. Og hetta er ein støða,
sum FSF ikki uttan víðari vil
lata standa við.
Í eini roynd at fáa
meira jaligar vinklar inn
á umrøðuna og fólkatosið
annars um fótbóltin, hevur
FSF tí sent dómarum, venj
arum og umboðum fyri
feløgini stevnu, har yvir
skriftin eitur »Felags stev«.
Á fundinum verða ymisk
viðurskifti viðgjørd – vón
andi í positivum dialogi
– og endamálið er so at
finna eitt stev, har øll á sín
hátt kunnu hjálpa til, soleiðis
at fokusið í spælinum – og
ikki minst hjá miðlunum
– tey komandi 19 umførini
verður vent móti sjálvum
spælinum við bóltinum.
Og ikki øllum møguligum
øðrum faktorum, sum
viðhvørt hava hug at tykjast
avgerandi.
Vilja hava felags stev
Í fótbóltssambandinum vilja tey nú hava, at fokusið kring fótbóltin aftur skal setast á sjálvt spælið við bóltinum