hósdagur 18. mai 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 37 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 18. mai 2006
29
Einalærarastarv í
Sandvíkar skúla
Tíðaravmarkað starv sum einalærari, fyri lærara í
barnsburðarfarloyvi, í Sandvíkar skúla verður lýst
leyst til setanar frá 1. august 2005 og 24 vikur fram.
Starvstíðin verður møguliga longd, um farloyvistíð
in verður longd.
Sandvíkar skúli hevur komandi skúlaár 5 næmingar
í 1.4. flokki.
Um starvið
Einalærarin undirvísir í øllum lærugreinum og hevur
fyrisitingarligu ábyrgdina av skúlanum.
Søkt verður eftir einum einalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og
ábyrgd av dagligu undirvísingini
• skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott
samstarv millum skúla og heim
• skal vera førur fyri at loysa trupulleikar og at
samstarva
• skal eggja næmingum og foreldrum at fáa sum
mest burtur úr skúlagongdini bæði fakliga og
sosialt.
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjar
málaráðið og Føroya Lærarafelag í lønarflokkunum
21.2.30.2.
Umsókn saman við prógvi, C. V. o. ø. skal vera
Sandvíkar skúla í hendi í seinasta lagi 2. juni 2006
kl. 16.00.
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar til starvið, kunnu
ringja til einalæraran Nitu Næs á tlf. 375917.
Til sølu
Traðarstykki í Trøðini í Hovi, umleið 3100 fermetrar
við ástandandi úthúsi, til sølu. Ognin verður seld til
hægstbjóðandi yvir kr. 115.000,00.
Boð skulu verða okkum í hendi innan 1. juni 2006.
Lions Club Suðuroy
Tlf. 371097 ella 227533
Sjúkrarøktarfrøð
ingar til Psyk. D1
Vegna barnsburðarfarloyvi er eitt avloysarastarv á
starvsbrøki 0,7 leyst at søkja til setan 1. juni 2006
til og við 15. november 2006 og eitt farloyvisstarv
á starvsbrøki 0,5 er leyst at søkja frá 1. juni til og
við 31. august 2006.
Deildin er ein opin 5 daga psykiatrisk móttøkudeild
við 14 seingjarplássum. Arbeiðið er skipað eftir
kontaktpersónsskipanini og eru vit í gongd við
at innarbeiða kognitiva viðgerð sum arbeiðshátt.
Vit raðfesta samstarvið, trivnaðin og fakligu menn
ingina høgt. Arbeiðsumhvørvið er avbjóðandi og
spennandi.
Krøv til umsøkjaran
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
• royndir og fakligan áhuga innan psykiatrisku
sjúkrarøktina
• góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• góða innleiðslu
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar
frøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
deildarleiðaran, Jóngerð M. Nielsen á telefon 304500,
lokal 4021, epost: jomani@lsh.fo ella leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingin, Bergit Weihe, lokal 4102, e
post: bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 1. juni 2006 kl. 12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti
av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar og Starvsfólkadeildin
FO 100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Børn sum brúka
hoyritól
Leygardagin 20. mai kl. 15.00 skipar foreldrafelagið
Hoyrnin fyri eini hugnaløta í Deyvahúsinum fyri
børnum sum brúka hoyritól og foreldrum teirra.
Jutta Helgadóttir frá Hoyriklinikkini fer at greiða
foreldrunum frá tí nýggjasta innan økið, og annars
svara spurningum.
Maria Gram fer at tosa við børnini og tey ungu, har
hon fer at geva teimum eitt sindur av lívserfaringum,
við serligum denti á, hvussu tey kunnu styrkjast í
degligdegnum.
Vit enda dagin við at eta pizza saman.
Foreldrafelagið Hoyrnin
VinnumálaráÐiÐ
lýsing
Í sambandi við at Føroya landsstýri fer
undir at einskilja fyritøku landsins, vil
Vinnumálaráðið hervið kunngera
umbøn um tilboð uppá ráðgeving í sambandi
við sølu av almennum partabrøvum hjá
P/F atlantic airways
P/F atlantic airways
Vinnumálaráðið er farið undir fyrireikingar at selja
33% av partabrøvunum í P/F Atlantic Airways.
Vinnumálaráðið leitar sær nú ráðgeving í sam
bandi við komandi søluna av partabrøvunum og
uppgávuna at skráseta felagið á føroyska virðis
brævamarknaðinum (ICEX). Lýst verður í føroyskum
og útlendskum bløðum. Lýsing av ætlanini og listi
yvir treytir/krøv frá Vinnumálaráðnum í sambandi
við tílíka ráðgeving fyriliggur og verður sent til
partar, ið ynskja at lata inn tilboð. Áheitan um hetta
skal vera Vinnumálaráðnum í hendi innan 30. mai
kl. 16.00.
umbøn um tilboð uppá ráðgeving í sambandi
við sølu av almennum partabrøvum hjá
P/F Føroya lívstrygging
P/F Føroya lívstrygging
Vinnumálaráðið er farið undir fyrireikingar at selja
50% av partabrøvunum í P/F Føroya Lívstrygging.
Vinnumálaráðið leitar sær nú ráðgeving í sambandi
við komandi søluna av 50% av partabrøvunum til
ein ella fleiri íleggjarar. Tilboð ynskjast frá føroyskum
og útlendskum ráðgevum. Lýsing av ætlanini og
listi vyir treytir/krøv frá Vinnumálaráðnum í sam
bandi við tílíka ráðgeving fyriliggur og verður sent
til partar, ið ynskja at lata inn tilboð. Áheitan um
hetta skal vera Vinnumálaráðnum í hendi innan 30.
mai kl. 16.00.
Samband
Keyparin av ráðgevauppgávunum er Vinnumála
ráðið, ið eisini varðar av almennu fyritøkunum,
ið skulu seljast. Adressan hjá Vinnumálaráðnum
er: Tinganes, Postsmoga 377, FO110 Tórshavn,
Føroyar. Tlf. 356060, Fax 356065, teldupost:
vmr@vmr.fo
Íbúð til leigu
Íbúðin Niðaraveg 2 Inni á Gøtu í Hoyvík er til
langtíðarleigu.
Íbúðin er bygd 2001, er 87 fermetrar til støddar
og í 2 hæddum.
Íbúðin umfatar køk, stovu, wc, baðirúm, 3 sovi
kømur, vaskirúm og gongsøki.
Húsaleigan er sett til kr. 7.000, pr. md., umframt
el og hita.
Áhugað biðjast venda sær skrivliga til:
P/F Poul Michelsen
Hoyvíksvegur 74
FO100 Tórshavn
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in